Saksun

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Norðarlaga á Streymoynni vestantil liggur Saksun, umringað av stórslignari náttúru við brøttum fuglabjørgum og líðum. Stavsetingin Saxhøfn vísir, at Saksun fyrr í tíðini var ein havn, sum fyltist við sandi í einum ódnarveðri í 1602. Bóndagarðurin Dúvugarðar við úthúsum er friðaður og hoyrir í dag til Tjóðsavnið.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Saksun er 29 merkur og 8 gyllin, av teimum eru 29 merkur festijørð og 8 gyllin óðalsjørð. Festini eru fýra. Í bygdini búgva 10 fólk. Seyðatalið er 818 áseyðir. Í 1584 kallast Saksun Saxhøfn. Saksun var ein av minstu kommunum í landinum, til hon í 2005 gjørdist partur av Sunda kommunu.

Bygdin er umgird av høgum fjøllum; sunnanfyri hevjar hægsta fjall á Streymoynni, Koppenni 789 m, seg. Í dalsmunnanum út ímóti sjónum er sandurin, Lógvin, haðani sker ósin seg inn í landið. Í ósanum er flóð og fjøra, og innan fyri er Pollurin. Ein av teimum stóru áunum, sum renna út í Pollin, er Skipá. Navnið á bygdini kann benda á, at her var náttúruhavn í gamlari tíð. Tað er søgn, at óveður í 1602, kyndilsmessan harða 2. februar 1602, fylti innsiglingina við sandi, so at tað fyrsta skipið, sum royndi at koma inn í havnina, strandaði úti á Lónni.

Bygdin er heilt øðrvísi dánað enn aðrar føroyskar bygdir, við tað at teir tríggir býlingarnir Dúvugarður, Svartá og Kvíggjhamar liggja spjaddir og stórt sæð eingin búseting er teirra millum.

Saksun er gott villlaksapláss, bæði í fjøruni og í Saksunarvatni, sum liggur við endan á tí 10 km langa dalinum millum Hvalvík og Saksun.

Ein miðaldarkirkja varð niðurtikin, og síðani gingu saksuningar í kirkju í Tjørnuvík. Í 1858 varð kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og síðani bygd uppaftur í Saksun, laðað av gróti við tí gamla viðinum innan.

Tað er tann stórfingna náttúran saman við tí gamla bóndagarðinum Dúvugørðum, sum er varðveittur við upprunaligum innbúgvi, sum ger, at Saksum er eitt av mest vitjaðu ferðamálunum í Føroyum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.