Úti á Bø

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Niðursetubygdin Úti á Bø sunnan fyri Kirkjubø er ein av teimum elstu niðursetubygdunum. Her búðu tveir uppisitarar fyri ávikavist kongsbóndan í Kirkjubø og sýslumannin í Suðurstreymoy. Tey seinastu fólkini fluttu úr bygdini í 1894, og síðani hevur eingin búð har. Í 1990-árunum varð eitt nýtt seyðahús bygt úti á Bø, og út hagar gongur ein vegur til arbeiðsakfør.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.