Oyndarfjørður

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Oyndafirði, nevndur í Hundabrævinum, búgva 134 fólk, og har eru 32 merkur, av teimum eru 28 merkur festijørð, sum eru býttar sundur í tíggju festi, og 4 merkur óðalsjørð. Seyðatalið er 748 áseyðir.

Kirkjan er ein av teimum gomlu trækirkjunum við flagtaki, bygd í 1838. Skúlin varð bygdur 1959 eftir tekningum hjá Niels Paula Hansen. Missiónshúsið kom í 1944.

Í Oyndarfirði hava tey varðveitt ein gamlan handil, í Víkum, við handli og bústað. Á fjørðinum er laksaaling.

Í fjøruni standa tveir steinar, sum aldrin standa stillir, Rinkusteinar.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum