Funningur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Funningur er nevndur bæði í Hundabrævinum sum Funding og í Skipan um Tingfaratoll frá uml. 1400 sum I Funningi. Í dag búgva 45 fólk í bygdini.

Bygdin er 15 merkur, av teimum eru 8 gyllin festijørð og 14 merkur og 8 gyllin óðalsjørð. Festijørðin hevur ein festara. Seyðatalið er 874 áseyðir.

Vestan fyri bygdina er Føroya hægsta fjall Slættaratindur, 880 m. Húsini standa tætt saman, har Stóráin rennur út. Fleiri toftir av eldri búseting eru funnar. Bygdin hevur lítla atløgubryggju og koyriveg til Funningsfjarðar og Eiðis.

Kirkjan er ein av teimum gomlu trækirkjunum við flagtaki, bygd í 1847, og byggimeistari var Jákup Andreassen úr Syðrugøtu.

Skúlin er bygdur í 1948 eftir tekningum hjá H.C.W. Tórgarð. Í bygdini er eisini eitt bygdarhús við dansistovu.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum