Hósvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Hósvík búgva 340 fólk, og har eru 19 merkur festijørð, festini eru 4. Seyðatalið er 486 áseyðir.

Bygdin eitur á norrønum Þórsvík og skal hava verið heiðið offurstað. Tann upprunaliga lítla bygdin fór at vaksa saman við langfarafiskiskapinum, sum gav nýggjar inntøkumøguleikar. Hósvík var sjálvstøðug kommuna til 2005, tá ið hon gjørdist partur av Sunda kommunu.

Kirkjan er frá 1929, Einar Hansen hevur teknað hana, og hon er stoypt. Fyrsti skúli kom í bygdini í 1897, hann er útbygdur fleiri ferðir, seinast í 2008, og har ganga næmingarnir trý tey fyrstu árini, síðani halda børnini fram í skúlanum við Streymin á Oyrarbakka.

Í Hósvík er Hósvíkar róðrarfelag. Í bygdini er ein lítil havn, og reiðaríið P/F Thor hevur høvuðssæti í bygdini.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.