Sunda Kommuna

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Markatalsbygdirnar Norðskáli og Oyri og niðursetubygdin Oyrarbakki sunnan fyri brúnna vóru fyrr Sunda sóknar kommuna. Brúgvin um sundið millum Eysturoy og Streymoy bøtti nógv um samferðsluna í økinum, og um umleið somu tíð kom krav frá myndugleikunum um, at smáar kommunur skuldu leggjast saman. Hetta gjørdi, at tey, eftir fólkaatkvøðu í 2005, løgdu Norðskála, Oyrarbakka, Oyri og Gjógv, allar í Eysturoy, og Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík í Streymoy saman til ta nýggju kommununa, Sunda kommunu. Samanleggingin gjørdi, at fleiri smáir bygdarskúlar vórðu niðurlagdir, og tríggir skúlar vóru til alla kommununa: skúlin í Hósvík, skúlin í Hvalvík og felagsskúlin Skúlin við Streymin á Oyrarbakka, sum læt upp í 1969 og varð útbygdur m.a. í 1973 og aftur í 2020. Teir báðir fyrru skúlarnir hava bara teir yngstu flokkarnar, men felagsskúlin hevur øll floksstig. Teir gomlu skúlarnir verða nýttir til frítíðarundirvísing og annað virksemi eftir skúlatíð.

Barnagarður og vøggustova eru í Hósvík, Hvalvík og á Oyrarbakka. Tað gamla Garnhúsið á Oyri er vorðið ungdómshús, og Sunda og Eiðis kommuna eru felags um musikkskúlan Norðljóm.

Saman við grannakommununum Vestmanna, Eiðis og Kvívíkar kommunu er Sunda kommuna í VEKS samstarvinum, einum felagsstovni, sum umsitur eldraøkið.

Tað er galdandi fyri kommununa sum heild, at tær størru bygdirnar vaksa nógv, meðan tær smáu og fjaru standa í stað, og summastaðni er fólkatalið minkað.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.