Listahandverk og sniðgeving

Filmsleikarin Sofie Gråbøl í teirri víðagitnu troyggjuni frá Guðrun & Guðrun undir upptøkum til sjónvarpsrøðina Forbrydelsen (2012) hjá DR.
KELD NAVNTOFT/RITZAU SCANPIX

Føroyskt listhandverk og sniðgeving høvdu eitt blómingarskeið í 20. øld. Hyggja vit at, hvussu gongdin og korini hava broytst seinastu góðu hundrað árini, sæst ein áður navnleys og felags framleiðsla serliga av ullarvørum, sum nú fer fram undir vørumerkjum, knýtt at einstaklingum. Fleiri staðbundnir listhandverkarar og sniðgevar arbeiða burturav við sínum handverki og reka egnar fyritøkur. Harafturat koma so tey, ið hava hetta sum hjávinnu. Binding sum handverk hevur havt góðar umstøður at mennast og halda seg uppi sum siðvenju. Aðrastaðni í Evropa datt bindingin mest sum niðurfyri, so hvørt sum ídnaðargerðin vant upp á seg. Men tað hendi ikki í Føroyum. Orsøkin kann vera, at Føroyar vóru so avbyrgdar, og at eingin nútímans ullvøruídnaður tók seg upp her.

Men orsøkin kann eisini vera, at ull var og enn er høglig at fáa her á landi. Binding krevur heldur ikki stór amboð, bert stokkar, sum lættir at hava við sær og at framleiða, ella bíligir at innflyta. Tað vóru í høvuðsheitum pløgg, sum vórðu bundin, troyggjur, hosur o.a., og soleiðis er tað enn. Annað tilfar hevur ikki verið so høgligt at fáa hendur á, eitt nú viður; lítil viðarvøkstur er í Føroyum. Veving var ein annar máti at framleiða pløgg, men kravdi meir enn bindingin. Tað hevur tískil havt nógv at siga, at listhandverkarar, sum vóru kønir í veving, hava miðlað sína vitan og førleikar víðari við privatari undirvísing og í kvøldskúlahøpi. Teirra ímillum kunnu nevnast Olivina Joensen, Marjun Sigurdsdóttir, Tita Winther og Súsan í Jákupsstovu. Síðan 1990 hevur Poulina Jóanesardóttir havt sína egnu vevstovu í Havn, har hon m.a. vevur toy til føroysk klæði.

Vágsbotnur við Vestaruvág er eitt tað lívligasta staðið í Havn. Har eru kaffistovur, fiska- og grønmetistorg og søla av ymsari heimagjørdari vøru, t.d. troyggjum og øðrum bundnum pløggum.
FINN FRANDSEN/RITZAU SCANPIX, 2021

Áhugin fyri at arbeiða burturav við listhandverki og sniðgeving er vaksandi. Tann kunnleiki, sum varðveittur er í mentanini, mennist alsamt, hóast fáir møguleikar eru at útbúgva seg á teimum ymsu fakøkjunum. Nakrar fyrireikandi støðisútbúgvingar eru tó á Glasi, har næmingar hava høvi at fyrireika seg til framhaldsnám á eitt nú sniðgevingarskúlum uttanlands. Á Føroya Fólkaháskúla er eisini ein keramik- og tekstilverkstaður. Í seinnu helvt av 1970-árunum varð roynt at skipa ein listhandverksskúla á Sandi, sum Súsan í Jákupsstovu stóð fyri. Skúlin virkaði í fýra ár. Hinvegin hevur siðvenjan, at ættarlið læra ættarlið gamalt handverk, gjørt, at góðskan í føroyskari ullarvøru er góð, bæði viðvíkjandi sniði og øðrum. Yvirhøvur verður arbeitt við staðbundnum tilfari og við burðardygd í huga.

Klædnasniðgeving

Ein av teimum, ið fyrst vakti ans í mótavinnuni, var Barbara í Gongini. Hon er útbúgvin á Danska Sniðgevaraskúlanum (Danmarks Designskole) í 1996 og fór undir egið virksemi í 2002. Sniðini, hon skapar, eru avantgarde og tvørkynd, og hon arbeiðir javnan einlitt við svørtum, tættvovnum toyi og við ósamskapaðum umhvarvi. Barbara er ein tann kendasti føroyski sniðgevin og er umboðað í 35 londum. Umframt móta er hon eisini uppi í tvørfakligum verkætlanum við filmi, framførslu, list og sýningum.

Guðrun & Guðrun eru tær báðar Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir. Tær byrjaðu sítt virksemi í Havn 2006 við einum lítlum handli. Síðan er fyritøkan vaksin, og Guðrun & Guðrun eru nú umboðaðar í m.a. New York, Milano og Tokyo. Frá byrjan settu tær sær fyri at gagnýta føroysku ullina, sum fyrst í nullunum fyri tað mesta varð brend, samstundis sum spinnaríini minkaðuí tali. Eitt, sum eisini eyðkennir Guðrun & Guðrun, er, at meginparturin av pløggunum eru bundin við hond; nakað, sum tekur beinleiðis aftur í føroyska siðvenju. Guðrun Ludvig, ið tekur sær av sniðgevingini hjá Guðrun & Guðrun, hevur við hugflogi og hegni endurnýggjað tey gomlu føroysku bindingarmynstrini. Kendast er helst tann hondbundna troyggjan »Vón«, hon er í tveimum litum við stjørnumynstraðum bordum um bulin. Troyggjan er bundin úr føroyskum tógvi og varð gitin úti í heimi, tá ið danska sjónvarpsrøðin »Forbrydelsen« gekk. »Sara Lund-troyggjan«, sum hon eisini varð nevnd, hevur av álvara víst, hvønn týdning hondbundið hevur, bæði úti og heima.

Ullvøruhúsið er ein av teimum nýggju handlunum í Havn, sum sniðgevar hava stovnað. Fyri handlinum standa Jóhanna av Steinum og Karen Sissal Kjartansdóttir. Jóhanna av Steinum er útbúgvin á Saint Martin í London, haðani hon tók prógv í 2007. Í 2010 kom hon við merkinum STEINUM. Hennara bundnu pløgg eru eyðkend av litríkum mynstrum og eru ullint, hond- ella maskinbundin. Karen Sissal Kjartansdóttir, sum er útbúgvin í vinnulívsbúskapi, cand. merc. og sjálvlærdur sniðgevi, stovnaði Shisa Brand í 2012. Hon leggur dent á burðardygd og føroyska ull. Oftast við støði í seyðalitunum arbeiðir Shisa Brand við teimum grafisku mótsetningum í ullini. Hetta ger tørvin á litaðum tógvi minni og minkar í sínum lagi um vatnnýtslu og CO2-útlát.

Steinprent er eitt altjóða viðurkent grafiskt verkstað við framsýningarhølum. Steinprent er ein drívmegi í føroyskari samtíðarlist. ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Smykkur, innbúgv og brúkslist

Í Østrøm við Skálatrøð hava listhandverkarar og sniðgevar eitt sølustað, ið læt upp í 2012. At byrja við vóru seks listhandverkarar og sniðgevar knýttir at staðnum, men nú er talið farið upp um 30, og teirra millum eru m.a. Elisa Heinesen, Rebekka á Fjallinum, Joel Cole, Durita Thomsen, RÓ, EINSTAKT og Klevang.

Østrøm hevur frá fyrstantíð verið ein kveiking fyri nýkomingar á økinum. Í Østrøm kunnu viðkomandi vísa sínar vørur fram og selja tær í lítlum úrvali við upp á seg lítlum váða, tí listhandverkarar og sniðgevar gjalda staðnum ein prosentpart av søluni. Hesi árini, meðan sølustaðið hevur verið til, hava alsamt fleiri tikið yrkisleiðina sum listhandverkarar og sniðgevar, av tí at tann ansur, tey hava fingið í Østrøm, hevur gjørt tað møguligt at fara undir egnan handil. Alia Gurli ger smúkkur úr seyðahornum við einføldum geometriskum sniði, sum tekur strukturin, litin og gyrði í tilfarinum fram mótvegis silvrinum og gullinum, tað er evnað saman við. Hon arbeiðir við hesum krevjandi tilfarinum, av tí at hon vil fáa staðbundið tilfeingi aftur til æru. Turið Nolsøe Mohr hevur síðan 2013 fingist við gera smúkkur úr basalti, gulli og silvuri við minimalistiskum og geometriskum sniði. Hon er útbúgvin arkitektur, men valdi at fáast við smúkkur til at koma betur í takholt við føroyska tilfarið og nærri kroppinum.

Ímillum búsniðgevar telst m.a. Osmund Olsen, sum var útbúgvin frá Sniðgevingarskúlanum í Kolding í 2013. Í 2014 stovnaði hann sítt egna felag, ið fyrst og fremst ger lampur úr akryl-lamellum, sum taka seg lættar út, ljósar og modernistiskar. Hann er ein av fáum í Føroyum, sum virkar á hesum øki.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er útbúgvin á Sniðgevingarskúlanum hjá danska listakademiinum og fekk prógv haðani í 2017. Hon vevar og tuftar gólvteppi, ljóðpanel og pútur úr føroyskum tógvi, sum hon letur hava natúrligan lit. Hon hevur m.a. gjørt innbúgv til matstovuna NOMA í Keypmannahavn og Hilton Garden Inn í Havn.

Fyritøkan Heimkaer framleiðir umframt pløgg eisini innbúgv, men bundið. Sumt er fínliga bundið í skiftandi litum úr tógvi úr m.a. merinoull. Vondin kann vera trívíddað sum steinskapað mynstur, ella gjøgnummynstrað við siðbundnum norðurlendskum bindingarmynstri. Ann Højgaard Slot stovnaði Heimkaer í 2013. Hon er útbúgvin á sniðgevingarskúlanum í Kolding, haðani hon var liðug í 2012.

Guðrið Poulsen hevur síðan 1987 havt keramikkverkstaðið Leirlist í Havn. Hon var útbúgvin í Íslandi, har hon gekk á Myndlista- og handiðaskóla Íslands, haðani hon var liðug í 1986. Guðrið Poulsen ger eindømislutir, eitt nú koppar, skálir og tallerkar. Tey seinnu árini hevur hon eisini gjørt myndprýðingar og smærri listaverk úr leiri.

Les meira

Les meira um føroyska mentan