Íbúgvar og bústaðir

Fólkavøksturin í Føroyum 1966-2021 og forsøgn 2022-45. Indeks: 1966 = 100.
HAGSTOVA FOROYA IB08010 & DST 1966-1984

Í 2017 fór fólkatalið í Føroyum upp um 50.000, og í 2021 fór tað upp um 53.000. Hetta tí, at fólkavøksturin frá miðjuni av 2010-árunum tók positiva vend við 800 fólkum um árið, svarandi til uml. 1,5 %.

Á figurinum sæst fólkavøksturin síðani 1966 saman við einari framrokning fyri eitt 20 ára tíðarskeið. Grafurin vísir avleiðingarnar av búskaparliga skrædlinum fyrst í 1990-árunum, eina líðandi framgongd fram til 2004, síðani er stígur í fram til 2014 og so eitt nýtt tíðarskeið við vøkstri, sum væntast at halda fram, tó hóvligari. Positivi fólkavøksturin kom eftir eitt tígguárarskeið, har stórt burðaravlop varð javnað við líka stórari nettofráflyting á hvørjum ári, serliga ímillum tey ungu. Orsøkin var í høvuðsheitum ov fáir møguleikar til hægri lestur, ov lítið arbeiði uttan fyri siðbundnu arbeiðsøkini og mentanarligt afturhaldni. Á fólkamunni varð hetta tíðarskeiðið kallað »Exit Føroyar«.

Henda gongdin 2004-13, tá ið alt stóð í stað, broyttist sjónliga frá 2014. Burturflytingin minkaði í stórum, og tilflytingin vaks, so úrslitið varð árligur vøkstur í nettotilflytingini. »Exit Føroyar« vendi til »Enter Føroyar«. Fleiri positivar orsøkir vóru til hetta. Stórur vøkstur í útflutningsvinnum sum fiskivinnu, laksaaling og fiskiídnaði høvdu við sær víðfevndan vøkstur, har nýggj arbeiðspláss vórðu skapt í øllum vinnum, stór verklagsarbeiði í bygging og undirstøðukervi vórðu sett í verk, nýggj arbeiði í ferðafólka og matstovuvinnuni, og nýggjar KT- og granskingargrundaðar vinnur vórðu settar á stovn. Haraftrat komu nýggj yrki innan fyri list og mentan, sniðgeving og onnur kreativ yrki og í ítróttarlívinum.

Miðvís mál vórðu sett á útbúgvingarøkinum við øktum møguleikum fyri hægri lesnaði í Føroyum, og gransking og tøknilig menning vórðu raðfest hægri. Samstundis gjørdust Føroyar við m.a. at seta sær stór mál í mentanar- og frítíðarlívinum eitt opnari og meira nútímans samfelag og harvið meira freistandi hjá bæði ungum í Føroyum og hjá nógvum ungum føroyingum búsitandi í útlondum; og m.a. valdu serliga nógvar smábarnafamiljur í stóran mun at flyta aftur til Føroya.

Úr oyggjasamfelag til spjadda býargerð

Búsetingin í Føroyum er spjadd á 16 av teimum 18 oyggjunum. Fyrr vóru tær eitt oyggjasamfelag, har 120 bygdir vóru skildar sundur av firðum, sundum og høgum fjøllum, og tað tók hálvar og heilar dagar at ferðast úr einari bygd í aðra. Hetta sæst aftur í burturflytingini, ið var frá smáu oyggjunum og bygdunum í útjaðarunum til størru bygdirnar og høvuðsstaðarøkið.

Seinastu áratíggjuni eru Føroyar við støðugt størri skundi broyttar frá oyggjasamfelagi til eitt meira býarkent samfelag. Tó er fólkavøksturin ikki bara miðsavnaður í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í eina meiri býarkenda spjaðing, har oyggjar, bygdir og býir eru vorðin knýtt saman við stórum íløgum í undirstøðukervið. Hetta hevur havt við sær javnari fólkavøkstur í høvuðsstaðnum og samanknýttum økjum. Av somu orsøk hevur eisini verið stórur vinnuligur vøkstur her.

Føðitíttleiki: tal á børnum fyri hvørja kvinnu í barnburðaraldri (15-49 ár). Tølini hjá Danmark, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki eru frá 2020, hini tølini eru frá 2019.
NORDICSTATISTICS.ORG LIFE01 OG HAGSTOVA FØROYA

Stórur føðitíttleiki og høgur miðallivialdur

Allastaðni í Evropa er føðitíttleikin minkaður seinastu áratíggjuni til, at vanliga støðið nú er langt undir tvey børn fyri hvørja kvinnu á barnsburðaraldri (15-49 ár), sum er kravið fyri at varðveita eitt støðugt fólkatal. Miðaltalið í Evropa er uml. 1,5 og í Norðurlondum knapt 1,7 børn. Føroyar eru undantakið við uml. 2,3-2,4 børnum fyri hvørja kvinnu seinastu trý áratíggjuni, sum er tað hægsta í Evropa.

Aftrat stóra føðitíttleikanum kemur eisini støðugt vaksandi miðallivialdur. Í 2020 gjørdust kvinnur í miðal 86 ár og menn 81 ár. Í Danmark eru samsvarandi tølini uml. tvey og eitt ár lægri fyri ávikavist kvinnur og menn.

Høgi miðallivialdurin og stóri føðitíttleikin hava við sær lutfalsliga stórt burðaravlop (fleiri nýfødd enn deyð), sum er fyrsta treytin fyri natúrligari nøring og fólkavøkstri. Burðaravlopið í Føroyum er uml. 6 fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, sum er eitt sindur meira enn í Íslandi og munandi meira enn í hinum Norðurlondum.

Fólkatalspyramidur fyri Føroyar 1989, 1996 og 2021, tal á fólki eftir kyni og aldri. HAGSTOVA FØROYA IB01020

Flyting – demografiski akilleushælur Føroya

Burðaravlop og nettoflyting 1970-2020.
HAGSTOVA FØROYA

Umframt føðitíttleika og burðaravlop er flyting (árliga flytingin ímillum Føroyar og útlond, íroknað Danmark) avgerandi orsøk til gongdina í fólkatalinum. Í størri samfeløgum á meginlandinum er flytingin ímillum øki inni í landinum, men í Føroyum er tað í stóran mun út um landamarkið. Tí ávirka flytingar í nógv størri mun gongdina í fólkatalinum her enn í hinum Norðurlondunum.

Í summum tíðarskeiðum hava verið stór sveiggj í flytingarmynstrinum ímillum Føroyar og útlond. Eitt so lítið samfelag er ógvuliga viðkvæmt, tá ið ræður um konjunkturbroytingar. Tá ið inntøku- og arbeiðsmøguleikar bila, er burturflyting oftast ein beinleiðis fylgja. Í góðum tíðum sæst soleiðis størri tilflyting, og sum oftast eru tað føroysk ung og barnafamiljur, sum flyta heim aftur.

Í 1950-árunum og 1960-árunum vóru vinnulív og arbeiðslív í stórum trupulleikum, og hetta hevði við sær stóra nettofráflyting, sum var uml. 250 fólk um árið. Í einum vakstrar og endurreisingartíðarskeiði í 1970-árunum og 1980-árunum var ein lítil nettotilflyting, uml. 90 fólk um árið. Í árunum 1989-95 upplivdi føroyska samfelagið eitt fullkomið skrædl í privata og almenna búskapinum. Virkir fóru á húsagang, og fleiri túsund fólk noyddust at flyta frá húsi og heimi; arbeiðsloysið vaks frá at vera lítið og einki til upp um 20 %. Úrslitið var ein stór nettofráflyting, tilsamans 7.250 fólk, sum svarar til meir enn 15 % av íbúgvunum. Samanborið við donsk viðurskifti hevði hetta svarað til eina nettofráflyting upp á 750.000 fólk hesi árini. Henda stóra fráflytingin elvdi til stóra avlagan av aldursmynstrinum, sum er lýst í Figurinum fyri 1989 og 1996, tað vil siga beint fyri og eftir kreppuna. Eftir bara sjey árum sæst ógvislig minking í teimum yngru aldursbólkunum heilt upp í 40 ár.

Síðan er fólkasamansetingin partvíst ment aftur aldursbólkunum viðvíkjandi. Við øktari tilflyting og fólkavøkstri eru ungu ættarliðini vorðin væl størri, og harvið er eisini lagt betri grundarlag fyri natúrligum fólkavøkstri. Hinvegin síggjast somu demografisku drøg sum í øðrum evropeiskum londum við vaksandi eldri ættarliðum.

Tilflytarar eftir ríkisborgaraskapi.
NORDICSTATISTICS.ORG CHIL02 OG HAGSTOVA FØROYA

Positivu árini av afturflytingini

Broytingar í aldursmynstrinum í exit-tíðarskeiðnum 2004-13 og entertíðarskeiðnum 2014-20.
HAGSTOVA FØROYA

Størstu positivu broytingarnar í fólkatali og -samanseting eru av tilflytingini síðan miðjuna av 2010-árunum. Í flestu Norðurlondunum og øðrum evropeiskum londum er stóra talið á tilflytarum borgarar við útlendskum ríkisborgaraskapi. Í Føroyum er tilflytingin fyri tað mesta egnir borgarar, ið flyta heim aftur eftir at hava búð í útlondum styttri ella longri tíðarskeið. Síðan miðjuna av 2010-árunum hava næstan 70 % av tilflytingini til Føroya verið fólk við (føroyskum-donskum) ríkisborgaraskapi. Í hinum Norðurlondunum er hesin parturin 20- 25 %.

Samanborið við sokallaða exittíðarskeiðið 2004-13 hevur í entertíðarskeiðnum frá 2014 verið munandi størri vøkstur í yngru aldursbólkunum enn í teimum eldru: Í árunum 2004-13 minkaði bólkurin av íbúgvum undir 40 ár við yvir 2.700 fólkum, samstundis sum bólkurin av íbúgvum yvir 40 ár vaks samsvarandi. Gongdin var øvut árini 2014-2020, har bólkurin av íbúgvum undir 40 ár vaks við uml. 2.600 fólkum, og bólkurin av íbúgvum yvir 40 ár vaks við uml. 2.200.

Um tað ber til at varðveita stóra virksemið og í framtíðini at sleppa undan stórari afturgongd, ber kanska til at halda fráflytingini á hesum lutfalsliga lága stigi. Væntandi er, at afturflytingin til Føroya fer at minka, av tí at avmarkað er, hvussu nógvir føroyingar eru fluttir úr Føroyum, og tað er bara lítil partur av tilflytarunum, sum hevur annan ríkisborgaraskap enn føroyskan-danskan. Tí eru útlit fyri minkandi nettotilflyting, so tað gerst ein tolilig javnvág ímillum til- og fráflyting. Tá fer fólkavøksturin bara at vera natúrliga burðaravlopið, og vit fara at síggja árligan vøkstur, sum er uml. ein triðingur av tí sum hann var í seinnu helvt av 2010-árunum. Harumframt fær fólkavøksturin ískoyti av støðugt vaksandi livialdrinum, sum ger, at fólkatalið økist í eldru ættarliðunum.

Sambært forsøgnunum fer fólkavøksturin at minka komandi árini fram ímóti 57.000 íbúgvum seinast í 2030-árunum. Avgerandi fyri framhaldandi vøkstur verður, hvussu leingi positivi fólkavøksturin kann vara.

Miðalsøluprísir á húsum í smáum bygdum, býum og stórum bygdum og í Havn 1985-2020.  
HAGSTOVA FØROYA IP04010

Bústaðarviðurskifti, sløg av bústøðum og støddir á húskjum

Nógv summarhús eru so líðandi vorðin minst líka stór sum vanlig sethús. Her sæst eitt øki við summarhúsum við Gjógv, har skjótt líka nógv fólk halda til sum tey, ið búgva har fast.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Bústaðirnir eru í nógv størstan mun sethús. Orsøkin til hetta er, at tað leingi hevur verið siðvenja, at familjur keypa grundstykkir frá kommununum at byggja á. Tí eiga flestu familjur egin hús. Í 1977 búðu 85 % av húsaeigarunum sjálvir í húsum sínum, men talið var minkað til 80 % í seinastu fólkateljing í 2011. Tað gongur sostatt seint at fáa fleiri leigubústaðir.

Umframt sethús eru eisini rað-, randar- og tvíhús, og serliga seinnu árini eru bygd rættilig íbúðarhús ella íbúðarblokkar, serliga í Suðurstreymoy. Í 2010 vóru uml. 500 bústaðir av slagnum raðhús ella íbúðir í Suðurstreymoy, og í 2020 var talið næstan tvífaldað; serliga íbúðarbyggingin hevur verið við til at økja vøksturin. Í Norðuroyggjum sæst ein líknandi vøkstur í tali á íbúðum, men tølini eru tó enn heilt smá samanborið við sethúsini og eru bara ein tjúgundapartur av samlaðu bústaðarbyggingini um alt landið. Í 2020 vóru uml. 95 % av bústøðunum framvegis hús við einari familju. Í 2010 var hetta talið 98 %.

Menningin av veganetinum, har tunlar og undirsjóvartunlar hava stytt um tíðina at ferðast, hava ávirkað bústaðarmynstrið. Serliga væl ber til at arbeiða í høvuðsstaðarøkinum og búgva nærindis, har húsaleigan er lægri. Hetta hevur ávirkað gongdina á bústaðarprísunum fyri hús í Havn, har prísirnir eru meira enn tvífalt so høgir sum uttan fyri Havnina og haraftrat vaksa skjótari enn aðrastaðni. Í 2020 var miðalstøddin á húskjum 2,9 fólk. Hetta talið er eitt sindur lægri í Sandoynni og Suðuroynni, og í hinum økjunum víkur lítið frá. Støddin á hvørjum húski er tó minkað munandi samanborið við fólkateljingina í 1977, tá ið miðaltalið var 3,7 og í sunnaru helvt av Eysturoynni yvir 4. Til samanberingar var miðalstøddin á húskjum í Danmark 2,1 fólk í 2020.

Nýggjari íbúðarblokkar í Hoyvík í 2021. Íbúðarbygging í Hoyvík hevur ment seg við rúkandi ferð seinastu áratíggjuni.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Í 2020 vóru uml. 9 % av fólkinum einsamøll í húsi, og hetta er meira enn tvífalding frá fólkateljingini í 1977. Samsvarandi tøl úr Danmark vóru 18 % í 2020. Tað er stórur munur á, hvussu nógv fólk eru einsamøll í húsi í ymsu økjunum: úr 7 % sunnast í Eysturoynni til 13 % í Sandoynni.

Gongdin í fólkatalinum býtt á øki

Kortini niðanfyri vísa gongdina í fólkatalinum frá 1966 til 2021, býtt á øki. Í hesum 55 ára tíðarskeiði er íbúgvatalið vaksið frá uml. 37.000 til uml. 53.000, sum svarar til 43 %. Vøksturin hevur verið størstur í Suðurstreymoy, har fólkatalið er tvífaldað og vaksið við yvir 10.000 íbúgvum. Hartil koma økini nærindis, serliga sunnari partur av Eysturoy. Her er fólkatalið vaksið 62 %, sum svarar til uml. 4.000 fólk, og hetta hevur styrkt støðuna í økinum til tað tættast bygda í Føroyum.

Onnur øki við vøkstri eru Norðstreymoy við 39 % og Vágar við 34 % í tíðarskeiðinum. Vøksturin er heldur slakari í næststørsta býarøkinum, klaksvíksøkinum, sum hevur økt fólkatalið við uml. 1.100 fólkum ella 25 % í tíðarskeiðnum.

Gongdin er øvut á sunnaru oyggjunum Sandoy og Suðuroy, har fólkatalið er minkað uml. 20 %. Sama afturgongdin sæst á norðaru smáoyggjunum og í enn størri mun á smáoyggjunum í ein útsynning, har fólkatalið er minkað niður í minni enn helvt.

Tal á fólki í ymsu økjunum 1966 og 2021.
HAGSTOVA FOROYA IB08011 & IB01030

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið