Tónleikur

Í 2007 spældi danski bólkurin Nephew á G!Festivalinum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Føroyskur tónleikur ýtar seg av bæði inneftir og úteftir. Til fyrst í 20. øld var tónleikurin fyrst og fremst kvøðing og sálmasangur. Føroyski dansurin var farin at dvína víða hvar um landið fram undir endan á 19. øld, tá ið samskiftið við onnur lond vaks. Kirkjugudstænastan var merkt av sálmasangi við ongum orgulundirspæli, tann sokallaði Kingosangurin, har kirkjufólkið sang við ongum samljómi ella rútmiskari grund. Havnar kirkja fekk sítt fyrsta orgul í 1831, og so hvørt sum orgul kom í aðrar kirkjur við, loysti vanligur kirkjusangur Kingosangin av.

Siðbundni tónleikurin hoyrist nú á døgum aftur í ymiskum tónleikasløgum. Metal-bólkurin Týr endurnýtir t.d. kvæðið Ormin langa á eini útgávu frá 2012, og bólkurin Hamferð hevur sína útgávu av sálminum Harra guð títt dýra navn og æra frá 2010. Siðbundið tilfar verður endurnýggjað í verkum hjá fleiri klassiskum nútíðartónaskaldum, í verkum hjá Eivør og fólkatónleikabólkum sum Harkaliðnum og Enekk.

Í 1889 stovnaði tónleikalærarin og eldsálin Georg Casper Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, ættaður av Bornholm, Havnar Sang og Musikkfelag. Kamartónleikur, horntónleikur og kórsangur vóru frá byrjan partur av virkseminum í felagnum sum hevði fast tilhald í sjónleikarsalinum í Klubbanum. Úr hesum spratt so hornorkestrið Tjaldur, stovnað í 1901. Seinni skifti orkestrið navn til Havnar Hornorkestur. Orkestrið er framvegis fastur táttur í ymsum almennum haldum, skrúðgongum og hátíðargudstænastum. Harmoniorkestrið GHM varð stovnað í 1922 til minnis um Bakar Hansen. Horn- og blásaratónleikur gjørdist so hvørt fastur liður í ymsum mentanarhaldi í teimum stóru bygdunum.

Kórsangur

Áhugin fyri kórsangi hevur leingi verið stórur í Føroyum. Í 1925 tók organisturin, tónaskaldið og lærarin Jógvan Waagstein við sum leiðari í Havnar sang- og musikkfelag, sum í 1933 skifti navn til Havnar Sangfelag. Á fleiri stórplássum varð eisini gjørt nógv við sangin. Í 1935 stovnaði Hans Jákup Højgaard, lærari og tónaskald, Toftakórið. Upptøkur við hesum kórinum hoyrast enn í kringvarpinum og eru eitt gott umboð fyri hevdbundnan føroyskan kórtónleik. Kórsangur gjørdist eisini tíðliga ein drúgvur táttur í samkomulívinum, og fleiri kór vóru, eitt nú Sangkórið í Betesda, stovnað 1926, og Sangkórið í Ebenezer, stovnað 1936. Síðan 1967 hevur Kórsamband Føroya skipað fyri kórstevnum hvørt ár. Drívmegin í hesum arbeiði var kórleiðarin Ólavur Hátún. Á stevnunum verða verk eftir eldri tónaskald sum Højgaard, Waagstein og Petur Alberg framførd, men eisini verk eftir nútíðar tónaskald sum Paula í Sandagerði, Kára Bæk, Leif Hansen, Bjarna Restorff, Trónd Bogason og Sunleif Rasmussen. Tarira, Tórshavnar Kamarkór, Tórshavnar Mannskór og Kór Gøtu Kirkju eru millum merkisverdastu kór í Føroyum nú. Størsta kórtiltakið er ólavsøkukórið, ið syngur undir tinghúsinum ólavsøkudag og telur ikki minni enn 250 sangarar.

Symfoniskur tónleikur

Føroya Symfoniorkestur varð stovnað í 1983 og er javngamalt við Norðurlandahúsið. Undir leiðslu av Bernharði Wilkinsson spælir orkestrið klassisk verk, nýskrivað nútíðar føroysk verk og samstarvar eisini við rútmiskar tónleikarar. Orkestrið stóð fyri frumframførsluni av fyrstu symfoniini hjá Sunleifi Rasmussen Oceanic Days, sum fekk tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2002. Tónlistabólkurin Aldubáran varð stovnaður í 1995 av nýútbúnum tónleikarum og hevur til endamáls at spæla nýskrivaðan føroyskan tónleik. Í bólkinum eru 14 tónleikarar. Í 2006 tók bólkurin stig til at fáa fyrstu føroysku operuna á pall. Tað var Í óðamannagarði. Dánjal Hoydal skrivaði librettoina eftir eini stuttsøgu hjá Williami Heinesen og Sunleif Rasmussen tónleikin. Klassiski tónleikurin hevur eisini sín egna festival, Summartónar. Síðan í 1992 hava Summartónar lagt dent at fáa nýggjan føroyskan tónleik og framførsluumhvørvið fram í ljósmálan. Á Summartónum ber til at uppliva tónleik í konserthølum, bygningum, kirkjum og náttúruskaptum konsertsalum, eitt nú hellum og gjáum.

Djass

Djassurin helt innreið sína í Havn fyrst í 1920-árunum. Djassbólkurin Goggan er tiltikin í hesum sambandi. Bólkurin spældi fast í Sjónleikarhúsinum frá 1926 til einaferð miðskeiðis í 1970-árunum. Saxofonspælarin og lærarin Brandur Øssursson stovnaði í 1972 Tórshavnar Stórband. Orkestrið skifti navn til Tórshavnar Bigband í 1994 og spælir bæði nútímans og siðbundnan bigband-tónleik saman við útlendskum og føroyskum tónleikarum og orkesturleiðarum.

Havnar Jazzfelag varð stovnað í 1976, og ímillum stovnararnar var Kristian Blak, ið tá hevði búð í Føroyum eitt skifti. Í fleiri ár helt felagið til í Perluni í Vágsbotni, og hølini har vóru miðdepil fyri tað nógva av tí progressiva tónleikinum í Havn. Í 1983 byrjaði Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festivalur og varð hildin í Norðurlandahúsinum fram til 1990-árini. Síðan 2009 hevur verið skipað fyri Vetrarjazzi.

Plátufelagið Tutl varð stovnað í 1979 í jazzfelagshøpi. Tutl stendur í dag fyri tónlistaútgávum innan fyri allar tónlistagreinar. Tvey kommunal spælistøð eru í Havn: Perlan, ið læt upp í 2014, og Reinsaríið, sum læt upp í 2017. Hesi bæði støðini og vertshúsið Blábar eru karmurin um tann rútmiska tónleikin í Havn. Her ber til at hoyra Plúmm, Yggdrasil, Gø og aðrar nýggjari føroyskar djass- og rútmiskar tónleikarar.

Poppur og rokktónleikur

Popptónleikurin tók dik á seg miðskeiðis í 1950-árunum við bólkum sum Tey av Kamarinum, Simme og Ljómlið, ið gjørdu sín egna tónleik. Faroe Boys við Robert McBirnie sum sangara var fyrsti superbólkurin í Føroyum og spældi uttanlands, m.a. í Íslandi. Faroe Boys góvust í 1967.

1970-árini vóru merkt av tí progressiva rákinum í rútmiskum tónleiki. Bólkar sum Straight Ahead og Hjarnar úr Klaksvík vóru í miðdepli við tí virkna rokktónleikaranum og lagsmiðinum Jørgen Dahl á odda. Hesi árini fekk fólkatónleikurin eisini sítt frambrot við bólkum sum Harkaliðið, tí samfelagskritiska trubadurinum Kára P. og Hanusi G. Johansen, sum ger løg til yrkingar eftir Pól F. Í 1980-árunum ráddu fólka- og rokkbólkarnir Frændur og Terji og Føstufressar ferðini við melodiskum sangum, sum gjørdust fólkaogn. Samstundis fekk gjøgnumframleiddur og synth-grundaður tónleikur høvdið fyri seg við bólkinum Les îles Féroé og framleiðaranum Óla Poulsen.

Festivalar

G! Festivalurin í Gøtu, sum spratt úr tónleikasamtakinum GRÓT, er ein pallur fyri nýggjan progressivan rútmiskan tónleik. Tey flestu progressivu nøvnini í Føroyum hava spælt har, eitt nú bólkurin Orka við Jens L. Thomsen, ið burturav brúkar elektroniskar ljóðgevar og óhevdbundin ljóðføri, og Byrta við sangskrivaranum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen umframt altjóða viðurkendir solistar og bólkar sum Lenu Anderssen, Eivør, Teitur og Høgni.

Summarfestivalurin í Klaksvík er tann størsti av sínum slagi í landinum við um leið 10.000 vitjandi. Festivalurin verður hildin í august og hevur síðan í 2004 lagt dent á at lofta tí vælumtókta og nostalgiska. Festivalurin hevur verið pallur fyri fleiri stór nøvn, bæði útlendsk og føroysk. Útlendskan og føroyskan country-tónleik ber eisini til at hoyra á Countryfestivalinum í Sørvági, har hava m.a. Hallur Joensen og Kristina Bærendsen spælt. Í Havn eru tveir festivalar um summarið: Voxbotn og Tórsfest, sum hvørt ár fáa kend føroysk og útlendsk nøvn á pall.

Trý tónaskøld við aljtóða vídd

Sunleif Rasmussen er av Sandi og skrivar verk fyri klassiskar tónleikabólkar, alt frá soloverkum til symfoniir. Hann er útbúgvin á Kongliga Danska Musikkkonservatoriinum og tók prógv haðani í 1995. Hann hevur fingið fleiri virðislønir og viðurkenningar, eitt nú Sonnings Talentpris for unge kunstnere í 1991, Kunstfondens treårige arbejdslegat í 1997 og Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2002 fyri symfoniina Oceanic Days. Í stíli fevnir hann víða um nýggjan tónaskaldskap bæði í tøkniligum og merkingarligum høpi. Í verkum sínum letur hann føroysku náttúruna og føroyska sanghevd gera vart við seg sum tónlistarligar spegilsmyndir, eitt nú suð av vindi spælt av einum træblásara, likkugól endurgivið av strúkarum ella ítóningar við skilligum tilsipingum til sálma-, kvæða- og vísuløg. Sunleif Rasmussen var við til at stovna Felagið Føroysk Tónaskøld og hevur m.a. undirvíst á Læraraskúlanum frá 2004 og verið lektari síðan 2010. Í 2019 legði hann saman við øðrum lunnar undir listaútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum.

Eivør Pálsdóttir fekk Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í november 2021.
MARTIN SYLVEST/RITZAU SCANPIX

Eivør Pálsdóttir er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu. Hon byrjaði blaðung at syngja og sang eitt nú í bólkinum Clickhaze. Í 00-árunum arbeiddi hon saman við føroyskum og norðurlendskum tónleikarum. Fyrsta pláta hennara, Eivør Pálsdóttir (2000), varð merkt av djass- og fólkatónleiki. Tvey ár seinni var hon við í altjóða bólkinum Yggdrasil, sum gav eina samnevnda plátu út í 2002. Í 2003 gav hon útgávuna Krákan út, og sambandi við 40 ára haldið hjá DR Bigband kom Trøllabundin út í 2005. Við útgávuni Larva (2010) og Room (2012) gjørdist ektronika týðandi partur av hennara tónlistarligu ímynd. Umframt plátuútgávurnar hevur Eivør eisini skrivað tónleik til film. Í tónleikinum hjá Eivør gevur hevdin seg til kennar í, at tónleikurin so treytaleyst savnar seg um røddina. Á palli verða frumtónleikur og parafraseringar av siðbundnum løgum undirstrikað við hondtrummu, dansi, rørslum og teirri eyðkendu sopranrøddini. Í tónaverkum sínum brúkar hon gomul løg, og málsliga er hon ímillum enskt, føroyskt, norskt, danskt og íslendskt. Fleiri av plátum hennara eru útkomnar á ymiskum málum. Eivør fekk tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.

Teitur Lassen er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er sangari og sangskrivari og fekk sítt frambrot við fyrstu útgávu síni Poetry and Aeroplanes í 2003. Eftir frambrotið fór hann eina drúgva tónleikaferð um USA og Kanada. Í 2006 fekk hann tvær danskar Grammyvirðislønir fyri plátuna Under the Stars og vann m.a. heitið Besti sangari í Danmark. Í 2007 gav Teitur út Káta hornið, har hann syngur á føroyskum. Káta hornið er ikki hvar sum helst og upp á mangar mátar eitt týðandi stað hjá tónleikinum í Havn. Her var Kondittaríið, tann tíð tað var, og ikki síðst plátuhandlar. The Singer frá 2008, sum tekur til ymiskt í lívinum hjá sangaranum sjálvum, gjørdi sítt til at greiða gøtuna fyri Teiti bæði til áhoyrarar og ummælarar. Sama kann sigast um Story Music og I want to be Kind frá ávikavist 2013 og 2018. Teitur hevur harumframt arbeitt saman við ymsum altjóða tónleikarum og hevur eisini skrivað tónleik til film og sjónvarpsrøðir og verk fyri klassiskar tónleikabólkar og kór.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Hans Pauli W. Tórgarð

    (f. 1970) Cand.mag. í tónlistarfrøði, listfrøði og mentan. Deildarleiðari fyri Mál og Bókmentir á Glasi – Tórshavn Collage.