Føroyar

Trap Føroyar
Licens: Begrænset anvendelse

Í Norðuratlantshavi millum Ísland og Noreg liggja tær 18 grønu oyggjarnar Føroyar. Fimm tær størstu eru Streymoy, Eysturoy, Vágar, Suðuroy og Sandoy, og tann minsta er Lítla Dímun, sum er óbygd. Høvuðsstaðurin í Føroyum er Tórshavn, har 13.628 av teimum til samans 52.896 íbúgvunum búgva. Í dag eru kommunurnar 29, summar við heilt fáum íbúgvum.

Føroyar byrjaðu at fáa skap fyri 61 milliónum árum síðan í tí ógvisliga gosvirkseminum, sum tók seg upp, tá ið risameginlandið Pangæa fór sundur. Tað eru kortini ísøldirnar, sum gjøgnum seinastu tvær milliónir árini hava myndað núverandi oyggjaflokkin.

Norðurleikin og tann fjarskotna staðsetingin hava havt við sær, at djóra- og plantulívið á landi er heldur eintáttað. Serliga mosasløg, men eisini mong skordýr, hava nomið land av sær sjálvum, men onnur djór og plantur eru komin av menniskjaávum, t.d. heimamús og snjóhara. Fuglalívið er fjølbroytt og fevnir t.d. um lunda, havhest og tjóðfuglin tjaldrið. Tríggjar oyggjar, Nólsoy, Skúgvoy og Mykines, eru útnevndar til Ramsarøki til at verja fuglalívið.

Afturfyri er djórameingið í havinum ovurstórt við ríkum stovnum av toski og svartkjafti, láturkópi og hvali, harímillum grindahvali. Millum 500 og 1.500 grindahvalir verða riknir inn á grindavágir um árið og enda á døgurðaborðinum. Grindadráp er søguliga og mentanarliga ein stórhending í Føroyum. Fiskiskapurin er nógvur og er umleið 90 % av útflutningi Føroya. Klippfiskaframleiðsla var ein tann fyrsti mátin at virka og goyma fongin. Seinni, serliga eftir seinna heimsbardaga, var útflutningurin eina helst feskur og flakaskorin fiskur, og fyri umleið 50 árum síðan varð farið undir at ala laks. Føroyar eru nú fimtistørsti laksaframleiðari í heiminum.

Merkið, føroyska flaggið, veittrar í lotinum umborð á strandfaraskipi á veg suðureftir av Havnini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015
Ferðavinnan er vaksin í Føroyum, og árliga leggja mong stór reikferðaskip at í Havn og einstøkum øðrum havnum og liggja har ein dag ella so.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Elstu merki um, at menniskju hava verið í Føroyum, eru funnin á Sandi og eru frá tíðini millum 300 og 500. Írskir munkar komu í 7. og 8. øld, men tá ið víkingar komu, vórðu Føroyar knýttar at Noregi, sum gjørdi tær til norskt skattland í 1035. Sambært siðvenjuni kristnaði Sigmundur Brestisson Føroyar í 999, og í 12. øld varð stovnað biskupssetur í Kirkjubø. Sóknarkirkjan, sum nú er, var dómkirkja til endan á 13. øld, tá ið farið varð undir at reisa eina stórfingna gotiska dómkirkju, Magnusarkirkju, nú á døgum nevnd Kirkjubømúrurin.

Løgtingið, sum ta fyrstu tíðina varð hildið uttandura í Tinganesi í Havn, varð stovnað í fyrru helvt av 14. øld. Við siðaskiftinum í 1540 fór kirkjujørðin undir kong, og í 17. øld varð handilin alt meira stýrdur úr Keypmannahavn, frá 1709 sum kongligur einahandil. Í 1814 misti Danmark Noreg, men Føroyar vórðu verandi undir Danmark, og løgtingið varð niðurlagt. Tað varð endurstovnað sum amtsráð í 1852, handilin varð givin fríur fýra ár seinni, fiskiskapurin fór at blóma, og útflutningurin vaks. Tá vaks fólkatalið munandi og talið á kommunum somuleiðis.

Fríhandilin og vøksturin høvdu við sær, at føroyska tilvitið øktist, og at kjak kyknaði um sjálvstýri mótvegis sambandi við Danmark. Men við seinna heimsbardaga komu aðrar kreftir upp í leikin, tí meðan Danmark var hersett av Týsklandi, vóru Føroyar hersettar av Bretlandi. Út ímóti 8.000 bretskir hermenn løgdu vegir um landið og bygdu hernaðarflogvøll, sum gjørdist støði undir tí almennu floghavnini í Vágum í dag. Í 1948 kom Heimastýrislógin í gildi, sum gav løgtinginum møguleikan at yvirtaka t.d. skattainnkrevjing, heilsuverk, almenna forsorg, skúlamál og kommunumál. Føroyskt flagg varð viðurkent, og føroyskt gjørdist høvuðsmálið.

Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru ein av fleiri táttum í klaksvíksstríðnum árini 1952-56, tá ið skip við donskum sjóhermonnum og politistum komu til Klaksvíkar at basa uppreistrarhuginum. Taðeydnaðist, men samstundis vaks loysingarhugurin. Í 1960-árunum varð farið undir at gera tunlar, henda byggingin tók enn meiri dik á seg í 1970-árunum og skapti nýtt samband millum bygdir.

Í 1992 herjaði ein ring fíggjarkreppa í Føroyum, og Danmark setti í veruleikanum Føroyar undir umsiting. Tað gav aftur álvarsligar avbjóðingar landanna millum. Á løgtingsvalinum í 1998 fingu sjálvstýrisflokkarnir meiriluta, og farið varð undir samráðingar við Danmark, sum tó slitnaðu. Eftir hetta avgjørdi løgtingið sjálvt at minka fíggjarstuðulin úr Danmark. Ynskið um sjálvstýri og egna stjórnarskipan kyknar ofta upp, tá ið sjálvstýrisflokkarnir eru partur av landsstýrissamgongu.

Í Føroyum er í dag eitt víðfevnt samferðslukervi við vegum, brúgvum og tunlum á landi og undir sjónum. Tað er sostatt rættiliga lætt at ferðast til Havnar, sum frá fornari tíð hevur verið týdningarmesta handilsplássið og framvegis er miðdepilin í landinum. Tó er fólkavøksturin ikki bara savnaður í høvuðsstaðarøkinum, men í einari spjaddari býargerð, við tað at samband er knýtt millum oyggjar, býir og bygdir við stórum íløgum í samferðslubygnaðin. Samanumtikið gevur tað flytføri í arbeiðslívinum. Føroyingar hava ofta arbeitt uttanlands ein part av tíðini, og nú er nettotilflyting til Føroya, ferðavinnan tekur dik á seg, og fleiri matstovur, mentanartilboð og skapandi vinnur stinga seg upp.

Í føroyskari mentan hava sagnir, søgur og siðvenja framvegis stóran leiklut. Eitt dømi er føroyskur dansur, sum er kravd lærugrein í skúlanum. Á summarstevnunum kring landið er kappróður ein týðandi táttur, og endabresturin er á ólavsøku, tá ið eisini eru skrúðgongur og felagssangur. Men pláss er eisini fyri nýggjum, og síðan 2012 hevur LGBT Pride-skrúðgonga verið í høvuðsstaðnum beint fyri ólavsøku, tá ið býurin er fullur av fólki. Tann siðbundna bindingin hevur ment seg í nútímans sniðgeving og hevur vunnið altjóða frama. Gomul og nýggj rák blandast eisini í myndlistini, har serstakliga ljósið og landslagið eru sjónsk. Og tað, at tað almenna hevur sett list í brennidepilin, hevur havt við sær, at myndlistin er næstan allastaðni í Føroyum. Sjálvt í undirgrundini, har Tróndur Patursson hevur prýtt rundkoyringina í undirsjóvartunlinum Eysturoyartunlinum frá 2020. Millum fagurbókmentaligar høvundar er at nevna William Heinesen, hvørs skaldsøgur hava rokkið langt út um Føroyar, men eisini nýggjar røddir, eitt nú Lív Maria Róadóttir Jæger, sum stíltilvitað eksperimenterar við tekstsløgum.

Vápnamerki

Vápnamerki Føroya er ein veðrur, kendur frá einum træskurði á einum stólavanga úr gomlu dómkirkjuni í Kirkjubø, sum er tíðarfestur millum 1406 og 42. Vápnið er eisini kent frá innsiglinum hjá løgmanni. Eitt prent av innsiglinum er kent frá 1533, men innsiglið er ivaleyst frá 14. øld, og tað fekk fast pláss í kongsvápninum frá 1819. Í 1666 verður føroyska vápnamerkið sett inn í røðina av vápnum, sum eru partar av danska kongsvápnamerkinum. Føroya Landsstýri nýtir framvegis veðramerkið.

Vera kann, at hetta er eitt sonevnt talandi vápn (t.e., at við at ‘lesa’ myndina fæst at vita, hvat merkið hoyrir til), tí navnið Føroyar kann koma av einum norrønum orði fyri seyð.

Lýsing (blasonering): á bláum ein silvurlittur veðrur við vápnum av gulli og reyðari tungu.

Hvat navnið merkir

Navnið Føroyar er kent frá einaferð í 13. øld, tá í formunum Fereygjum og Færøyum. Í seinni heimildum finst tað sum Færøyjum (1298), Færeyjar (1360‑80) og Færeyja (1399). Í donskum málsligum høpi kemur navnið fyri í 15. øld sum Fførøum (1412) og Ferøyr (1447). Navnið Føroyar er samansett av tveimum orðum. Seinni parturin oyar er av vesturnorrønum uppruna. Fyrri liðurin hevur verið tulkaður sum vesturnorrøna orðið fær fyri seyð. Henda tulkingin gongur aftur til eitt norskt handrit frá 15. øld, har navnið er týtt til latín sum insulæ ovium, »seyðaoyggjarnar«, og tað kemst sambært høvundinum av, at í oyggjunum er feitur seyður í túsundatali. Eisini írski munkurin Dicuil, sum umleið ár 825 segði frá, hvussu teir elstu íbúgvarnir, sum høvdu nomið landið úr Írlandi, nú vóru riknir burtur av norðbúgvum, visti at siga, at oyggjarnar vóru fullar av seyði; hann nevnir tíverri ikki navnið á oyggjunum.

Í endanum á miðøld varð spurnartekn sett við hesa tulkingina, tí fær er ikki longur kent sum norrønt orð fyri seyð, ið á vesturnorrønum æt sauðr. Nýggjari gransking tykist tó at hava sannað, at bæði heitini hava verið til lið um lið í eldri miðøld, og Færøy er kent oyggjarnavn í Noregi, trúliga við somi merking. Tey, sum ivast í seyða-tulkingini, hava í staðin skotið upp tað gæliska navnorðið fearann, »land«, sum tá skuldi rokkið aftur til ta keltisku fortíðina hjá Føroyum. Hóast hetta orðið av málsligum orsøkum neyvan er hugsandi sum forliður, so ber ikki til at útiloka, at aftan fyri forliðin krógvar seg ein vesturnorrøn týðing ella avbronglaður formur av einum ókendum gæliskum navni á oyggjunum.

Merkið

Føroyska flaggið er hvítt við reyðum krossi, ið hevur bláar rendur. Tað varð gjørt í 1919 og fekk almenna viðurkenning í 1940/1948.

Merkið er eitt norðurlendskt krossmerki, t.e. tað hoyrir til ein bólk av fløggum, sum eru gjørd við íblástri frá danska flagginum Dannebrog og hava tað eyðkenni, at krossmiðjan er forskotin móti flaggstongini. Sniðið og litirnir minna um tað norska flaggið og tey sterku søguligu og mentanarligu bondini millum Føroyar og Noreg.

Merkið er upprunnið millum føroyskar studentar í Keypmannahavn í 1919. Ein teirra, Jens Oliver Lisberg (1896-1920), var tann fyrsti, sum vant flaggið á stong í Føroyum. Tað hendi 22. juni 1919 í heimbygd hansara Fámjin. Tað fyrsta føroyska flaggið hongur nú í kirkjuni í Fámjin.

Í 1930-árunum vann Merkið stóra útbreiðslu. Tað hevði við sær ósemju í landinum og við danskar myndugleikar, sum hildu fast við, at skip við heimstaði í Føroyum skuldu sigla undir donskum flaggi.

í apríl 1940 hersettu týskarar Danmark, og fáar dagar seinni hersettu bretar Føroyar. Tað hevði stóran týdning fyri Bretland, at føroyski fiskiflotin flutti fisk hagar, og fyri at skipini ikki skuldu koma í bland við skip úr Danmark, har Týskland var hersetarin, viðurkendu bretar hin 25. apríl 1940 alment føroyska flaggið sum tjóðskaparmerki á øllum føroyskum skipum. Hesin dagur verður hildin til heiður fyri føroyska flaggið.

Tá ið heimastýrislógin kom í gildi í 1948, viðurkendi Danmark føroyska flaggið. Útsjóndin á Merkinum fekk formliga kongliga viðurkenning, og tað gjørdist lógligt hjá øllum í kongaríkinum Danmark at flagga við føroyska flagginum uttan serligt loyvi.

Merkið er nær knýtt at øllum, sum er føroyskt. Landsstýrið nýtir tað í almennum høpi sum tjóðskaparligt merki og somuleiðis øll skip skrásett í Føroyum.

Í Føroyum og millum føroyingar í Danmark og allastaðni í heiminum verður flaggað á tjóðarhátíðardøgum, ítróttatiltøkum og hátíðum og veitslum í heimahúsum.

Hvussu flaggið sær út og verður nýtt, er ásett í løgtingslóg frá 1959 við broytingum í 1998. Ein kunngerð frá 2003 ásetir ávísar flaggdagar, tá ið flaggað verður á bygningum landsstýrisins. Ríkismyndugleikar í Føroyum, teirra millum ríkisumboðið, rætturin, verjan og politiið, nýta danskt flagg við sýldum dúki.

Náttura og landslag

Í grasgróna brattanum oman móti sjónum í Mykinesi sita nakrir lundar (Fratercula arcticay), lættir at kenna av litfagra nevinum. Hesin myndaligi sjófuglurin heldur nógv til á víðum havi, men kemur til Føroya um mánaðaskifti mars/apríl, har hann ger sær holu í vallaðum lendi, verpur og klekir pisu. Í Føroyum hevur verður veiddur nógvur lundi – um 1940 varð veiðan mett til um 200.000, men stovnurin hevur verið í støðugari minking.
OLAVUR FREDERIKSEN, 2008
Mykineshólmur er vestasti landfasti blettur í Føroyum. Fyrsta brúgv um Hólmgjógv varð gjørd í 1909 og endurnýggjað seinni. Tann 40 m langa brúgvin, sum bara er til at ganga á, kom, tá ið vitin í Mykineshólmi varð bygdur.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2009

Sum 18 brattar, grønar oyggjar stíga Føroyar úr Norðuratlantshavi at kalla miðskeiðis millum Ísland og Noreg. Havið um oyggjarnar og flógvi Norðuratlantsstreymurin geva Føroyum til tað milt veðurlag, sum saman við ríkum tilfeingi í havinum hevur skapt avgerandi fortreytir fyri, at fólk hevur kunnað búð her og gagnnýtt náttúrugrundarlagið, sum hevur sett dám á lív føroyinga, sjálvsfatan teirra og fíggjarstøðu dagin í dag.

Føroyar vórðu frá byrjan skaptar fyri 61 milliónum árum síðani, tá ið Norðuratlantsøkið so at siga læt seg upp, og ógvislig eldgos av tí tóku at goysa.

Men landið myndaðist ikki sum oyggjaflokkur, fyrr enn ístíðirnar tóku við. Ísur, vatn og vindur máaðu seg niður gjøgnum basaltslættan, sum gosini høvdu skapað, og reiv hann sundur til oyggjar, hólmar og sker. Føroyar eru sostatt leivdir av einum niðurmataðum basaltslætta, og tey skiftandi basaltløg og løg av legugrýti, sum máanin hevur avdúkað, bera boð um óteljandi, sera magnmikil eldgos, við stuttum friðarligum tíðarbilum inn ímillum.

Bæði tað at oyggjarnar eru so norðarlaga, í vídd so smáar, og tað at tær er so fjarskotnar, ger, at tær ikki eru so lívfrøðiliga fjølbroyttar, tá ið hugsað verður um plantu– og djórasløg á landi. Fyrstu planturnar komu til Føroya móti endanum á síðsu ístíð. Næstu o.u. 11.000 árini hevur plantulívið broytst, sum skiftandi veðurlagsbroytingar hava háttað sær, men seinni eru tað búsetingin og seyðabit, sum hava broytt plantulívið mest. Nú eru skrásett 843 ymisk plantusløg í Føroyum, nógv flestu teirra eru mosaplantur og hulfræingar.

Av djórum eru serliga fuglarnir eyðsýndir.

Hóast fleiri stovnar at kalla hava verið fyri hóttafalli, so síggjast í urðum, klettum og bjørgum, at fleiri fuglasløg reiðrast: Havhestur, lundi, drunnhvíti, rita, skrápur og lomvigi – fuglar í túsundatali. Í býum og bygdum síggjast stórir staraflokkar, og bæði í bø og haga eiga ymiskir vaðfuglar, teirra millum tjaldrið, sum er tjóðfuglur føroyinga.

Upprunaliga vóru eingi landsúgdjór í Føroyum, men tá ið fólk festu búgv í oyggjunum, høvdu tey umframt húsdýrini eisini heimamúsina við sum ferðasník. Seinni legðist brúna rottan aftrat. Miðskeiðis í 1800-talinum vórðu norskar sjóharur fluttar til Føroya og sleptar nærhendis Tórshavn. Nú sæst hara í flestu oyggjum.

Tað eru eisini fólk, sum av ósketni hava borið við sær mong av ryggleysu dýrunum, eitt nú nýsælandskan flatmaðk, vespu og humluflugu.

Til eru eisini fleiri sløg, sum eftir øllum at døma sjálv hava lagt leiðina hendavegin. Mýggjabitar og heygsmenn sveima yvir vøtnum, hyljum og áum, har ormverur teirra halda til, og í haganum sært tú m.a. svartaklukkur og finnur sprettufroðu frá blaðlúsum á gulu mýrisóljuni.

Ríkasta djóra– og plantulívið finnur tú tó í havinum kring oyggjarnar. Í føroyskum havøki eru stórir fiskastovnar, og fleiri teirra hava ovuhonds handilsvirði. Nøkur fiskasløg eru í føroyskum sjóøki at kalla alt lívið, meðan onnur koma gjøgnum føroyskan sjógv, tá ið tey fara at gýta ella hava gýtt. Svartkjaftur hoyrir til henda seinna bólkin. Í miðal verða úr føroyskum sjógvi veidd um 400.000 tons av svartkjafti árliga. Toskur er eisini munadyggur grundstuðul í føroyskum fiskiskapi, og serliga gáa føroyingar um bankatoskin, sum veksur skjótt, men stovnurin hevur ikki verið væl fyri seinastu mongu árini.

Hvalur er vanliga at síggja, og fram til 1984 hevur stórhvalur verið veiddur í føroyskum sjógvi, tó hevur lítið verið veitt eftir 1960. Serliga er tað grindadrápið, sum hevur sett Føroyar á heimskortið. Helst hava føroyingar dripið grindahval heilt frá víkingatíð, og enn verður grindadráp mett sum ein týdningarmikil sosial og mentanarlig hending. Grindahvalur er millum fjølmentastu hvalir í Norðuratlantshavi, og serliga seint á sumri svimja teir í størri og smærri bólkum fram við Føroyum. Eru grindaboð, verður farið avstað, og hvalirnir verða riknir inn á góðkendar hvalvágir, har teir gera landgongd og verða skornir á háls. Grindin verður skift, og tvøst og spik býtt eftir ávísum reglum. Seinastu o.u. hundrað árini hevur veiðan ligið millum 500 og 1500 hvalir um árið.

Viðbrekna náttúran og umhvørvið verða støðugt hótt av eitt nú veðurlagsbroytingum, innsløddum djóra- og plantusløgum, mikroplasti og ymiskum umhvørvisskaðiligum evnum, og fryktandi er fyri, at tað bara eru fyrstu avleiðingarnar, vit hava sæð. Umhvørvis- og náttúruumsiting eru føroyskt lógarøki, sum m.a. fevnir um eftirlit, skipanarlóggávu og krøv um góðkenning av tiltøkum, sum kunnu ávirka náttúru og umhvørvi. Harumframt eru trý øki við serligum náttúruvirðum friðað, og oyggjarnar Nólsoy, Skúgvoy og Mykines tilnevndar sum Ramsarøki, tí fuglalívið har er so serstakt.

Les meira

Søga

Fingurringur av Velbastað av forgyltum silvuri, prýddur við kristnu teknunum, dúgvum og krossi. Hann varð funnin í sambandi við kanningina av lítlu kirkjutoftini í rundleitta kirkjugarðinum har.
FINNUR JUSTINUSSEN, 2016

Í forsøguligari tíð vóru Føroyar leingi óbygdar, ikki fyrr enn frá tíðarskeiðinum 300-500 e.Kr. sæst farvegur eftir tey fyrstu fólkini. Írskir munkar sigast at vera komnir higar í 600-700-árunum, men tað var tíðliga í víkingatíðini við fólki úr Noregi, at verulig búseting fór fram. Sambært søguni varð kristindómurin boðaður í 999, og í 1100-talinum varð biskupssetrið í Kirkjubø sett á stovn.

Frá umleið 1035 gjørdust Føroyar skattland undir Noregi, og norsk lóg varð sett í gildi. Enn var tó fáment í oyggjunum; um ár 1300 var fólkatalið eftir meting eini 2.440 fólk.

Leingi varð hildið, at Magnuskirkjan ikki bleiv gjørd liðug, og at ólidni bygningurin forfall til eina toft. Nýggjari kanningar týða harafturímóti á, at kirkjubyggingin varð gjørd liðug, at kirkjan fekk tak, hurðar og vindeygu og varð vígd sum dómkirja, og at hon var í brúki fram til siðaskiftið, fyri síðan at farast.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020
Í dag hevur landsstýrið høvuðsstøð í Tinganesi í Havn við skrivstovu løgmans ytst í nesinum. Men fram til 1856 húsaðist kongligi føroyski handilin í hesum søguligu bygningunum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Tá ið siðaskiftið varð framt í 1540, fór kirkjujørðin »undir kong«, sum síðan festi jørðina burtur til kongsbøndur. Sum 1600-árini liðu, viknaði sambandið við Noreg; handilin við oyggjarnar varð nú stýrdur úr Keypmannahavn, og kongur setti m.a. ein danskan løgmann. Donsku feðgarnir Christoffer og Frederik Gabel vóru lensmenn í oyggjunum í tíðarskeiðinum 1655-1708 og høvdu ábyrgdina av handlinum. Teirra royndir at leggja handilin um endaðu við stórari misnøgd millum føroyingar. Í 1709 tók kongur sjálvur við handlinum.

Í fyrru helvt av 1800-talinum fóru fleiri broytingar fram í føroyskum viðurskiftum. Hóast Danmark misti Noreg í 1814, varðveitti kongsveldið einaveldið yvir Føroyum. Í 1821 gjørdust oyggjarnar amt, og í 1852 varð løgtingið endurstovnað eftir avtøkuna í 1816. Eftir stór undirskot av kongliga einahandlinum varð hann avtikin í 1856, og fyri hann kom fríhandil. Samstundis vaks fólkatalið, sum um 1850 mundi vera umleið 8.500.

Frá seinnu helvt av 1800-talinum vaks talið á kommunum ógviliga nógv. Har tað áður bara hevði verið ein, var talið í 1920 komið upp á 33, og henda gongdin stóð við og var í hæddini í 1970 við 51 kommunum. Samstundis vaks fólkatalið: Í 1920 var talið komið upp á umleið 20.000, og í 1970 lá tað um 38.000.

Eisini í vinnusamansetingini hendu stórar broytingar við varandi týdningi fyri føroyska samfelagið. Fiskiskapurin gekk øgiliga nógv fram, og fiskavørur gjørdust høvuðsútflutningsvøran. Tá hendi sjálvandi ein miðsavnan av fólki á plássum við góðum atløgumøguleikum, har fiskur kundi verða virkaður.

Ein vaknandi tilvitska um føroyskan samleika mentist síðst í 1800-árunum, og økt politiskt medvit gjørdi sítt til, at politiskir flokkar sóu dagsins ljós. Tað stóra politiska stríðsevnið, sum fór at merkja tað politiska orðaskiftið eftirsíðan, var spurningurin um samband ella sjálvstýri í viðurskiftum við Danmark.

Heimskreppan í 1929 fór heilt illa við føroyska búskapinum, men seinni heimsbardagi, tá ið bretar hersettu Føroyar, fekk kortini frægari ávirkan, við tað at føroyski fiskiflotin sigldi niður til Bretlands við fonginum.

Í 1948 kom heimastýrislógin í gildi, sum merkti, at heimastýrið tók við mongum málsøkjum at ráða yvir. Við lógini kom landsstýrið, sum løgtingið velur. Í komandi áratíggjunum vaks ynskið fram um at yvirtaka enn fleiri málsøki, teirra millum er t.d. at nevna vælferðarøkið. Hetta kravdi, at vaksið varð um fyrisitingina av yvirtiknu málunum.

Í tíðarskeiðinum 1952-56 var læknastríðið í Klaksvík, og tað fevndi um mong áhugamál og áskoðanir, teirra millum staðbundin áhugamál og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Stríðið hevði m.a. við sær, at donsk herskip við sjóherfólki og løgreglumonnum vórðu send til Klaksvíkar. At enda varð ófriðurin steðgaður, men stríðið gjørdi sítt til at styrkja viljan at loysa. Frá fyrru helvt av 1900-talinum varð undirstøðukervið bygt út, fyrst við vegum og frá 1960-árunum eisini við tunlum. Um somu tíð vórðu havnirnar bygdar út og nútíðargjørdar. Serliga frá 1970 er talan um sanna kollvelting viðvíkjandi sambandinum oyggjanna millum við brúm og tunlum. Og teirra millum hin fyrsti undirsjóvartunnilin í 2002.

Í 1992 fóru Føroyar ígjøgnum eina álvarsama búskaparliga kreppu við nógvum húsagangum, sum endaðu við, at Føroyar í veruleikanum vórðu settar undir umsiting og máttu taka lán í Danmark. Fiskivinnan var hótt, bankarnir í kreppu, og har gjørdist víðtøkið arbeiðsloysi og lønarlækking. Kreppan hevði eisini álvarsamar avbjóðingar við sær í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Fyrst í hesi øldini fall aftur friður yvir tað politiska orðaskiftið, og føroyski búskapurin fótaði sær rættiliga aftur.

Les meira

Menn, kvinnur og børn í føroyskum klæðum á ólavsøku t. 28. juli 2018.
ÓLAVUR FREDERIKSEN
Grindadráp í Sandagerði í mai 2019. Havnarmenn hava rikið eina grind inn á sandin, soleiðis sum siður hevur verið í Føroyum í øldir.
MARTIN N. JOHANSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX

Mentan

Sagnir, søgur og siðir eru framvegis týðandi tættir í føroyskari mentan. Men fleiri listagreinir rembast nú í broytingum og vilja til endurnýgging, og ýtt verður øðrvísi og alheimsligari av. Mentanarlig framseting elvir somuleiðis javnan til orðaskifti, eitt nú í sambandi við, hvussu slík framseting verður ávirkað av vaksandi ferðavinnu og tískil kanskaeigur at verða lagað til nýggjar samanhangir.

Føroyski dansurin hevur røtur aftur í miðøldina. Spælt verður ikki undir til føroyskan dans, men kvøðið. Føroyskur dansur er kravt undirvísingarevni í skúlunum og flokkaður sum andligur mentanararvur í Føroyum.

Kappróðurin, tjóðarítróttin, er somuleiðis gamal siður og fastur liður í øllum stevnuhaldi summarmánaðirnar. Kappróðrartíðin byrjar á Norðoyastevnu og endar við ólavsøkuróðrinum tann 28. juli. Sum ítróttargrein man fótbólturin tó helst hava munin fram um aðrar.

Í myndlist og listarhandverki sæst skilliga, hvussu gamalt og nýtt skarast um. Leingi fekst myndlistin at kalla burturav við náttúru og landslag, men hevur nú eisini fingið eina vistfrøðiliga og atfinningarsama vend. Listarhandverk ber nógv brá av, at arbeitt verður við staðbundnum tilfari, eitt nú ull, skinnum og hornum, og at dentur verður lagdur á burðardygd. Tað er gamalt at binda í Føroyum. Hóast binding er dottin burtur í einki nógvastaðni í útlondum, er hon tað ikki her. Bindingin er so við og við blivin til eitt yrki, og fleiri sniðgevar hava vakt ans í útlondum.

List sæst alsamt meir í tí almenna rúminum. Eitt dømi um tað er listaverkið eftir Trónd Patursson, sum prýðir Eysturoyartunnilin, ið varð tikin í nýtslu í 2020.

Føroyskur byggisiður var gjøgnum øldirnar til tað fábroyttur, hús vóru úr viði og við flagtaki, men í tjúgundu øld varð farið at byggja øðrvísi. Fólkavøksturin síðan aldamótið 2000 hevði við sær eftirspurning eftir nýggjum bústøðum, og tað sæst aftur í ymsum líki.

Fyrr var kirkjan ofta størsta húsið í eini bygd. Tað gamla var at brúka við til húsagerð, men seinni eisini grót og betong. Tær báðar kirkjurnar í Kirkjubø, gamla bispasetrinum, eru frá seinmiðmøld og vísa, at tá í tíðini var gott samband ímillum Føroyar og Evropa annars. Eldra kirkjan er framvegis sóknarkirkja.

Føroyskar bókmentir eru í stóran mun merktar av skiftinum frá donskum til føroyskt undirvísingarmál, og føroysk bókmentasøga kann skiftast sundur í ávikavist eitt danskmælt, eitt tvímælt og eitt føroyskmælt tíðarskeið. Ímillum teir stóru og gitnu høvundarnar telist William Heinesen, sum skrivaði á donskum í hesi rembingartíð. Tað sigur sítt, at føroyingar ikki av álvara fóru at lesa William Heinesen fyrr enn í 1970-árunum, tá ið ein røð av verkum hansara kom út í føroyskari týðing.

Les meira.

Samfelag og vinna

Fiskivinnan hevur síðan seinast í 1800-talinum verið týdningarmesti vinnuvegur í Føroyum, men nú er laksaalingin farin framum. Laksaaling er lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum, men góðu líkindini og høgu prísirnir hava givið alingini góðan byr.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020
Alibrúk, sum kann flytast, verður røktað av tí nýggja, stóra brunnbátinum (wellskip) Hans á Bakka, sum varð bygdur í Turkalandi og tikin í brúk í 2015.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Politiska skipanin hevur røtur í 1906, tá ið fyrstu politisku flokkarnir vóru stovnaðir. Tað var sambandið við Danmark, ið var orsøk til tvíbýtið, og síðani tá er ein floksskipan ment, sum undir heimastýrinum er vorðin ein tveydimensjonal floksskipan, har politisku flokkarnir mugu hava støðu til ein sambands-sjálvstýris-ás og ein høgra-vinstra-ás. Haraftrat er ein miðstaðar-útjaðara-ás, sum gongur tvørtur um politisku flokkarnar, og seinastu áratíggjuni er enn eitt mark sett ímillum flokkarnar, ið umboða liberal virðir og konservativ virðir.

Síðani broytingina frá bóndasamfelag til fiskimannasamfelag í 1800-talinum hava umleið 90 % av útflutninginum verið fiskaúrdráttir; fyrst mest klippog saltfiskur til suðurevropeisku marknaðirnar, síðani seinna heimskríggj meiri feskfiskur, og í nýggjari tíð er laksaaling blivin ein størri partur. Útflutningsmarknaðirnir eru ES, USA og Bretland og seinastu árini Kina og Russland. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er broytiligur. Í krepputíðum hevur verið vanligt, at um ov nógv arbeiðsmegi er í landinum, so eru fólk flutt til onnur lond at finna arbeiði, og eyðkennir hetta enn føroysku arbeiðsmegina. Serliga hevur danski arbeiðsmarknaðurin í krepputíðum verið lætt atkomuligur hjá føroyingum, men eisini í góðum tíðum hava nógvir føroyingar funnið arbeiði uttan fyri landið. Innanlands hevur eitt væl útbygt kervi av vegum og tunlum bundið tær 18 oyggjarnar saman, soleiðis at uml. 90 % av íbúgvunum, av teimum búgva uml. 40 % í Havn, í 2020 skuldu koyra í mesta lagi 2 tímar í bili ella bussi, óheft av ferjum, fyri at kunna hittast. Burtursæð frá teimum uml. 5.000 innbúgvunum í Suðuroy, sum er einasta størri oyggj uttan beinleiðis vegasamband til høvuðsstaðarøkið, kunnu flestu íbúgvar í landinum tí búseta seg, har teir vilja, og dagliga pendla til arbeiðis.

Í 2018 vórðu allar miðnámsútbúgvingar í Havn lagdar saman til Glasir, har tað eru yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólk. Glasir flutti inn í ein nýggjan felags bygning teknaður av arkitektafyritøkuni BIG – Bjarke Ingels Group.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2022

Heilsu- og vælferðarøkið er síðani 1950-árini útbygt eftir skandinaviskari fyrimynd við fíggjarligum stuðli úr Danmark. Avbjóðingarnar á hesum øki, m.a. vælferðarsjúkur og demografiskar broytingar við vaksandi tali á eldri íbúgvum, líkjast teimum, sum onnur nýmótans vælferðarsamfeløg hava, men í Føroyum er burðartíttleikin framvegis hægri enn í fleiri øðrum vesturlendskum vælferðarsamfeløgum. Fyrisitingarligi parturin av fólkaskúlanum varð á sama hátt sum á sjúkrahús- og almenna umsorganarøkinum yvirtikin av heimastýrinum í 1970-árunum, men fíggjarligi og lóggávuligi parturin varð ikki yvirtikin fyrr enn í 2002.

Ætlanirnar um at leggja fleiri øki út til kommunurnar hava havt við sær ynski um at minka um talið á teimum ofta smáu kommununum við lítlum tilfeingi. Hóast fólksliga mótstøðan hevur verið stór, hava ikki so fáar kommunusamanleggingar verið kortini, og ymisk samstørv ímillum kommunurnar eru sprottin úr hesum. Á skúla-, útbúgvingar- og granskingarøkinum eru í 1900-talinum gjørdir stovnar á øllum viðkomandi økjum, soleiðis at skipanin síðan seinasta aldarskifti hevur fevnt um undirvísing og gransking á øllum stigum, umframt viðkomandi gransking á einum føroyskum fróðskaparsetri og almennum stovnum á altjóða støði.

Stóra fíggjarkreppan í 1990-árunum var orsøk til politiskt rumbul og stórar broytingar, sum rinu fast við samfelagið á mest sum øllum økjum við stórum arbeiðsloysi og nógvari fráflyting. Fíggjarliga og sosiala endurreisingin tók tó merkiliga stutta tíð (1992-96), men demografiskt var talan um eina vanlukku, sum tað tók 20 ár at koma fyri seg eftir. Hetta hevði sjálvandi óumberligar fylgjur. Ein føroysk arbeiðsloysisskipan varð sett á stovn í 1992, og eftirmetingin av kreppuni hevði við sær, at fíggjarligi politikkurin varð broyttur grundleggjandi. Samstundis varð politiska skipanin og fyrisitingin broytt til negativa parlamentarismu og ráðharraábyrgd. Í kjalarvørrinum av hesum var eisini størri trongd til sjálvræði í fólkinum, og politiskt gjørdist tað greitt á løgtingsvalinum í 1998, tá ið sjálvstýrisflokkarnir fingu meiriluta. Nýggja samgongan fór í 2000 undir samráðingar við stjórnina um spurningin. Samráðingarnar slitnaðu, og avleiðingin av hesum varð, at landsstýrið einmælt gjørdi av at minka fíggjarliga stuðulin úr Danmark við einum triðingi. Spurningurin um eina føroyska stjórnarskipan, sum spratt úr samráðingunum, hevur síðan verið viðkomandi í føroyskum politikki tíðarskeiðini, tá ið sjálvstýrisvongurin er partur av samgonguni.

Tað eru tó serliga sosial- og býtispolitisk mál, eisini ímillum landafrøðiligu økini, sum fylla nógv í føroyskum politikki. Miðstaðarútjaðara- og høgravinstra- ásirnar eru sostatt ráðandi í tíðarskeiðum við búskaparligari framgongd, meðan sambands-sjálvstýris-ásin hevur verið lítið sjónlig seinastu áratíggjuni.

Les meira

Kort av sýslum og kommunum.
KF. FO OG PEDER DAM, 2022

Oyggjar, býir og bygdir

Ein markatalsbygd, ella bara bygd, er frá gamlari tíð ein eind, bæði í landslagnum og í síni framleiðslu. Hon verður virðismett við einum gomlum jarðarmáti til eitt ávíst markatal. Ein mørk (flt. merkur) er 16 gyllin, og 1 gyllin er 20 skinn. Øll jørðin er mett til 2.367 merkur, 6 gyllin og 16 skinn og skift sundur í 85 markatalsbygdir. Av hesum eru 1.285 merkur, 8 gyllin og 13 skinn festijørð ella kongsjørð, sum í eisini fevnir um ta sokallaðu kirkjujørðina, sum fyrr lá til prestagarðin. 1.081 merkur, 14 gyllin og 3 skinn eru óðalsjørð ella ognarjørð. Markatalsbygdirnar er enn grundarlag undir allari matrikulering í Føroyum. Til tess at staðfesta, hvussu gamlar tær elstu bygdirnar eru, var tað gamalt at nýta Hundabrævið sum keldu. Tað er eitt bræv, sum er skrivað millum 1350 og 1400, frá løgmanni og løgrættumonunum við einari ætlan um, hvussu mangir hundar skuldu vera í ávísum navnnevndum bygdum.

Munurin ímillum óðalsjørð og festijørð er, at óðalsjørðin, eins og ein og hvør onnur privat ogn, kann bæði arvast og seljast. Festijørðina átti kongur, og kongsbøndurnir leigaðu ella festu kongsgarðarnar fyri eitt lítið gjald. Sum oftast fekk elsti sonur garðin eftir pápan. Av tí at kongsjørðin er blivin landsjørð, eftir at heimastýrið varð veruleiki, eru festireglurnar vorðnar meiri liðiligar. Prestarnir høvdu sínar garðar av tí sokallaðu kirkjujørðini, sum var eitt slag av kongsjørð og var ein partur av lønini. Men sum tíðin leið, og prestarnir fingu pengar í løn, gjørdist kirkjujørðin til festijørð, sum onnur kundu festa. Fyrr hoyrdi eisini eitt sindur av jørðini til ríkisins aðalsættir, men hon var seinni keypt av privatum og gjørdist partur av óðalsjørðini.

Litfagra havnalagið í Havn. Við kei liggja stuttleikabátar og skonnartin Norðlýsið, sum var smíðað til fiskiskap í 1945. Í tíðarskeiðinum 1985‑89 varð hon umvæld, og hevur síðan verið nýtt í ferðavinnuni. Vinstrumegn á myndini sæst gamla sjómansheimið, sum í dag eitur Hotel Tórshavn. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Vanliga fevnir ein mørk bæði um bø og haga og eisini lunnindi og rættin til fuglaveiðu í bjørgunum o.a., men stundum fevnir heitið antin um bø ella bara haga. Bøurin er tann velta jørðin, sum liggur rundan um bygdina, og hagin er tað ódyrkaða lendið í fjøllunum. Bøurin er skiftur sundur til einstakar ánarar, og áðrenn útskiftingina í miðjum 1900-tali kundi hann liggja sera spjaddur. Bøurin hevur frá gamlari tíð verið felagsogn, men í nýggjari tíð er hann eisini fyri tað mesta vorðin útskiftur.

Tá ið fólkatalið vaks gjøgnum 1800-talið, veltu tey ikki bara meira jørð í teimum gomlu bygdunum við at vaksa um bøin innan fyri bøgarðarnar. Tey veltu eisini stykki í haganum, kallað gerði. Harafturat vórðu traðir lagdar inn. Hetta hevði við sær, at fleiri niðursetubygdir komu innan fyri landøkið hjá teimum gomlu markatalsbygdunum. Í markatali hoyra tær enn til ta gomlu bygdina, men bøurin fekk aðra støðu, sum hevur samband við traðirnar, sum upprunaliga vóru eitt innistikað stykki, sum var velt í haganum. Um ein trøð var frámatrikulerað, kundi hon leigast og ofta seinni keypast, tá ið hon var liðugt velt ella næstan liðugt. Síðani var hon privat ogn. Traðir vóru eisini vanligar í teimum gomlu bygdunum. Niðursetubygdirnar komu innan fyri karmarnar í tí gamla bygdarsamfelagnum sum eitt ískoyti til markatalsbygdina, og summar teirra gjørdust við tíðini stórar týdningarmiklar bygdir, eftir at fiskiskapur var vorðin høvuðsvinnuvegur. Tað er galdandi fyri Tvøroyri og seinni eisini Runavík.

Markatalsbygdirnar eru sostatt gamlar fíggjarligar og framleiðsluligar eindir, har sum bygdarsamleikin í nógvum førum enn er kensluliga rótfestur, og í dag er markatal mest viðkomandi, tá ið talan er um seyðahald. Niðursetubygdirnar hava so við og við eisini ment sín egna samleika, og einar tvær av teimum størstu kommununum eita eftir teimum.

Størri bygdir høvdu ofta í gamlari tíð fleiri býlingar. Í fleiri bygdum eru hesir býlingar vaksnir saman til eina heild, men í summum bygdum eru býlingar enn sjónskir.

Til bygdarkommunurnar komu í 1872, hevði eingin annar avgerðarrætt á staðnum enn teir, sum áttu jørð í markatalsbygdini, og sum sostatt ráddu fyri tí mesta á staðnum. Tað varð avgjørt á grannastevnu, har hvør einstakur ánari hevði ávirkan í mun til, hvussu nógva jørð hann ella hon átti. Jarðarogn var sostatt grundarlagið undir samfelagsskipanini í bygdunum.

Sýsla, sókn og prestagjald eru hugtøk við rót í miðøld. Ein sýsla er fyrisitingarlig eind við ymsum fyrisitingarligum uppgávum. Í dag eru seks sýslur: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Fyrr var ein sýslumaður í hvørjari sýslu, men talið av sýslumonnum er nú minkað til tríggjar, og nógv av tí, sýslumenninir gjørdu fyrr, verður nú gjørt av øðrum stovnum. Teir hava kortini enn løgreglumyndugleika og røkja uppgávur í sambandi við grindadráp, og grindabýti eftir serstakari reglugerð. Sókn var tað sama í Føroyum sum í hinum Norðurlondunum og hevði við kirkjuna at gera. Eitt prestagjald er heiti á embætisøkinum hjá einum presti við fleiri sóknum, sum prestur røkti, og har hann prædikaði í kirkjunum eftir tørni. Talið á prestagjøldum er broytt við tíðini, og tey eru sundurbýtt til fleiri. Í 2021 vóru 16 prestagjøld, men fleiri prestar til samans.

Tórshavn bleiv í 1866 stovnað sum býarkommuna, og tá ið bygdarkommunurnar vórðu stovnaðar, vórðu tey gomlu prestagjøldini havd sum skipanarfyrimynd. Talið av kommunum er broytt sera nógv við tíðini, eins og teirra ábyrgdarøki er broytt. Eitt slíkt frá 1872 er at taka sær av skúlanum í bygdin, tá ið skúlaskyldan endaliga kom í gildi. Soleiðis vórðu teir gomlu almúguskúlarnir, sum høvdu verið nýttir 1846-54, sum var ein royndartíð við skúlaskyldu, tiknir í nýtslu av nýggjum, og nýggir vórðu bygdir.

Les meira

  • Lis E. Mortensen

    (f. 1960) Cand.scient. í náttúrulandafrøði. Vísindaligt starvsfólk á Jarðfeingi.

  • Andras Mortensen

    (f. 1960) Ph.d. og cand.mag. Lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.