Suðuroy

Kort av sýslum og kommunum.
KF.FO OG PEDER DAM, 2022.

Suðuroy er 164,9 km² og syðsta oyggj í Føroyum; hon er 32 km long og 13 km, har hon er breiðast. Tað hægsta fjallið í oynni er Gluggarnir, 610 m høgt. Oyggin er veðurbard og óreglulig móti sjónum, og serliga vestursíðan við sínum høgu forbergum er ring at koma at. Beinisvørð norðan fyri Sumba er 469 m. Allar bygdirnar liggja við firðir og víkir eystarumegin uttan Fámjin og Sumba. Nógvir stórir og smáir hólmar eru rundan um Suðuroynna. Jarðfrøðiliga er oyggin forvitnislig, eitt nú tí har er atkomuligt kol og ymisk sjónlig jarðfrøðilig fyribrigdi. Allar bygdir í Suðuroy eru samanbundnar við vegum og tunlum, og regluligt bilferjusamband er millum Tvøroyri og Havnina.

Forberg vestanvert á Suðuroy. Niðasti partur er Beinisvørmyndanin og ovari er myndanin, sum kemur til sjóndar í Malinstindi. ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Suðuroy er býtt sundur í norðaru og sunnaru sýslu, og kommunurnar eru sjey: Hvalbiar, Tvøroyar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommuna. Suðuroyingar hava eitt serligt málføri, suðuroyarmál, sum haraftrat er ymiskt úr bygd í bygd.

»Turkar «

Í 17. øld herjaðu sjórænarar fleiri ferðir í Føroyum, og Suðuroy var serliga illa plágað. Ein partur av rænarunum var úr Norðurafrika, og av tí at økið har hoyrdi til Osmannaríkið, nevndust teir turkar millum manna.

1626 var eitt serliga hart álop á Hvalba. Har vórðu seks fólk dripin og meir enn 30 burturflutt. Av teimum vóru flest kvinnur og børn, og tey komu ongantíð heim aftur. Ódnarveður gjørdi, at eitt av sjórænaraskipunum sakk á Hvalbiarfirði, og stórur partur av manningini druknaði. Staðið, har teir vórðu jarðaðir, eitur Turkagravir.

Hildið verður, at suðuroyingar eru serliga lívligir av lyndi, og at tað kemst av, at teir »turkisku« sjórænararnir eisini lótu eftir seg onnur spor enn deyða og oyðing.

Kolanámini í Prestfjalli

Longu í 17. øld royndu danskir myndugleikar at byrja kolagrevstur norðarlaga í Suðuroy. Úrslitið var ikki stórt, men kolið fekk týdning sum brenni í Hvalba.

Bæði undir fyrra og seinna heimsbardaga treyt kol, og meiri ferð varð sett á kolagrevsturin í Hvalba og Trongisvági. Eitt lítið farmaskip sigldi nú við koli um allar Føroyar, og tað var ein av orsøkunum til, at nógvastaðni góvust tey at skera torv. Kolaframleiðslan kom í hæddina í 1958, tá ið 12.000-14.000 tons av koli vórðu høgd. Yvir 100 menn arbeiddu í kolanámunum, sum tá vóru størsta arbeiðspláss í bygdini.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.