Elduvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Elduvík, nevnd í Hundabrævinum, búgva 12 fólk, og har eru 30 merkur, av teimum eru 21 merkur festijørð og 9 merkur óðalsjørð. Festini eru fimm, og ein festari býr í Funningsfirði. Seyðatalið er 1.126 áseyðir.

Søgnin sigur, at í Álvheyggi er eitt skip grivið.

Kirkjan er ein trækirkja frá 1951, teknað av H.C.W. Tórgarð. Skúlin varð bygdur í 1885.

Í 2020 varð standmyndin Marmennilin, sum listarmaðurin Hans Pauli Olsen hevur gjørt, avdúkaður. Verkið hevur støði í søgnini um marmennilin.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum