Tórshavn

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Partur av Havnini í november 2021. Tey reybrúnu húsini við flagtekju fremst hýsa landsstýrinum í Tinganesi, har løgtingið, eitt tað elsta tingið í heiminum, hevur havt sæti í meira enn 1000 ár.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Havn, sum Tórshavn verður nevnd manna millum, búgva 13.628 fólk (2021), og til býin hoyra 21 merkur í landsjørð. Til 1807 vóru átta merkur í Havn, men síðan vórðu trettan merkur í Álakeri og Flatnahaga, sum hoyrdu til Kirkjubø, lagdar undir amtmansembætið. Av teimum 21 mørkunum eru tvær hagaleysar, og tær hoyra til prestagarðin í Sandagerði. Ein festari hevur átta merkur um hendur, og tær eftirverandi merkurnar hoyra til Tórshavnar kommunu. Tað er eyðkent fyri Havnina, at tey seinastu umleið 200 árini hevur tað mesta av innangarðsjørðini verið traðir. Tað er jørð, sum havnarfólk hava søkt um og fingið lutaða av landsjørðini, fyrst í leigu og síðan til keyps. Traðirnar bera 140 áseyðir.

Tórshavn 2021. Tey seinnu árini hevur verið vaksið stórliga um havnarlagið, sum nú m.a. hevur fleiri djúphavnir. Skipasmiðja er í vestara parti, og sunnan fyri skipasmiðjuna er Landssjúkrahúsið.
GJØRT ÚT FRÁ UMHVØRVISSTOVUNI

Høvuðsstaðurin Tórshavn hevur søguliga verið og er enn miðdepil Føroya. Hon fekk í 1866 støðu sum býarkommuna við býráði. Í 1978 legði Tórshavnar uttanbíggja kommuna, ið fevndi um Hoyvík, Hvítanes, Argir, Syðradal og Norðradal, saman við Tórshavnar kommunu. Í fyrsta umfari vóru Argir kortini ikki við í samanleggingini, men hildu fram sum sjálvstøðug kommuna til 1998, tá ið Argir eisini legði saman við Tórshavnar kommunu. Harumframt hava kommunurnar Kaldbak (1974), Kollafjørður (2001), Kirkjubøur og Velbastaður (2005), Nólsoy (2005) og haraftrat Hestur og Koltur (2005) lagt saman við Tórshavnar kommunu.

Tískil fevnir Tórshavnar kommuna um alla Suðurstreymoy og við Kollafirði eisini ein part av Norðstreymoy. Tórshavnar kommuna liggur nú upp at Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.

Gamla Havnin

Tinganes er forni tingstaður Føroya. Nesið skilur tær báðar vágirnar Eystaruvág og Vestaruvág. Upprunaliga varð ting hildið uttandura í Tinganesi, seinni innandura í løgtingshúsum, sum brunnu í 1673. Til 1696 vórðu tingfundir hildnir í prestagarðinum, Reynagarði. Løgtingið fekk nýggj hús í 1696, men tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1814, gjørdist sorinskrivarin einavaldandi dómari í føroyskum rættarmálum, og løgtingshúsini vórðu tá løgd undir hansara embæti.

Havnin hevur frá elstu tíðum verið størsta handilsplássið í landinum, ikki minst í einahandilstíðini. Her búðu teir donsku embætismenninir, landfúti, sorinskrivari, handilsforvaltari og bartskerin, ið umframt at vera rakari eisini virkaði sum lækni. Kommandanturin var ovasti á Skansanum og hevði umleið 30 soldátar undir sær. Ár 1600 búðu umleið 150 fólk í Havn, og ár 1700 var fólkatalið vaksið til umleið 330. Hetta vóru handverkarar, útróðrarmenn, bønarmenn og soldátar og teirra húski.

Búsetingin í Tinganesi var Heima í Havn og Úti í Havn. Hinumegin Havnará var býarparturin handan Á ella undir Ryggi. Tann lítli býurin hevði mark móti festinum Húsagarði, sum hevði hús og innanbíggjajørð beint uttan fyri sjálvan býin.

Umframt tann lítla býin hevur Havnin síðan siðaskiftið fevnt um Hoyvík, Syðradal og Norðradal. Seinni komu Sandagerði, Álaker og Argir upp í sóknina. Sóknarkirkjan stóð til 1788 úti á Reyni í Tinganesi.

Kongligi einahandilin hevði frá 1709 við sær støðugleika í samfelagnum samanborið við einkaloyvini, sum fyrr høvdu verið boðin út til lensmenn. Men einahandilin forðaði eisini fyri vinnuligari nýskapan.

Skansarnir

Teir mongu sjórænararnir, sum herjaðu á havleiðunum kring Føroyar, lupu eisini á Havnina. Magnus Heinason reisti skansan á Stangarnestanga umleið 1580, eftir at skotskir sjórænarar høvdu lopið á. Síðan varð nógv vaksið um skansan á Stangarnestanga umframt Tinganesskansa og Reynaskansa, eftir at turkar rændu í Hvalba í 1629. Tá ið Skánska Stríðið stóð 1675‑79, rændu fronsk krígsskip Havnina og brutu allar skansarnar. Reynaskansi varð ikki gjørdur aftur, men Stangarnesskansi varð nógv styrktur í 1780-árunum við verndarvirki og gjørdur út við fleiri 18-punda kanónum. Tað síðsta sjórænaraálopið á Havnina hendi í 1781. Danmark var í parti við Fraklandi í napoleonsbardøgunum, og tá brutu ensk krígsskip Skansan.

Tann ovasti á Skansanum var kommandanturin, undir sær hevði hann tríggjar korporálar, tríggjar trummusláarar og eitt setulið av 30 soldátum, sum vóru kallaðir til hertænastu úr teimum ymsu sýslunum. Teir fluttu til Havnar, búsettust og giftust aloftast har. Lønin var vánalig, men í 1790-árunum varð eitt stykki av haganum tillutað soldátunum, Skansatrøðin við 37 smáum jarðarteigum, einum til hvønn av skansamonnunum. Virksemið á Skansanum broyttist so við og við, og soldátarnir gjørdust sonevndir jekarar. Jekaraliðið varð í 1865 broytt til løgreglumannalið, sum hevði vaktarstovu á Skansanum, og har var eisini varðhald. Hetta løgreglumannaliðið varð tikið av í 1902.

Niels Rybergs handil

Danski stórkeypmaðurin Niels Ryberg fekk í 1766 loyvi at hava goymslu og transitthandil í Havn við vøru úr hitabeltishjálondum, sum skuldi til Evropa. Vøran var romm, genever, vín, sukur, tubbak, te, kinesiskt postalín og alskyns onnur marglætisvøra. Vøra, sum ikki fylgdi teimum vanligu handilsleiðunum, varð smuglað til Onglands. Tað kundu liggja upp í tjúgu skip á vánni, sum komu við ella eftir vøru. Sum tað lá í tíðini, royndi Niels Ryberg seg eisini í silda- og toskafiskiskapi og klippfiskaframleiðslu, men har var hann minni heppin. Broytingar í støðuni í heiminum broyttu eisini støðið undir transitthandlinum, so hann helt uppat.

Fyri fólkið í Havn var hetta eitt blómingarskeið. Vágsbotnshandilin, sum handilin eisini varð nevndur, hevði við sær, at gjørdar vórðu brýr, skáli, skotbreyt, ríðibreyt og ein sosialur klubbi, sum enn er til, Havnar Klubbi. Virki Rybergs helt á til 1788, tá keypti keypmannahavnarhandilsmaðurin Erik Eriksen tað, men hereftir fánaði virksemið javnt og samt.

Havnarfólk upplivdu hesi tjúgu árini sum eina lívliga og góða tíð. Húsið Quillinsgarður stendur enn. Har búði ein av høvuðsmonnunum hjá Ryberg, bøkjarin John Michael Quillin, sum var av Man.

Havnin veksur

Klippfiskaframleiðslan tók seg upp í endanum á einahandilstíðini og vaks, eftir at fríhandil kom í 1856. Fiskiskapur gjørdist hereftir – og serliga eftir, at skipsfiskiskapur byrjaði í Havn í 1872 – høvuðsvinnuvegur í býnum.

Tá ið fríhandil var komin, fóru keypmenn, reiðarar, starvsmenn, lærarar og handverksmeistarar saman við donsku embætismannastættini, sum longu var til staðar, at seta ein nýggjan borgaraligan dám á býin. Tað elvdi eisini til nýggj arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi, og tað skapti fyritreytir fyri vaksandi fiskimanna- og arbeiðarastætt. Ídnaðargerðin var eisini um at fáa fótin fastan. Fyri svenskan kapital varð í 1886 ein fabrikk stovnað við Rættará í Havn, sum framleiddi úr sjótilfeingi. Fabriksbygningurin, sum ber navnið Öström, stendur enn, men gavst longu í 1890 sum verksmiðja, og keypmaðurin Jacob Lützen keypti bygningarnar, sum hoyrdu til fabrikkina.

Tann gamla verksmiðjan hýsir nú grafiska verkstaðnum Steinprenti, sum hevur stóran týdning fyri føroyska list, og tilhoyrandi framsýningarhøli. Eisini rúmast har handil við føroyskari sniðgeving og høli til útleigan. Millum bygningarnar er eisini timbur- og byggibúðin P/F Valdemar Lützen, sum nú er eitt av teimum fáu stóru handilsvirkjunum, sum eru eftir á havnarlagnum.

A/S Thorshavn mælkeforsyning og Margarinefabrik, stovnað í 1908, fekk stóran týdning fyri býin. Við sonevndu mjólkarbátunum hjá virkinum við fastari ferðaætlan til bygdirnar í Sundalagnum og á Skálafjørðinum útvegaði virkið Havnini mjólk og tryggjaði harumframt regluligt postsamband og ferðafólkaflutning.

Týskarin Karl Küchler, sum var í Havn í 1912, var bilsin um tað stóra vøruúrvalið í handlunum. Enntá sigarhandlar og serstakliga kondittarar trutu ikki.

Fólkatalið vaks áhaldandi, og neyðugt var at taka størri øki til húsabygging. Umleið ár 1900 keypti kommunan allan bøin, sum hoyrdi til festið vestara Húsagarð, til útstykking av nýggjum vegum og bústaðarøki. Kommunan hevði yvirtikið allan garðin í 1922 og Álaker í 1930.

Kommunan ráddi nú saman við almennum myndugleikum yvir meginpartinum av landøkinum í kommununi, og tað hevur gjørt sítt til, at Havnin hevur havt – og hevur enn – lutfalsliga lætt við at vaksa.

Tíðarmynd frá uml. 1950 úr Vágsbotni niðan móti Havnar kirkju. Húsið vinstrumegin er tann gamla, nú niðurtikna, matstovan Perlan. Á hennara grund er gjørd ein glæsilig steintrappa.
NATIONALMUSEET

Traðarfólk í Havn

Landbúnaðurin gjørdi, at bygdirnar fingu verið sjálvhjálpnar. Tann møguleikan høvdu havnarfólk ikki uttan viðvíkjandi fiskiskapi. Í Havn var einahandilin og í 20 ár eisini Rybergs Handil størsta arbeiðsplássið. Tey ognarleysu fingu móti endanum á 18. øld møguleika fyri at leiga eina trøð, og frá 1863 kundu tey eisini fáa trøðna til ognar við at lúka ávísar treytir. Trøðin var vanliga júst nóg stór til at at geva vetrarfóður til eina kúgv, velta epli og grønmeti og hava seyð, geitir og flogfenað.

Nógvar traðir vórðu innlagdar í Havn, og nøvnini á teimum síggjast aftur í gøtunøvnum í býnum. Tað vóru mong, ið settu búgv á trøðni. At havnarfólk fingu traðir, var ein samfelagslig atgerð, sum stóð við í kreppuni í 1930-árunum. Sum frá leið, mistu tær týdning sum livibreyð, og hjá flestum gjørdust tær frítíðarítriv, sambæriligar við sonevndar »kolonihavar« í Danmark.

So hvørt sum Havnin vaks, vaks virðið á traðunum, tí sum privat ogn verða tær matrikuleraðar í byggigrundir og seldar fyri høgan prís.

Nógvar av teimum gomlu traðunum eru nú tætt bygdar, men einstakar liggja enn sum byrgi inni í býnum.

Havnin eftir seinna heimsbardaga

Undir seinna heimsbardaga var Havnin – eins og Føroyar allar – ávirkað av bretsku hersetingini. Býurin steðgaði kortini ikki í vøkstri hesi árini, men vaks javnt og samt.

Meðan Føroyar vóru hersettar av bretum 1940‑1945, kom skansin í Havn aftur til gagns. Bretski herurinstyrkti hann við nýggjum tungum strandarskotvápnum og loftverjukanónum. Skansin er nú friðaður sum søguligt minnismerki við kanónum bæði frá seinna heimsbardaga og eldri tíð.

Ein nýggj fiskivinnuhavn varð gjørd í 1954, og á tí nýggja havnarøkinum var rúm fyri nýggjum virkjum, sum vóru knýtt at fiskiskapi og sigling, eitt nú tunnuvirki, ið hevði týdning fyri sildafiskiskapin í 1950-árunum, oljugoymslu, saltsilo og ísmaskinu til at køla fisk við. Bacalao, eitt virki, sum framleiddi klippfisk og fryst fiskaflak, var eitt týdningarmikið arbeiðspláss, men mátti steingja í fíggjarkreppuni í 1992.

Í býarpartinum úti á Reyni í gomlu Havnini. Ætlanin var í síni tíð at taka henda býarpartin niður, men hann varð í staðin varðveittur og er nú eitt væl umtókt bústaðarøki.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Havnin mentist ta fyrstu tíðina kring um havnarlagið, men útbygging av vegakervinum og flutningi við bili gjørdi, at útryðjurnar á býnum vórðu høglig staðseting av virkjum. Havnarlagið gjørdist nú eitt øki, haðani vøra varð flutt í bingjum umborð á ferðafólkaskip og ferjurnar til Nólsoyar og Suðuroyar.

Býarskipan og týdningarmestu bygningar

Havnin er fyrisitingarligur miðdepil í landinum, og á teimum mongu almennu stovnunum eru arbeiðspláss á øllum stigum og á mongum ymiskum yrkisøkjum.

Bústaður ríkisumboðsins, reistur sum amtmansbústaður 1880‑81, er sera sjónskur í býarmyndini. Henda lítla borgin við pyramiduspíri er bygd úr føroyskum gróti eftir tekningum hjá H. C. Ambjerg, og rundan um bústaðin er urtagarður. Aðrir ríkisstovnar falla betur inn í byggistílin í býnum, men teir eru allir savnaðir í býlinginum kring bústað ríkisumboðsins.

Gamli Kommunuskúlin í Havn er nú ráðhúsið hjá býnum. Í Vágsbotni hinumegin vegin sæst trappan, ið varð gjørd á grundina, sum matstovan Perlan stóð á fyrr.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Eftir at Løgtingið varð endurstovnað sum amtsráð í 1852, varð nýtt løgtingshús reist og vígt í 1854. Húsið, sum tá stóð uttan fyri býin, varð smíðað úr viði á hellugrund, hevði flagtekju og var málað svart. Seinni er tinghúsið fleiri ferðir úbygt og umbygt. Í 1907 varð vaksið um húsið, tað fekk nýggja tekju úr rukkublikki og varð málað hvítt. Í umvæling 1978‑80 fekk húsið aftur sína upprunaligu útsjónd, varð málað svart og fekk flagtekju. Eitt uppskot um nýtt løgtingshús í 1997 varð burturbeint í 1999 eftir nakað umrøðu. Tað gamla húsið varð varðveitt sum løgtingssalur, og við einum millumbygningi varð húsið bygt saman við ta gomlu telefonstøðina, har løgtingsumsitingin fekk rúm umframt nevndarrúm og tilhaldsrúm. Sjálvt løgtingshúsið varð málað hvítt aftur og fekk tekju úr fløgusteini. Løgtingið hevði í 1977 fingið tað gamla apotekið til umsitingina. Síðan 1997 hava teir politisku flokkarnir havt høli har.

Tórshavnar Býráð skrivaði í 1921 út kapping um skjaldarmerki fyri Havnar bý. Uppskotið hjá J. Waagstein, Tórshamari, vann.
STIG NØRHALD/RITZAU SCANPIX, 2016

Løgtingið er ein týðandi táttur av ímyndini av høvuðsstaðnum, tí hvørt ár á ólavsøku gongur alt løgtingið, landsstýrisfólk og prestar skrúðgongu til gudstænastu í Havnar kirkju og aftur í Løgtingið.

Tá ið heimastýrið varð stovnað í 1948, fekk landsstýrið skrivstovur í teimum gomlu bygningunum í Tinganesi. Landsstýrið keypti allar teir gomlu bygningarnar í 1957, og teir eru so við og við umvældir og endurnýggjaðir. Tá ið tað gjørdist ov trongligt, fluttu partar av miðfyrisitingini í 1995 í onnur høli í býnum.

Í 2008 varð ein ætlan fyri Tinganes samtykt við mentanarsøguligum eins væl og varðveitingar- og hentleikafyrilitum. Løgmansskrivstovan er í Tinganesi, og har eru eisini móttøku- og fundarhøli landsstýrisins. Harumframt hava skiftandi ráð fundarhøli her.

Havnin fekk í 1866 støðu sum býarkommuna við býráði. Í býráðnum vóru fimm fólkavald umboð umframt landfútan, sum var fastur limur. Tá í tíðini var valrætturin avmarkaður, og valið var ikki loyniligt. Landfútin hevur ivaleyst havt upp á seg stóra ávirkan, tí flestir fundir vórðu hildnir hjá honum. Við kommunulógini frá 1908 gjørdust øll býráðsumboðini fólkavald við loyniligari atkvøðugreiðslu, og tá høvdu kvinnur og menn oman fyri ein ávísan aldur rætt at velja. Sama ár fekk Havnin eisini støðu sum keypstaður.

Býráðsfundir vórðu frá 1909 hildnir í Sloans Sali, sum hevði hoyrt til brøðrasamkomuna. Sama ár keypti kommunan húsið Arnes Minde, sum skiparin og reiðarin Napoleon Andreassen hevði átt. Húsið hevði Niclas J. Niclasen á Bø, sum hevði verið á Vallekilde háskúla, teknað. Býráðið flutti tó ikki inn fyrr enn í 1918, og í 1926 fekk løgreglan høli á niðastu hædd, til nýggj løgreglustøð stóð liðug í 1967.

Havnin fekk eitt veruligt ráðhús í 1974, tá ið flutt varð inn í gamla kommunuskúlan frá 1874. Tað gamla Meinigheitshúsið tætt við ráðhúsið varð innrættað til býráðssal í 1983.

Síðan 1866 hevur kommunan havt ábyrgd av býarskipan, byggiloyvum, sløkkiliði og undirstøðukervi umframt tænastum á økjum sum kloakkskipan, ruskburturbeining, umsorgan og skúlagongd.

Húsini, ið vórðu reist fram við tí nýggja Tinghúsvegnum, vóru frá 1867, bygd eftir einari fastari linju, soleiðis at tey niðastu, rættiliga stóru og fínu húsini høvdu urtagarð framman, men húsini longur uppi við vegin høvdu ikki urtagarð. Sama skipan kom í gildi fyri tann nýggja býlingin úti í Bø við Tróndargøtu og Magus Heinasonargøtu. Fólkavøkstur og húsatrot gjørdu, at viðhvørt var hepnið ikki við býarskipanini. Eitt skifti varð umhugsað at beina fyri tí mesta av gomlu Havnini og byggja nýtt, men tað varð steðgað við byggisamtykt frá 1972. Í henni vóru serligar reglur fyri gomlu Havnina, soleiðis at tað umhvørvið er varðveitt. Býarætlanin varð endurskoðað í 1982 og einar tvær ferðir seinni, og býurin er vaksin við rúkandi ferð í allar ættir við nýggjum forstøðum.

Tórshavnar Sløkkilið, ið sum tilbúgv- ingar- og ávaringarmiðstøð fevnir um allar Føroyar, hevur røtur í rybergstíðini. Brandstøðin er nú staðsett við ein av innkomuvegunum í býnum við útsýni yvir býin. Tann elsta brandstøðin í býnum, Sproytuhúsið frá 1822, er enn at síggja úti á Reyni.

Tann fyrsta vatngoymslan í Havn var ikki stór, ein byrging í Havnará, kallað Ovasti Dammur, frá 1866. Seinni vórðu vatnrør løgd til vatnpostar í býnum, har til bar at fara eftir drekki- vatni. Í 1898 varð so smátt farið at leggja rør við rennandi vatni inn í hús. Nú á døgum fær býurin drekkivatn úr tveimum stórum byrgdum vatngoymslum við tilhoyrandi reinsiskipan í Havnardali og Villingadali. Harumframt eru fleiri smærri vatnverk í bygdunum í kommununi.

Í staðin fyri tey gomlu opnu ruskplássini í haga og sjóvarmála eru langt síðan komnar brennistøðir. Tann fyrra varð bygd í Havnardali í 1968 og tikin niður aftur í 1987, tá ið tann nýggja brennistøðin, Brennistøðin á Sandvíkahjalla, kom; har verður burturkastið skilt.

Kommunan hevur sett sær mál á orkuøkinum, og saman við orkufelagnum SEV hevur hon stovnað P/F Fjarhitafelagið við tí endamáli at gagnnýta avlopsvarman frá brennistøðini og frá Sundsverkinum, sum er orkuverkið hjá SEV, til fjarhita. P/F Bakkafrost bygdi í 2020 biogassverkið FÖRKA nærindis brennistøðini. Tað er ætlað at taka ímóti 100.000 tonsum av lívrunnum tilfari árliga, og avlopsorkan verður gagnnýtt til elframleiðslu. Umframt hetta er ein vindmyllulund til elframleiðslu bygd í haganum uttan fyri Havnina. Farið er undir at víðka um lundina.

Heilsa og umsorgan

Dronning Alexandrines Hospital, bygt 1921‑23, varð útbygt í 1962, og Landssjúkrahúsið, sum tað eitur nú, verður alsamt tbygt. Við 900 starvsfólkum er tað landsins størsta sjúkrahús og samstarvar við tey bæði smærru sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri. Landssjúkrahúsið samarbeiðir harumframt við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn og onnur donsk sjúkrahús.

Landslæknaembætið í Havn er ríkisstovnur og hevur skrivstovu hjá ríkisumboðnum. Tað eru 12 kommunulæknar í Tórshavnar kommunu. Høvuðsapotekið í Føroyum, Tjaldurs Apotek, er í Havn.

Í kommununi eru fjúrtan dagstovnar fyri børn í aldrinum 0‑6 ár. Av teimum er ein á Velbastað og tveir í Kollafirði. Níggju frítíðarskúlar eru spjaddir um Havnina og bygdirnar í kommununi. Haraftrat er Margarinfabrikkin, fyrr margarinvirki, sum nú er gjørt til virkishús fyri børn og ung frá 3. flokki til 17 ár.

Havnin fekk fyrsta heim fyri gomul, Ellisheimið, í 1953. Síðan eru fleiri komin aftrat: Lágargarður í 1987, Tjarnargarður, innrættaður í fyrrverandi marinustøðini, í 2004, Heimið í Vallalíð fyri minnisveik í 2005 og Boðanesheimið í 2012. Aftrat hesum eru fleiri eldrasambýli og umlættingarheim. Hvíldarheimið Naina, ið varð stovnað í 1936, og einasta barnaheimið, Føroya Barnaheim, frá sama ári taka inn fólk úr øllum Føroyum.

Vesturkirkjan sæst víða og er eitt eyðkenni hjá býnum. Á gróðurblettinum uttan fyri kirkjuna stendur standmynd av Sigmundi Brestissyni, ið sambært Føroyingasøgu kristnaði Føroyar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Kirkjur og trúarsamkomur

Tá ið Havnar kirkja varð bygd í 1788, stóð hon eitt sindur uttan fyri býin. Hon hevur síðan 1990 verið dómkirkja Føroya. Hon er fleiri ferðir umbygd, gjørd størri og endurnýggjað, og í 2016 fekk kirkjan grannahúsið Arnes Minde til ymist virksemi.

Havnin fekk eina sóknarkirkju aftrat, Vesturkirkjuna við 800 sitiplássum, í 1974. Holm & Grut teknaðu hana. Hugmyndin aftan fyri sniðið á henni er skip undir seglum, og tað 42 metrar høga tornið er skapað sum ein hálv pyramida. Innan gongur jákupsstigi upp í kirkjuspírið. Framman fyri kirkjuna stendur standmynd av Sigmundi Brestissyni. Listamaðurin er Hans Pauli Olsen, og listaverkið varð avdúkað í 2006.

Argja kirkja frá 1978 er við sínum einfalda sniði bæði innan og uttan ein samanseting av kristiligum samkomuhúsi og kirkju, reist av argjafólki sjálvum.

Hoyvíkar Kirkja, sum hevur uml. 600 sitipláss, varð vígd í 2007. Albert Isfeldt & Gudmund Hansen teknaðu hana.

Fyrsta katólska kirkja eftir siðaskiftið var Bauers Kirkja frá 1860, uppkallað eftir prestinum Bauer. Henda kirkjan stóð við Rættará, men varð skjótt niðurløgd. Tá ið katólski Sankta Frans Skúli varð bygdur í 1930, hoyrdi kirkja til skúlan. Ein nýmótans katólsk kirkja, sum Árni Winther hevur teknað, varð bygd í 1987. Mosaikkin við dyrnar hevur danski listamaðurin Sven Havsteen- Mikkelsen gjørt, og glasmálningarnir í kirkjuni eru eftir Trónd Patursson.

Tann lítla kirkjan Bethel hjá Sjeynda Dags Adventistum varð bygd í 1930. Í hennara stað varð nýggj kirkja reist í 1978 á somu grund sum privatskúlin, ið samkoman stovnaði í 1966.

Samkomuhúsið hjá brøðrasamkomuni, Ebenezer, frá 1905 mátti í 1963 víkja fyri tí nýggja Ebenezer. J.P. Gregoriussen og Kristoffur Kristoffersen teknaðu húsið, sum er stoypt. Brøðrasamkoman hevur eisini samkomuhús aðrastaðni í kommununi. Ein deild av brøðrasamkomuni, Lívdin, vígdi í 2021 eitt samkomu- ella mentanarhús í Hoyvík, sum Selmar Nielsen teknaði.

Hvítusunnusamkoman hevur tvey samkomuhús í Havn, City Church og Filadelfia, umframt samkomuhús í ymsum bygdum í kommununi. Frelsunarherurin hevur høli í hjarta býarins, og samkoman Oasan í Hoyvík er fríkirkja, stovnað á lutherskari grund í 2002. Jehova Vitni hava ríkissal í Havn.

Kirkjugarðar

Tann elsti og langt síðan niðurlagdi kirkjugarðurin var við Tinganes. Í 1782 varð kirkjugarðurin við Landavegin, eisini nevndur Gamli Kirkjugarður, gjørdur á Svínaryggi uttan fyri býin; lagt varð aftrat honum í 1922. Ein lítil kirkjugarður varð eisini gjørdur rundan um Havnar kirkju í 1788, men har er eingin jarðaður seinastu 150 árini.

Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin varð tikin í nýtslu í 1935, og tað hevur verið lagt aftrat honum fleiri ferðir. Har er ein deild við bretskum hermannagravum frá seinna heimsbardaga. Í 1951 varð reist eitt kapell á kirkjugarðinum, H.C.V. Tórgarð teknaði.

Nýggjasti kirkjugarður í Tórshavnar kommunu er kirkjugarðurin í Hoyvík, sum varð vígdur 28. august 2019.

Skúlar og útbúgvingarstovnar

Tann gamli latínskúlin varð formliga niðurlagdur í 1804, og Almúguskúlin frá 1632 varð í 1824 lagdur undir skúlaverk Føroya Amts. Føroya Millum og Realskúli varð stovnaður í 1861 sum sjálvstøðugur skúli. Í 1916 flutti H.N. Jacobsens Bókahandil í bygningin, við tað at skúlin fekk nýggjar bygningar longri uppi í býnum.

Í 1894 varð ein kommunuskúli reistur. Tað vóru føroyskir handverkarar, ið laðaðu hann. Hann varð nýttur til 1956, tá ið ein størri skúli, sum Lamhauge & Waagstein bygdu, loysti hann av. Hesin nýggi skúlin var granni hjá Millum- og Realskúlanum, sum gjørdist partur av Kommunuskúlanum í 1962. Bygningurin ber nú heitið Finsen eftir nobelvinnaranum N.R. Finsen, sum var úr Havn, og hýsir almennum lestraríbúðum.

Katólski skúlin Sankta Frans Skúli, sum H.C.V. Tórgarð teknaði og bygdi í 1930, varð lagdur undir kommununa í 1985.

Í 1968 varð Venjingarskúlin bygdur, atknýttur Føroya Læraraskúla. Harumframt varð ein stórur fólkaskúli, Eysturskúlin, vígdur í 1980.

Fólkavøksturin og tað, at býurin hevur fingið fleiri nýggj íbúðarøki, hevur elvt til, at skúlar eru niðurlagdir og nýggir skúlar bygdir aðrastaðni í kommununi. Tann størsti nýggi skúlin er Skúlin á Fløtum frá 2020, sum Venjingarskúlin og Kommunuskúlin vórðu lagdir saman í. Av eldri skúlum í sjálvum býnum eru bara Eysturskúlin og Sankta Frans Skúli eftir. Á Argjum, sum er ein skjótt vaksandi forstaður hjá Havnini, varð Skúlin á Argjahamri vígdur í 2011. Í Hoyvík er ein skúli frá 1977, sum er útbygdur einar tvær ferðir, og harumframt Skúlin við Løgmannabreyt, sum stóð fullgjørdur í 2008.

Tveir frískúlar eru í kommununi. Annar, Lítliskúli við Hoyvíkstjørn, leigar fyrrverandi skúlabygningin hjá adventistunum. Hin, Frískúlin í Havn, heldur til á Velbastað.

Serskúlin Skúlin á Trøðni varð stovnaður í 1962 sum ein danskur stovnur við navninum Statens Skole for Høre- og Talelidende. Hann varð síðan yvirtikin av føroyskum myndugleikum og er einasti serskúli fyri næmingar við serligum tørvi. Sami bygningur hýsir Sernámi, sum býður skúlum, dagstovnum og foreldrum um alt landið ráðgeving um serundirvísing í samstarvi við kommunurnar.

Í Havn eru størstu og týdningarmestu útbúgvingarstovnarnir bæði á miðnámsstigi og á framhaldsstigi. Her er at nevna Glasir, sum hýsir gymnasialum og yrkisrættaðum miðnámi umframt hægri námi innan búskap. Í býnum er eisini Læraraskúlin, stovnaður í 1870, sum varð tikin av í 2008 og lagdur saman við Fróðskaparsetri Føroya sum Námsvísindadeild.

Tað var Føroya Fróðskaparfelag, sum tók stig til, at Fróðkaparsetur Føroya við undirheitinum Academia Færoensis varð stovnað í 1965, og í 1967 fekk tað, um ikki stóra høll, tak yvir høvdið. Í 1987 fekk Fróðskaparsetrið støðu sum universitet, og í dag er tað ein týðandi partur av høvuðsstaðnum, serliga eftir, at lestrarbústaðir vórðu gjørdar til lesandi.

Háskúli og frítíðarundirvísing

Føroya Fólkaháskúli flutti úr Føgrulíð á Borðoy til Havnar í 1909 og hevur verið har síðan. Eitt háskúlaskeið var tað fyrsta fetið hjá mongum, sum vildu útbúgva seg. Nú á døgum undirvísir Háskúlin serliga í skapandi lærugreinum og skipar fyri ymsum skeiðum.

Tórshavnar Musikkskúli fekk tíðarhóskandi høli, tá ið konserthøllin Hátún stóð liðug í 2020.

Kvøldskúlaundirvísing hevur verið í Havn síðan 1882. Henda frítíðarundirvísingin er nú í hondunum á Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúla. Skúlin býður nógv og fjølbroytt skeið, harímillum føroyskt fyri tilflytarar.

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein hin týdningarmesti mentanarstovnurin í Føroyum. Húsið er karmur um alskyns mentanarvirksemi umframt fundir og ráðstevnur.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Mentanar- og ítróttastovnar

Norðurlandahúsið, sum læt upp í 1983, hoyrir undir Norðurlandaráðið. Tað verður nýtt til konsertir, tónleikafestivalar, leiksýningar, listaframsýningar, ráðstevnur og annað mangt. Norðurlandahúsið er tað fjølbroyttasta mentanarhúsið í Havn, og har heldur Føroya Symfoniorkestur árliga nýggjárkonsert. Granni hjá Norðurlandahúsinum er Kringvarp Føroya.

Sjónleikarhúsið er ogn hjá áhuga- leikarafelagnum Havnar Sjónleikarafelag og hevur, síðan tað varð bygt í 1926, verið pallur fyri bæði áhugaleik og yrkisleik. Í 2005 gjørdist Tjóðpallur Føroya tjóðleikhús. Tað hevur virksemi sítt í gomlu hølunum hjá Thorshavns Mejeri og Mælkeforsyning, men ætlanir eru um at byggja tjóðleikhús í Havn.

Áður vóru Sjónleikarhúsið og Havnar Bio, sum er í bygningi frá 1962, teir báðir biografarnir í Havn. Nú er Havnar Bio einasti biografur.

Vágsbotnur við Vestaruvág er eitt tað lívligasta staðið í Havn. Har eru kaffistovur, fiska- og grønmetistorg og søla av ymsari heimagjørdari vøru, t.d. troyggjum og øðrum bundnum pløggum.
FINN FRANDSEN/RITZAU SCANPIX, 2021

Havnar Hornorkestur varð stovnað í 1901, tá við heitinum Hornorkestret Tjaldur, og Harmoniorkestrið GHM í 1922. Hesi bæði orkestrini eru enn virkin og eru at síggja í býnum við serlig høvi. Kommunan læt í 2014 eitt gamalt reinsarí umbyggja til spælistaðið Reinsaríið sum lið í ætlanini at gera Tórsgøtu til mentanargøtu fyri ung og gomul. Fleiri onnur spælistøð eru. Við havnarlagið í Vágsbotni verður tónleikafestivalurin Voxbotn hildin hvørt summar.

Gundadalur hevur síðan 1909 verið ítróttadalurin í Havn. Tórsvøllur, tjóðleikvøllurin við 6.040 sitiplássum, var liðugur í 2021, men sjálvur vøllurin varð nýttur fyrr. Umframt Tórsvøll eru tveir aðrir vøllir og fleiri ítróttarhallir. Stór innandura svimjihøll varð bygd í 1982, og ein nýggj størri er í gerð. Tórsbreyt, ein nútímans rennibreyt, varð gjørd nærindis Gundadali í 2008. Ymisk ítróttafeløg hava hús í Gundadali; tað elsta fótbóltsfelagið er HB, Havnar Bóltfelag, frá 1904. Smærri ítróttarøki eru á Argjum og í Hoyvík.

Almenn arbeiðspláss og privat virki

Teir mongu stovnarnir, sum tey ymsu landsstýrisráðini varða av, eru við fáum undantøkum staðsett í høvuðsstaðnum, og saman við teimum báðum stóru peningastovnunum Bank Nordik og Betri Banka standa teir fyri nógvum av teimum stóru arbeiðsplássunum í býnum.

Flestir størri og smærri handlar og virki vóru áður mitt í býnum, men hava nú tikið seg út til ídnaðarøkini í útjaðaranum á býnum, har betri pláss og parkeringsmøguleikar eru. Handilsmiðstøðin SMS varð bygd í 1977 og tað nýggja Tjaldurs Apotek undir somu tekju. SMS er bygt út í fleiri umførum, og til parkeringsøkið hoyrir stórur bilkjallari. Í SMS eru 25 ymiskir handlar umframt stórhandilin Miklagarð, har kondittaríið Omaná eisini er. Til SMS-samtakið hoyrir eisini matvøruketan Bónus, sum hevur latið fleiri stórhandlar upp í útjaðaraøkjum við nógvari nýbygging.

Føroya Keypssamtøka hevur stóran handil mitt í Havn og stórhandil í Hoyvík. Fleiri aðrir gerandisvøruhandlar, eisini staðsettir í teimum nýggju bústaðaøkjunum, samstarva við útlendskar handilsketur, sum útvega teimum vøru.

Í Havn eru enn tvær stórar heilsølur í matvørugeiranum. Onnur er P/F Poul Hansen, stovnað í 1927, og undir henni P/F Krás; hin er P/F Poul Michelsen, stovnað í 1974, og undir henni P/F Kjøtbúðin. Tann, sum framleiðir mjólkarvøru í Føroyum, er MBM, Mjólkarvirki Búnaðarmanna, í Hoyvík, sum keypir mjólk frá teimum átjan mjólkarbóndunum. Føroysk Altjóða Skipaskráseting, hevur høvuðssæti í Havn, eins og ymisk reiðari og flutningsvirki.

Broytingin í rúsdrekkalógini í 1992 hevur verið við til at skapa vøkstur í matstovu- og hotellgeiranum, og tað hevur gagnað ferðaídnaðinum, sum hevur tikið seg munandi fram í seinastuni. Tvey stór nýggj hotell lótu upp í 2020, og onnur hotell hava verið útgjørd við fleiri kømurum. Aftrat koma smærri gistingarhús, vallaraheim og møguleikin at gista privat. Ferðafólkavinnan hevur eisini gjørt, at nú eru fleiri bussar og leigubilar enn áður.

Almenni geirin, tænastugeirin og virksemi hjá t.d. læknum, løgfrøðingum og øðrum akademikarum umframt listafólkum er nógv vaksið í høvuðsstaðnum. Fram til 1990-árini vóru enn arbeiðspláss í fiskiídnaðinum í høvuðsstaðnum, men tað eru tað ikki longur.

Á havnarlagnum við Vestaru Bryggju er Vónin P/F, sum mennir og framleiðir fiskireiðskap og tilfar til havfiskiskap og laksaaling umframt aðra útgerð til frálandsvinnu. Her er eisini skipasmiðjan, ið byrjaði sum Tórshavnar skipasmiðja í 1936, og sum nú eitur MEST. Skipasmiðjan er ogn hjá MEST Shipyard, sum er úrslit av samanrenning í 2008 millum tær tríggjar skipasmiðjurnar Skála skipasmiðju, Vestmanna skipasmiðju og Tórshavnar skipasmiðju. MEST, sum stendur fyri Machine, Electricity, Steel og Timber, hevur 250 starvsfólk og hevði ábyrgdina av at smíða havrannsóknarskipið Jákup Sverra, 2020. Á hinum havnarlagnum, Eystaru Bryggju, er farstøð fyri ferðafólkaskip og bilferjuna Norrönu.

Grønir blettir og minnismerkir

Síðan síðst í 19. øld hava verið gjørdir nógvir urtagarðar við trøum, t.d. ahorn og royniviði, og teir eru enn partur av býarmyndini. Roynt varð at seta granntrø niður uttan fyri Havnina í 1870-árunum, men tey vuksu ikki væl.

Danska gróðurfelagið Det Danske Hedeselskab var uppií, tá ið Viðarlundin varð gjørd í 1904. Seinni er hon vorðin býarlund Tórshavnar. Í býnum eru eisini nógvir grønir blettir, eitt nú Debesartrøð, sum nú er lund hjá Fróðskaparsetrinum. Kommunan hevur í seinni árum gjørt lendisgøtur í ymsum grønum økjum í býnum og í haganum kring býin, har tað ber til at ganga ella renna.

Í sjálvum býnum eru mong minnismerki. Kongaminnið varð sett í 1882 til minnis um fyrstu kongsvitjanina í Føroyum í 1874. Minnisvarði um V.U. Hammershaimb, próst og málgranskara, stendur á Debesartrøð. Undir trækrúnunum framman fyri bústaðnum hjá ríkisumboðnum er ein minnispláta fyri Niels R. Finsen, sum vann Nobelvirðislønina í medisini í 1903 fyri at menna ljósviðgerð av húðtuberklum. Á vøllinum við Løgtingið stendur bringumynd av skaldinum Rasmusi Effersøe. Tvær standmyndir í lítlari stødd av skaldabrøðrunum J.H.O. Djurhuus og H.A. Djurhuus standa við barnaheim teirra Áarstovu, og við Sjónleikarhúsið er standmynd av H.A. Djurhuus í fullari stødd. Í Viðarlundini er standmynd av sjómanni, reist í 1956; tað er siður, at løgmaður hvørt ár 1. november leggur krans við standmyndina til minnis um føroyskar sjómenn, sum hava latið lív á sjónum.

Í Vágsbotni er standmynd av sjómanninum og tjóðarhetjuni Nólsoyar-Pálli. Listaverkið gjørdi Hans Pauli Olsen í 1995. Herumframt eru ymsar standmyndir av almennum, ímyndarligum slag, teirra millum Fiskakonan á Høgukai við Vestaruvág, Traðarmaðurin framman fyri ráðhúsið, Myndin við tann gamla sparikassan og Bóndin og bóndakonan á Glaðsheyggi.

Tað, sum áður var fiskiveiðihavn, fiskavirki og saltgoymsla, hýsir nú gransking, undirvísing og ymsum virkjum lið um lið við ta virknu skipasmiðjuna MEST, sum er granni hjá smábátahavnini í býnum. Í miðjuni sæst Landsbókasavnið og tað gamla bókasavnið, sum nú er fyrisitingarbygningur hjá Fróðskaparsetrinum. Vinstrumegin sæst býlingurin Hornabøur við raðhúsum frá 1950-árunum, og longri uppi er Vinnuháskúlin, har stýrimenn og maskinmeistarar nema sær útbúgving. Ovast í vinstra horni stendur Vesturkirkjan.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Havnarlagið

Tórshavn hevur altíð verið høvuðshavn í Føroyum, hóast hon ikki er góð havn frá náttúrunnar hond. Vøra og ferðafólk vórðu áður ferjað í land av skipunum, ið lógu úti á redini. Kranin við Vippuna, haðani vøra varð lossað, er ikki til longur, men traðkiplankin er enn har. So við og við vórðu brýr og atløgupláss gjørd. Kongabrúgvin varð bygd, so at kongur, sum honum sømdi, fekk stigið á land, tá ið hann vitjaði í 1874. Fyrsti moli og atløgubryggja til stór skip var liðug í 1929, og árini 1948‑54 varð Eystara bryggja, eystarumegin Eystaruvág, gjørd. Í 2020 stóð tað nýggja havnarlagið til stór skip klárt, størsta ferðsluhavn í Føroyum. Eisini eru at nevna havnarlagið á Sundi og í Kollafirði umframt ymsar smábátahavnir í kommununi.

Mong arbeiðspláss við havnarlagið, sum vóru tongd at fiskiskapi, hvurvu fyri aldarskiftið 2000, m.o. Bacalao við saltsiloini, og burturbeiningin hevur givið pláss fyri Sjóvinnuhúsinum, ið hóast navnið hýsir virksemi við íverksetan, nýskapan og filmsgerð umframt deildum á Fróðskaparsetri Føroya og matstovuni Silo.

Meginparturin av havnarlagnum er nú afturlatið land fyri havnarfólk orsakað av altjóða avtalum víðvíkjandi havnum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jens Pauli A. Nolsøe

    (f. 1957) Cand.mag. í søgu og føroyskum. Skjalavørður á Tvøroyar Skjalasavni.

  • Kári Jespersen

    (f. 1958) Cand.mag. í søgu og føroyskum. Stjóri á Tvøroyrar Skjalasavni.