Kirkjur

Lestur í Sands kirkju 2. sunnudag í advent 2021, tá ið koronatiltøkini enn vóru í gildi.
JÁKUP REINERT HANSEN

Merkiliga lítið er til av miðaldarligum kirkjuinnbúgvi í Føroyum. Nakrar eyðkendir doypifuntar hevur Fornminnissavnið kortini fingið, teir flestu rætthyrntir ella kvadratiskir og ein smærublaðsdánaður. Funtarnir eru úr fitisteini og gjørdir í Noregi í tíðarskeiðinum 1100 – 1250.

Í Føroyum eru bert tríggjar miðaldarkirkjur, og tær standa allar, rímiliga væl varðveittar, í Kirkjubø. Sóknarkirkjan, Ólavskirkjan, er einasta miðaldarkirkja, sum enn er í nýtslu og var helst upprunaliga vígd Mariu moy. Ólavskirkjan er frá 13. øld, og helst hevur onnur eldri kirkja staðið har, sum hon stendur. Magnuskirkjan, Kirkjubømúrurin, man vera bygdur um ár 1300 í hágotiskum stíli. Og toftin, sum vanliga verður rópt Líkhúsið og nærum øll er farin í havið, kann vera tann Sankta Brandanskirkja, sum skal hava verið í gerð í 1420.

Í 2020 hevði fólkakirkjan 61 kirkjur til samans. Fyri tær gomlu timburkirkjurnar á Nesi og í Gøtu eru nýggjar kirkjur bygdar, Fríðrikskirkjan á Toftum og tann nýggja kirkjan við Gøtugjógv. Gomlu kirkjurnar verða nú bert brúktar til serlig høvi. Altartalvurnar er merkiliga ofta list á høgum støði. Í øllum kirkjum, kirkjan í Hósvík undantikin, er prædikustólurin norðarumegin í kirkjuni. Í Kirkjubø verður ikki spælt undir til sálmasangin. Onkur kirkja hevur stovu- ella elektriskt orgul, men í flestu kirkjum er pípuorgul. Vaksandi ansur fyri kirkjusiðum, liturgi, vísir seg aftur í einum stórum tali á fjølbroyttum messuaklum og kirkjuligari vevlist, yvirhøvur eftir føroysk listafólk.

Havnar Kirkja varð bygd norðan fyri býin í 1788 og loysti Christian IV-kirkjuna úti á Reyni av, hon var bygd í 1609. Í núverandi líki hevur Havnar kirkja staðið, síðan hon var umbygd í 1865.

Leingi varð hildið, at Magnuskirkjan ikki bleiv gjørd liðug, og at ólidni bygningurin forfall til eina toft. Nýggjari kanningar týða harafturímóti á, at kirkjubyggingin varð gjørd liðug, at kirkjan fekk tak, hurðar og vindeygu og varð vígd sum dómkirja, og at hon var í brúki fram til siðaskiftið, fyri síðan at farast.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Kirkjur úr miðøld

Kirkjurnar í Kirkjubø, gamla bispasetrinum, eru rættiliga ólíkar øðrum og heldur lítilætnari kirkjum og bønhúsum í Føroyum. Har settu menn munandi hægri á, tá ið bygt varð. Byggistílurin ber skilligan dám av teimum stórbæru miðaldarbygningum, vit kenna aðrastaðni frá, eitt nú kirkjum, kleystrum og borgum. Har vóru bygningar, laðaðir úr gróti, har mørtil var lagt millum steinarnar, við timburkrevjandi yvirtromum, ofta eisini stokkabygd hús, sum vóru dýr at smíða og kravdu serligt hegni og handalag.

Tað, sum nú sæst eftir av tí gamla í Kirkjubø, boðar frá tættum tilknýti til pávakirkjuna, og at ráðini hava verið til tað góð at byggja. Í Kirkjubø var tann kirkjuligi og mentanarligi miðdepilin í Føroyum, haðani var samband úteftir, og haðani útinti katólska kirkjan sína hugsjón og sítt vald í føroyska samfelagnum.

Umframt kirkjurnar var bispagarðurin tað týdningarmesta í Kirkjubø í miðøld. Ein partur av garðinum er í dag innrættaður til mentanarsøguligt savn.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2008

Verandi sóknarkirkja í kirkjubø varð bygd í 13. øld. Hon er einasta miðaldarkirkjan, sum enn er í nýtslu í landinum. Fornfrøðiligar kanningar undir kirkjugólvinum vístu, at kirkjan stendur oman á leivdum av eldri kirkjum og leiðum. Kirkjan er rætthyrnt, mátini uttan eru 21,5 x 7,5 m, og hon hevur sama snið sum fleiri norskar kleysturkirkjur í sama tíðarskeiði, ið eyðkennast av, hvussu longdin er í mun til breiddina.

Verandi sóknarkirkja var dómkirkja til fram undir 1300, tá farið var undir at byggja eina størri og skreytbúnari dómkirkju við gotiskum sniði. Eftir stendur í dag múrurin ella Magnuskirkjan.

Einar 100 m eystan fyri Magnuskirkjuna er ein toft av einum minni kirkjubygningi, ið nevnist Líkhúsið. Helst eru hetta leivdirnar av eini kirkju, sum ein skrivlig heimild frá um 1420 sigur vera í gerð.

Kirkjurnar frátaldar hevur biskupsgarðurin verið tann mest týðandi bygningurin í Kirkjubø í miðøld. Útgrevstrar, sum føroyskir, norskir og danskir fornfrøðingar gjørdu árini 1953- 1955, góvu eitt yvirlit yvir byggisøguna hjá garðinum, og hvussu hann var ætlaður at vera.

Garðar verja hvíttmálaðu sóknarkirkjana í Kirkjubø frá miðøld, ímóti sjónum. Yvir av kirkjuni er gamli kongsbóndagarðurin, sum er bygdur á bispasæti. Kirkjubømururin sæst uttast høgrumegin. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Húsini á biskupsgarðinum fóru sum aðrar kirkjuognir undir kong, tá ið trúbótin kom, og garðurin hevur síðan verið kongsjørð. Bygningarnir eru ólíkt øðrum húsum í Føroyum ikki stavlagshús, men stokkahús. Elsti parturin av húsunum ætlast at vera eldri enn frá 1350.

Gomlu trækirkjurnar

Tær elstu føroysku bygdakirkjurnar, Ólavskirkjan í Kirkjubø undantikin, eru ikki sum nógva aðrastaðni miðaldarligar grótlaðaðar kirkjur, men svartmálaðar flagtaktar trækirkjur frá 19. øld, við lítlum, hvítum torni tvørtur um mønuna í vestara enda og vindeygum, sum eisini eru hvítmálað. Innan eru kirkjurnar berur furuviður, uttan altarið.

Av teimum tíggju gomlu trækirkjunum man Sands kirkja vera tann fornfrøðiliga áhugaverdasta, við tað at útgrevstrar hava víst, at kirkjan, sum nú stendur, er tann sætta á somu grund. Verða skivligar heimildir, eitt nú frá tí, tá ið allar kirkjur í landinum vóru skoðaðar í 18. øld, tiknar við, kemur ein byggingarsøga í ljósmála, ið gongur heilt aftur í 11. øld, frá tí fyrstu lítlu stavkirkjuni og síðani gjøgnum eina røð av størri bygningum við steinlaðaðum útveggjum, til kirkjan fær sítt einfalda rætthyrnta, avlanga skap: Kórið er í eystara enda og skilað frá tí nógv longra skipinum við eini útskornari millumgerð, í vestara enda er forkirkjan og trappa upp á loft og í klokkutornið.

Byggitøkniliga var hetta timburbygging, hóast útveggirnir norðarumegin og syðrumegin vóru lagaðir úr gróti, og flagið lagt á hálm ella nævur. Í 19. øld var grólaðingin skift um við timbur í útveggjunum, hetta gjørdi bygningin lættari og ljósari, tí nú bar til at seta fleiri vindeygu í. Innbúgvið skarar fram úr øðrum listarhandverki frá teirri tíðini.

Sands kirkja er bygd í 1839 og er ein av teimum gomlu trækirkjunum. Fornfrøðiligir útgrevstrar undir kirkjuni hava víst, at aðrar kirkjur hava staðið her undan hesari.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Kirkjubygging í føroyum 1850-1950

Síðan 1990 hevur Havnar kirkja verið dómkirkja. Presta- og bispavígslur fara fram her. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Fólkavøkstur og áhaldandi trupulleikar av vætu og roti – nógvar kirkjur hildu ikki meir enn eini 50 ár – høvdu við sær, at í seinnu helvt av 19. øld var farið at brúka annað tilfar enn timbur til kirkjur, fyrst grót og síðani betong. Kirkjurnar á Viðareiði og í Húsavík eru líkasum ímillum tað gamla og tað nýggja, innan eru teir grótlaðaðu veggirnir hvítkálkaðir, men loft og beinkir eru enn úr ómálaðari furu, og eingin millumgerð er ímillum kór og skip. Seinni fóru summar kirkjur at hava blá, stjørnusett loftshválv og málað innbúgv, beinkir og javnan eisini veggir, ofta við panelum úr viði. Uttan hevur hetta slagið av kirkjum enn hvítar veggir, men litgleðin kemur til sjóndar á vindeygum, hurðum og tøkum, har flagið varð skift út við skifur ella plátur úr timbri ella aluminium, blýggj ella kopari. Nógvastaðni er tað slept at lata kirkjurnar horva eystur-vestur, men grundskapið er tann einfaldi rætthyrningurin. Í tíðarskeiðinum er lítil ansur fyri eldri føroyskum kirkjubyggingarsiði. Í staðin kemur stíleftirgerð, nýklassisma, fagurvirki og Betri byggisiður.

Av teimum mongu útlendsku og føroysku húsasmiðunum og arkitektunum vaktu íslendingurin Guðbrandur Sigurðsson í seinnu helvt av 19. øld og føroyski arkitekturin H.C.W. Tórgarð í fyrru helvt av tjúgundu øld serligan ans. Tórgarð gav ímyndunum í teimum útskornu millumgerðunum í gomlu kirkjunum, eitt nú krossum, tímagløsum og lívsins træ, nýtt lív í prýðingarhøpi.

Nútíðin

Tann sjáldsama áttahyrnta kirkjan í Haldórsvík varð bygd í 1856, eitt hugskot hjá sóknarprestinum C.V. Pryts. Í síni ætlan skrivar hann »kirken skal bygges efter en hidtil på Færøerne ukendt plan«. Fyrimyndin var barokkkirkjan á Frederiksberg í Keypmannahavn. Av fíggjarligum ávum varð hon tó ikki endaliga liðug fyrr enn í 1932. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Nútíðin, ið kirkjubyggingarliga byrjar við Christianskirkjuni í Klaksvík, er partvíst eyðkend av stødd og byggilistarligari nýhugsan – her renna virkisføri og kirkjuligt yvirbragd saman – partvíst av, at brúk nú var fyri øðrum samkomuhølum í kirkjuni enn kirkjurúminum sjálvum. Í fleiri førum hevur loysnin verið at gera kjallara undir kirkjuna, sum ofta krevst kortini, har jarðarmunur er. Eftir 2010 hevur kirkjubygging javnan eisini fevnt um kirkjuhús við øllum nútímans hentleikum. Kirkjuhúsini standa tætt við gamlar kirkjur og kirkjugarðar og eru bygd við virðing fyri tí søguliga umhvørvinum. Fleiri kirkjur er nútímansgjørdar og víðkaðar, og somuleiðis eru nýggjar kirkjur í umbúna.

Onnur høli til gudstænastu

Aftur at kirkjunum koma so eisini bygningar, sum ikki eru vígdar kirkjur, men kortini innrættaðar til gudstænastubrúk ella kunnu brúkast til gudstænastu. Í miðøld vóru bønhús, og orðið bønhús kemur enn fyri í staðarnøvnum. Ætlandi fara fornfrøðiligar kanningar, sum nú verða gjørdar, at greiða frá hvussu hesir bygningar vóru brúktir.

Tá ið tað um leið 1880 varð farið undir at byggja skúlar úti á bygd, vóru fleiri skúlar, serliga í teimum smæstu og óatkomiligastu bygdunum, gjørdir soleiðis, at til bar at lesa lestur og í summum førum eisini at hava altargongd, tá ið prestur kom. Summir skúlar fingu enntá torn og kirkjuklokku. Hetta elvdi í longdini til, at bygdir vildu fáa sína egnu kirkju, tað hendi eitt nú í Leirvík, við Gjógv og í Sandvík. Henda tvískiftingin sæst ímillum annað aftur í teirri nú avtoftaðu bygdini Slættanesi, har lærarin innrættaði skúlan eftir kirkjuni í heimbygd síni Skálavík. Tá ið Ørðavík í 1966 fekk kapell, ið við ymsum avmarkingum var brúkt til kirkju, var tað kallað bønhús. Eitt missiónshús og onkur niðurlagdur skúli verða nú nevnd bønhús, har gudstænastur verða hildnar fyri bygdarfólkinum, uttan at tað nakrantíð er komið upp á tal at gera viðkomandi bygdir til nýggjar sóknir ella stovna nýggj kirkjuráð.

Samkomubygningar

Felags fyri teir fyrstu samkomubygningarnar er, at teir eru einfaldir og høgligir til sítt brúk. Hesi seinnu árini eru fleiri nútímans samkomubygningar bygdir, eitt gott dømi um slíka bygging er bygningurin hjá Kelduni í Skálafirði, har pláss er fyri 1000 fólkum. Sniðið er einfalt og við denti á brúksvirði, og hølini eru útgjørd við ljós-, ljóð- og margmiðlanarútbúnaði. Í flestum samkomum verða uppvørpur brúktar til at vísa kunningar í sambandi við talur, sangir, video o.a. Adventistakirkjan og Mariukirkjan eru, sum navnið sigur, kirkjur og hava tí sum vera man kirkjuligt snið.

Les meira

Les meira um føroyska mentan