Leynar

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Leynum búgva 119 fólk, og har eru 12 merkur av festijørð býtt í tvey festi. Seyðatalið er 320 áseyðir. Sandurin í bygdini er víðagitin, og har koma nógv fólk ein góðan dag á sumri. Í Leynará gongur hvørt ár laksur á veg niðan í Leynavatn og Mjáuvøtn. Her eru fleiri summarhús.

Kvívíkar kommuna er í ferð við at byggja eitt nýtt ellis- og røktarheim í Leynum, sum skal vera fyri alla kommununa.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum