Dómkirkjan

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Síðan 1990 hevur Havnar kirkja verið dómkirkja. Presta- og bispavígslur fara fram her.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Havnar Kirkja varð bygd norðan fyri býin í 1788 og loysti Christian IV-kirkjuna úti á Reyni av, hon var bygd í 1609. Í núverandi líki hevur Havnar kirkja staðið, síðan hon var umbygd í 1865. Tá var ein útbygningur syðrumegin tikin burtur, kór bygt eystureftir, tornið gjørt hægri, høg rundbogað vindeygu sett í, kirkjan málað hvít og takt við skifur. Síðan hevur verið bygt uppí eystureftir í 1935 og 1968. Innan vóru svalarnir víðkaðir so tær nú ganga frá vesturendanum, har orglið stendur, og inneftir í bæði borð.

Altartalvuna, Gravlegging Kristusar, málaði Ditlev Blunck 1822‑24, og litsetingina innan í kirkjuni hevur Sven Havsteen-Mikkelsen gjørt. Havnar kirkja hevur verið dómkirkja, síðan Føroyar í 1990 gjørdust sjálvstøðugt stift. Dómkirkjan sannar seg sum eitt savningarmerki fyri stiftið og alt landið, m.a., tá ið ólavsøkugudstænastan verður hildin og varpað út. Við hetta høvið er altarið í kirkjuni síðan 2020 prýtt við einum altarklæði, Ólavsøkuklæðið, sum Edward Fuglø sniðgav. Klæðið er vovið á gobelinvevstovuni Tapisserie Pinton í franska býnum Aubusson. Klokkuspælið í kirkjutorninum frá 1952 er nú sjálvvirkandi og spælir fimm ferðir um dagin.

Les meira

Les meira um føroyska mentan