Fuglafjørður er saman við niðursetubygdunum Hellunum og Kambsdali Fuglafjarðar kommuna.
Í markatalsbygdini Fuglafirði, nevnd í Hundabrævinum, búgva 1.561 fólk, og hon er 32 merkur og 1 gyllin. 6 merkur eru festijørð, og 26 merkur og 1 gyllin eru óðalsjørð. Festijørðin hevur eitt festi. Seyðatalið er 1.525 seyðir.
Bygdin og fjørðurin liggja væl vard á flestu ættum. Høg fjøll eru uttanum, tað hægsta er Blábjørg 732 m vestanfyri og Húsafelli 626 m eystanfyri.
Búsetingin er frá víkingaøld, tá var lending til skip og bátar í áarmunnanum. Í fjøllunum eru húsatoftir t.d. Uppi á Húsum, hagar tey rýmdu undan sjórænarum, og hús sum Eingilska hús, har tey hildu útkikk eftir sjórænarum.
Við fríhandlinum 1856 komu fleiri handilsvirki, sum keyptu fisk at virka til klippfisk. Fyrsta skip í bygdini Florence keypti S.P. Petersen í Bretlandi í 1892, hann hevði stovnað handilsvirki í 1887. Hann átti eisini meginpartin av teimum skipum, sum komu seinni. Fiskaríið og fiskaframleiðslan gjørdu, at fólkatalið vaks til tað dupulta eftir stutta tíð.
Ein lendingarbryggja til størri skip bleiv bygd uml. 1910. Eftir seinna heimsbardaga og fyrst í 1950-árunum bleiv havnarøkið víðkað munandi, og har gjørdist pláss fyri fleiri virkjum, og í dag er stórt keiøki. Bæði føroysk og útlendsk skip vitja javnan havnina til at landa ella bunkra við oljugoymsluna. Har er eisini ein smábátahavn.
Framleiðsluvirki er á landi til laksayngul, og á firðinum er laksaaling. Eitt verkstað er, sum ger fóðurbátar bæði til heimamarknaðin og til útflutning. Tað størsta virki er fiskamjøl- og laksafóðurverksmiðjan Havsbrún, sum í dag er ogn hjá P/F Bakkafrost. Harafturat kemur Pelagos, sum framleiðir vørur úr pelagiskum fiski til útflutning. Til tess at fáa nóg stóra frystirúmd til vørurnar hevur P/F Bergfrost sprongt eina høll inn í klettin við havnina. Her er frystirúmd til 30.000 tons.
Tann gamla grótkirkjan í Fuglafirði frá 1871 varð avloyst í 1984 av eini nýmótans kirkju við 460 sitiplássum, teknað av Holger Jensen, einum donskum arkitekti. Sveinbjørn á Horni, byggimeistari í Fuglafirði, stóð fyri byggjarínum. Kirkjan er sera góð at nýta til konsertir, tí hon hevur góðan akustikk og eitt orgul við 26 stemmum, bygt av Marcussen & soni.
Missiónshúsið Thabor bleiv bygt í 1924. Fyrsti møtisalur hjá brøðrasamkomuni Siloa kom í 1924, og eitt nýtt Siloa kom í 1992. Tá ið gamla Siloa bleiv niðurtikið, bleiv ein standmynd av prædikumanninum Victor Danielsen, sum búði í Fuglafirði, reist á staðnum.
Tann fyrsti skúlin í bygdini bleiv bygdur í 1882. Ein nýggjur kom í 1936, og frá 1958 bar til at taka preliminerprógv.
Skúlin er seinni vaksin fleiri ferðir. Fuglafjørður er kendur fyri at hava tikið ímóti nógvum fremmandum fiskiskipum longu fyrst í 1900-talinum, serliga norskum. Tí var mentanarlig ávirkan uttaneftir tíðliga í bygdini, t.d. sum nýmótans dansur og harmonikutónar. Harmonika hevur síðani verið væl umtókt ljóðføri í Fuglafirði, sum eisini hevur hornorkestur, tónleikabólkar og kór og eitt sjónleikarfelag.
Í 1954 læt eitt privat bókasavn upp, og í 1977 varð tað yvirtikið av kommununi. Í 2002 læt Mentanarhúsið upp, eitt mentanarhús, sum hevur nógv ymiskt virksemi, ofta í samstarvi við Norðurlandahúsið í Havn.
ÍF, Ítróttarfelag Fuglafjarðar, stovnað í 1946, var upprunaliga fótbólts og hondbóltsfelag, men er í dag meginfelag hjá fleiri ítróttarfeløgum. Fuglafjarðar svimjifelag, stovnað 1975, og fimleikafelagið Flog, stovnað 1989, eru sjálvstøðug feløg. KFUM- og KFUK skótarnir hava felags skótahús í Fuglafirði. Í bygdini er heimavirkisfelag, pensjonistafelag og kristiligir felagsskapir í brøðrasamkomuni og í fólka- kirkjuni.
Karvatoftir (knarratoftir)
Í Fuglafirði er ein vegur, sum eitur Knarratoftir. Gomul søgn sigur, at Rádni oman Lon átti ein knørr, sum hann hvørt ár fór við til Noregs við vørum at selja. Um veturin dró hann skipið upp í fjøruni, har hann hevði neyst. Neystið er burtur, men navnið finst enn.
Marknatræta
Sjúrðargøta er gomul gøta sum fyrr var høvuðsvegur úr Fuglafirði til bygdirnar norðanfyri í Eysturoynni. Á hesi gøtu stakk ósemja seg upp um úrtøku millum bóndan í Oyndarfirði Oyndra og bóndan í Fuglafirði Gullbrand, og Oyndri drap Gullbrand við píkstavinum. Hann krógvaði líkið í einum helli oman fyri Hellur, sum enn ber navnið Gullbrandshellið, og somuleiðis verður enn víst á staðið, har Gullbrandur seinni bleiv jarðaður. Fyri sína illgerð mátti Oyndri lata helvtina av haganum til Fuglafjarðar sum bót, sum hann og Gullbrandur áður áttu í felag. Tessvegna eigur Fuglafjørður helvtina av Oyndarfirði til Laksá, sum rennur út á sjógv mitt í fjarðarbotninum.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes bygd og Nes kommuna
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum