Klaksvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Klaksvík verður kallað Føroya fiskivinnuhøvuðstaður. Kunoyargalvur stendur sum eitt býarmerki við havnarinnsiglingina, har ið stór havnarútbygging er framd báðumegin vágna. Í havnarøkinum høgrumegin er bygd nýggj keypsamtøka (FK), og har síggjast eisini býráðshúsini, ein stórur gráur bygningur í trimum hæddum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Í Klaksvík, sum fyrr æt norðuri í Vági, búgva 4.992 fólk, og har eru 59 merkur og 12 gyllin. 47 merkur og 12 gyllin eru festijørð, og festini eru níggju, og 12 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 1.110 áseyðir.

Býurin liggur á og við eitt lágt eiði við høgum fjøllum báðumegin. Í fjøruni í Borðoyavík verður víst á morenuáløgu frá tveimum ísárásum. Undirsjóvartunnilin Norðoyartunnilin hevur síðani 2006 bundið Klaksvík saman við Leirvík í Eysturoy.

Útgrevstur og toftir hava eisini víst, at har hevur verið óslitin búseting síðani víkingaøld. Eitt yvirlit frá 1592 vísir, at tá var bara ein kirkja á Borðoynni, og keldur frá 1669 siga, at kirkjan er í Vági. Klaksvík hevur sostatt verið høvuðsbygdin í Borðoynni í øldir.

Búsetingin er á einasta stað í Norðoyggjum við natúrgivnari havn, sum er væl vard av Kunoynni hinumegin. Tað var kortini ikki fyrr enn fiskarí og skipsfiskivinna mentust í 1800-talinum, at hesin eyðsýndi fyrimunur kom til nyttu. Frá 1801 til 1901 vaks fólkatalið úr 88 upp í 443.

Ein deild hjá einahandlinum varð sett á stovn í Klaksvík í 1838, og tá ið fríhandilin kom í 1856, keyptu J. Bech & Sønner bygningarnar og fóru at hava handil í Føroyum. Í 1912 byrjaði Jógvan Frederik Kjølbro, sum hevði arbeitt hjá J. Bech & Sønner síðani 1902, sjálvur at hava handil yviri á Biskopstøð.

J. F. Kjølbro var sum vinnulívsmaður í fleiri áratíggjur týdningarmesti persónur í Klaksvík. Sum limur í brøðrasamkomuni gjørdi hann eisini vart við seg í tí andaliga lívinum, men kom í stríð við partar av fólkinum í læknastríðnum í 1950-árunum. Í 2002 setti fólkið í Klaksvík eina standmynd av honum eftir Hans Paula Olsen uttan fyri ein av handlunum hjá honum.
CARLO RHIGER, 2018

Síðani tá hevur Klaksvík verið fiskivinnuhøvuðstaður í Føroyum við stórum nýmótans fiskiídnað á sjónum og á landi, umframt annað avleitt privat og alment virksemi.

Sjúkrahúsið í Klaksvik varð stovnað í 1898 og er fleiri ferðir umbygt síðani tá. Tey ófriðarligu árini fyrst í 1950-árunum var sjúkrahúsið partur av tí víðakendu ósemju millum partar av klaksvíkingum rundan um læknan Olaf Halvorsen og myndugleikarnar í Føroyum og í Danmark.

Í 1917 byrjaði brøðrasamkoman í Klaksvík. Hon fekk í tíðarskeiðinum 1920‑50 so nógv viðhaldsfólk, at hon í dag fevnir um 43 % av fólkinum í Klaksvík. Frágreiðingin er m.a., at Jógvan Frederik Kjølbro fór upp í brøðrasamkomuna í 1920, og at stórar samfelagsligar broytingar vóru í Klaksvík hesa tíðina, við rembingum og nógvari tilflyting. Harafturat var tann siðbundna fólkakirkjan í bygdini veik, og fastur sóknarprestur kom ikki fyrr enn í 1934.

Kirkja hevur verið í Klaksvík síðani 1592, kanska eisini fyrr. Tann núverandi kirkjan í Klaksvík, Christianskirkjan, er frá 1963. Tá ið Norðoya vestara prestagjald í 1934 gjørdist sjálvstøðugt prestagjald, fekk sóknarpresturin í Klaksvík eisini ábyrgdina av kirkjunum í Kunoy, Mikladali, Húsum og frá 1937 eisini teirri nýggju kirkjuni í Árnafirði.

Brøðrasamkoman fekk sín sal, Betesda, í 1917. Í 2014 bygdu tey ein nýggjan sal við sama navni.

Heimamissiónin heldur til í sínum egna sali frá 1950, og ein onnur stevna, Kirkjuliga Missiónsfelagið, sum byrjaði í Klaksvík við sínum egna missiónshúsi í 1919‑20, fekk nýtt hús í 2005. Eisini fleiri aðrar smærri kristnar samkomur ella bólkar settu seg niður í Klaksvík, serliga eftir 1970.

Klaksvík er eisini kend fyri fjølbroytt mentanarlív bæði í tónleiki og list. Bólkarnir Frændur og Hjarnar hava síðani 1980-árini givið fleiri plátur út, og býurin hevur í mong ár havt afturvendandi tónleikafestival.

Millum listarfólkini í býnum kunna vit nevna grafikaran Elinborg Lützen, sum er heiðrað við einari standmynd uttan fyri barndómsheimið.

Kjølbro og Klaksvík

Tá ið keypmaðurin Jógvan Frederik Kjølbro hevði fingið sítt handils- og reiðaravirksemi á glið, búðu 4,9 % av føroyingum í Klaksvík og 6,6 % í Norðoyggjum annars. Tá ið virkið var í hæddini, tá ið Kjølbro doyði í 1967, búðu 11,6 % av føroyingum í Klaksvík og bara 2,6 % av fólkinum í Norðoyggjum annars. Síðani tá hava ikki verið munandi broytingar í lutfalsliga fólkatalinum

Týdningur Kjølbros sæst beinleiðis av, at hann í 1933 rindaði 14 % í kommunuskatti av skattskyldugari inntøku upp á 132.000 krónur, sum svarar til 18.494 kr. Sama ár hevði Klaksvíkar kommuna 65.000 kr. í skattainntøkum tilsamans. Í 1937 fýra ár seinni, rindaði Kjølbro 800.000 kr. í lønum til sjómenn og arbeiðsfólk. Sama ár hevði kommunan 538.000 kr. sum skattagrundarlag.

Virksemið hjá Kjølbro, sum kom í stórar fíggjarligar trupulleikar í 1960-árunum, var ov týdningarmikið fyri føroyska búskapin, til at tey kundu sleppa at fara á húsagang. Statsátøk førdu í 1970 til, at Føroyagrunnurin, sum enn hevur stóran leiklut í føroyska búskapinum, bleiv stovnaður. P/F J. F. Kjølbro er enn týdningarmikið í Klaksvík.

Føroya Bjór hevur verið virkið bryggjarí síðani 1888. Í 2016 vaks virksemið til eisini at fevna um ginn, vodka og bitter, og síðani 2020 hevur Einar’s Distillery framleitt sítt egna whisky. Brennaríið fekk nýggja útgerð í 2016, sum sæst á myndini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Føroya Bjór – Bryggjaríið í Klaksvík

Bryggjaríið Føroya Bjór í Klaksvík varð stovnað í 1888. Í meira enn 100 ár vóru tvey bryggjarí í Føroyum. Restorffs bryggjarí í Havn og Føroya Bjór í Klaksvík, og tey kappaðust um viðskiftafólkini.

Tá ið brennivínslógin kom í gildi í 1908, bryggjaðu bæði bryggjaríini bara ljóst pilsnarøl við sera lítlum alkoholinnihaldi og ymisk sløg av sodavatni. Men í 1980 fingu tey loyvi til at bryggja sterkari øl.

Eftir at Restorffs bryggjarí stongdi í 2007, var Føroya Bjór einsamalt á marknaðinum, til eitt nýtt bryggjarí, Okkara, bleiv stovnað í 2010. Okkara, sum enn bryggjar sítt egna øl, varð tó í 2020 yvirtikið av Føroya Bjór.

Við Einar’s Distillery hevur Føroya Bjór síðani 2016 økt virksemið við vodka, ginn og bitter framleiðslu og síðani 2020 eisini sínum egna whisky. Føroya Bjór er eisini einasta virki, sum framleiðir ymisk sløg av sodavatn.

Vanlukkurnar í Gerðum

Síðst í 1700-talinum vóru í núveranadi Klaksvík fýra garðar, Uppsalir og Vági vestureftir og Gerðar og Myrkjanoyri eystureftir. Garðarnir lógu langt hvør frá øðrum, og hagi var ímillum teirra. 88 fólk búðu tilsamans á teimum fýra gørðunum, og í 1765 búðu 25 teirra í tveimum húsum í Gerðum eystanfyri.

mars í 1745 jarðaði ein skalvur hús og fólk í Gerðum undir kava, og fimm doyðu. Húsini vórðu bygd aftur í sama stað, og tá ið skalvur leyp aftur 12. mars í 1765, lógu tey eisini undir tjúkkum kava; 20 av teimum 26 fólkunum doyðu. Síðani valdu tey at byggja húsini uppaftur á tryggari stað longur niðri. Millum teirra, sum kom frá vanlukkuni við lívinum, var ein, sum eisini var sloppin við lívinum í tí fyrra skalvalopinum.

mars í 1910 rakti aftur ein vanlukka fólkini í Gerðum. Hesa ferð fórst ein báturav garðinum, og seks mans druknaðu. Tilvildin gjørdi, at tríggjar stórar vanlukkur raktu í Gerðum á grækarismessu.

Miðbýðurin í Klaksvík við teimum týdningarmestu hentleikunum markaðum, 2021. Langa, smala havnin er væl vard av Kunoynni norðanfyri kortúrskurðin. Í sunnara (høgra) hornið á kortinum sæst norðasti partur av Borðoyarvík.
GJØRT ÚT FRÁ UMHVØRVISSTOVUNI

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.