Sjónleikur

Mynd úr leikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Tjóðpalur Føroya húsast í gamla meiarínum í Havn, meðan bíða verður eftir, at nýtt tjóðleikhús verður bygt.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2017

Tað fyrsta, nakar veit um sjónleik í Føroyum, er tað, Jens Christian Svabo sigur í frágreiðingini um Føroyaferð sína 1781 – 82. Hann nevnir, at ung í Havn hava spælt tveir leikir eftir Ludvig Holberg, Politiska kannustoyparan og Ellifta juni, og hesar framførslurnar »skulle efter det Steds beste Skjønnere have langt overgaaet Formodning«.

Handilin hjá Ryberg, sum kom í 1767, hevði nógv virksemi við sær í Havn. Eitt nú fór borgarlig mentan at blomstra í býnum, og sjónleikur var partur av hesi nýggju mentanini. Men tá ið friður gjørdist ímillum USA og Bretland í 1783, datt handilin hjá Ryberg niðurfyri, og tá ið handilin hvarv, hvarv tað mesta av tí borgarligu mentanini við honum, eisini áhugin fyri sjónleiki. Í 1823 varð tann fyrsti amtmaðurin settur av fleiri ungum og vælútbúnum amtmonnum, sum hvør í sínum lagi vildu nútímansgera føroyska samfelagið. Árini 1830 – 37 var F.F. Tillisch amtmaður, og hann málaði hesa tíðina nøkur leiktjøld, sum vórðu í brúki í eini hálvthundrað ár. Tær fáu heimildir, ið eru um sjónleik í 19. øld, geva eina hugmynd av, hvussu gongdin var fram ímóti einum meira nútíðarligum samfelagi, og tað var borgaraskapurin, sum hevði áhuga fyri sjónleiki. Tey tóku seg saman í eitt felag, Det Thorshavnske Skuespillerselskab.

Tá ið fríhandilin kom í 1856, tók borgarliga mentanarlívið dik á seg, og sjónleikur gjørdist ein fastur táttur í býarlívinum. Á skránni vóru fyri tað mesta danskir skemti- og sangleikir, eitt nú eftir Ludvig Holberg, Heiberghjúnini, Thomas Overskou, Jens Christian Hostrup og Erik Bøgh. Sjónleikurin hevði einki fast tilhald; spælt varð í ymsum fyrifallandi hølum. Í 1882 fekst so loyvi at spæla sjónleik í løgtingssalinum.

Henda nýggja borgarliga mentanin var øll donsk og á donskum máli, tað galt bæði sjónleik, bókmentir og frá 1872 eisini fólkaskúlan. Føroyskt mál var trokað av á øllum økjum, og í 1888 kom bakslátturin. Á Jólafundinum annan jóladag tað árið varð samtykt at stovna Føringafelagið, sum setti sær fyri at vinna føroyskum máli rættindi. Tjóðskaparrørslan fekk høvdið fyri seg og merkti føroyska søgu langt inn í 20. øld. Frá byrjan hevði sjónleikur nógv at siga fyri tjóðskaparrørsluna. Longu tveir mánaðir eftir, at Føringafelagið var stovnað, vórðu tveir leikir á føroyskum spældir í løgtingssalinum. Í útivið hálvthundrað ár varð spælt á donskum og føroyskum til skiftis, men í 1930 fall tjaldið fyri seinastu ferð í eini sýning, har føroyingar framførdu á donskum fyri føroyingum.

Fleiri kend nøvn hava verið á palli í Sjónleikarhúsinum. Her spælir Deiggj undir hjá sangaranum í Uriah Heep, Bernie Shaw, í 2010. ÓLAVUR FREDERIKSEN

Tjóðskaparrørslan vakti føroyingar mentanarliga. Tað sást eitt nú aftur í teimum mongu ungmanna-, avhalds og bygdafeløgum, ið vóru stovnað um alt landið. Mong av hesum feløgum fóru um og eftir aldarskiftið 1900 at skipa fyri sjónleiki, og tá ið hesi feløgini so við og við fingu egin hús, vóru tey javnan innrættað við palli og umstøðum til at spæla sjónleik. Aðrastaðni enn á stórplássum verður sjónleikur enn spældur í hesum samkomuhúsum.

Fyrsti sjónleikasalurin var gjørdur í Havn í 1892. Bygt varð upp í húsini hjá Klubbanum, tá ið sjónleikurin var koyrdur úr tinghúsinum. Í 30 ár var salurin í Klubbanum miðdepil í sjónleikalívinum, men har var eisini rúm fyri m.a. tónleikafelagnum, dansi, politiskum fundum og fyrilestrahaldi. Umstøðurnar í sjónleikasalinum vóru góðar at fáa sjónleikarar uttaneftir, og eitt nú í 1893 stóð Emil Wulff á palli har. Sjónleikarfelagið hjá Boesen (Boesens Teaterselskab) vakti eisini miklan ans, tá ið tað kom á vitjan og spældi í salinum árini 1911 – 13. Í 1906 varð salurin á fyrsta sinni brúktur til biograf, og fyrst í 1920-árunum gjørdist sjónleikurin aftur húsvillur, tí nú skuldi sjónleikasalurin brúkast til biograf burturav. Sjónleikaráhugað í Havn stovnaðu í 1917 Havnar Sjónleikarfelag, og hetta nýggja felagið fór undir at byggja eitt nýtt leikhús. Sjónleikarhúsið stóð liðugt í 1926. Eitt ungt ættarlið, sum m.a. taldi skaldini William Heinesen og Hans Andrias Djurhuus, var til reiðar at brúka umstøðurnar, sum tey nýggju húsini bjóðaðu.

Sjónleikarhúsið var í nógv ár álitið í mentanarlívinum í Havn, men tá ið bretar í 1940 hersettu Føroyar, løgdu teir eisini hald á Sjónleikarhúsið. Tá ið Sjónleikarfelagið fekk húsini aftur eftir kríggið, var tíðin komin at seta sjónleikinum nýtt og hægri hald. Pallsmiðurin hjá felagnum, Jacob Zahle, varð sendur á kanningarferð til Keypmannahavnar í 1948, og gjørt varð av at fara undir størri og meira krevjandi uppsetingar enn hagartil.

Í 1950 var leikstjóri á fyrsta sinni fingin til eina sýning, og fimm ár seinni leikstjórnaði Erna Sigurleifsdóttir leikinum Mýs og menn eftir John Steinbeck. Ongantíð hevði ein yrkissjónleikari heldur spælt við í einum sjónleiki í Føroyum. Eyðun Johannessen, sum spældi við í Mýs og menn, fór til Danmarkar at útbúgva seg til sjónleikara og virkaði heimafturkomin sum yrkissjónleikari, tann fyrsti sum gjørdi tað í Føroyum. Hann varð settur í starv í Sjónleikarhúsinum, nú varð sett enn hægri á, og ein gamal dreymur um at byggja Sjónleikarhúsið um til tjóðleikhús fór av álvara at gera vart við seg.

Í fleiri ár var ósemja í Sjónleikarfelagnum; summi vildu hava yrkisleikhús, og summi vildu halda fram við áhugaleikinum. Í 1977 fór leikbólkurin Gríma undir sítt virksemi, hetta var fyrsti yrkisleikbólkur í landinum. Havnar Sjónleikarfelag helt fram sum áhugaleikhús og var í 1979 við til at stovna MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya.

Nú eru átta feløg limir í MáF. Helvtin av teimum eru gomul ungmanna-, avhalds- ella bygdafeløg, hini eru sjónleikarfeløg burturav. Hesi eru Havnar Sjónleikarfelag, Klaksvíkar Sjónleikarfelag, Suðuroyar Sjónleikarfelag, Dramaverkstaðið v. Hjørdis Johansen, Ungmannafelagið Royndin í Nólsoy, Ungmannafelagið Virkið á Sandi, Losjan Glottin í Gøtu og Bygdarfelagið Eydnan á Oyrarbakka. Gríma framførdi leikir um alt landið, men hevði einki fast tilhald. Men har kom broyting í í 1998, tá ið býráðið í Havn samtykti at gera Meiaríið í Tórsgøtu til leikhús.

Gríma fekk frá byrjan styrk frá landinum til sítt virksemi. Í 2003 samtykti Løgtingið at seta Tjóðpall Føroya á stovn. Tjóðpallur Føroya yvirtók virksemið hjá Grímu í 2005 og helt tjóðleikhús á gamla Meiaríi. Øll árini síðan hevur Tjóðpallurin sett fleiri verk upp um árið, og sýningarnar hava verið væl vitjaðar. Sum karmur um eitt tjóðleikhús er gamla meiaríið kortini alt annað enn nøktandi. Í 2020 skrivaði Mentamálaráðið tískil út eina arkitektakapping um eitt komandi tjóðleikhús, og hvar tað skal standa.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Erling Isholm

    (f. 1969) Ph.d. í søgu. Adjunktur við Fróðskaparsetur Føroya.