Gongdin í føroyska fólkatalinum 1327-2022

Fyrsta ætlið yvir fólkið í Føroyum er frá árinum 1300, tá ið íbúgvatalið verður mett til 2.440. Onnur meting er fyri 1327, tá ið talið er vaksið upp í 2.700. Í 1600 verður íbúgvatalið roknað til umleið 3.200. Komandi 50 árini minkaði fólkatalið ógviliga nógv og kom niður móti einum hættisligum lágmarki upp á 2.515 í 1650. Hetta voldi tað óvanliga langa kuldaskeiðið um alt Evropa, umtalað sum »lítla ístíðin«, tá ið lívskorini í Føroyum versnaðu øgiliga nógv við køldum vetrum og kaldligum, regnmiklum sumrum. Í 1710 var íbúgvatalið umleið 3.600, og í 1720 var tað vaksið til 3.985.

Fyrsta veruliga fólkateljing í 1769 vísti íbúgvatalið 4.769, og í næstu fólkateljing í 1801 var tað komið upp á umleið 5.000. Ein orsøk til vøksturin var, at náttúrugivnu umstøðurnar vóru batnaðar, men líka so stóran týdning hevði tað, at ognarleys sluppu fram at útstykkjaðari jørð. Samstundis mentist fiskivinnan fram móti aldarskiftinum, tá ið íbúgvatalið trífaldaðist til umleið 15.000 í 1901. Gongdin helt á, og fólkateljingin í 1950 vísti tvífaldan til umleið 30.000 íbúgvar. Búskaparliga kreppan fyrst í 1990-árunum voldi heilt stóra burturflyting, og tað tók 25 ár at koma upp á talið undan kreppuni. Í 2022 er samfelagið fullkomiliga endurreist, og fólkatalið er nú 53.676.

Gongdin í føroyska fólkatalinum 1327-2022.
SØGULIGAR KELDUR OG HAGSTOVA FØROYA

Les meira

Les meira um Føroya søgu