Leirvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Í 1989 bygdi interkommunali felagsskapurin IRF eina brennistøð í Leirvík. Higar verður ruskið hjá kommununum ført til at brenna. Virkið Faroe Marine Products gagnnýtir ein part av avlopshitanum frá brennistøðini til at turka fiskavørur, sum m.a. verða útfluttar til Nigeria.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Í Leirvík búgva 1.004 fólk, og har eru 32 merkur, 8 gyllin og 11 skinn. Av teimum eru 27 merkur og 8 gyllin festijørð, og har eru seks festi, og 5 merkur og 11 skinn eru óðalsjørð. Umframt tað vanliga seyðahaldið er ein mjólkarbóndi. Seyðatalið er 700 áseyðir.

Leirvík, sum áður var sjálvstøðug kommuna, legði í 2009 saman við Gøtu kommunu við navninum Eysturkommuna.

Bygdin liggur norðanvert á Gøtunesi við Leirvíksfjørð á láglendi við sjógvin, umringað av fjøllunum Ritafjall, 641 m, Knúki, 463 m og Sigatindi, 612 m. Bygdin lá fyrr í trimum býlingum: Toftanes, uttan Á og við Garð, sum í dag eru samanhangandi bygd.

Fornfrøðiligur útgrevstur í tíðarskeiðinum 1982-2001 veitir prógv fyri, at ein víkingagarður hevur verið á Toftanesi, tíðarfestur til 800-900-talið, og ein víkingabústaður við Húsbak við Garð og annar bústaður frá 1700-talinum á Toftanesi. Í Uppistovubeitinum vórðu í tíðarskeiðinum 1987-99 gjørdar fornfrøðiligar kanningar í sambandi við byggiarbeiði, og fleiri bygningar vórðu gravaðir út, sum kunnu tíðarfestast til 1100-1300-talið. Í Leirvík er eisini landsins best varðveitta bønhústoft, Bønhústoftin, við kirkjugarðlaðing frá katólskari tíð.

Leirvík fekk vegasamband ígjøgnum líðina umleið 1935. Hesin ótryggi vegur er í dag bert opin fyri lættari ferðslu og varð í 1985 avloystur av Leirvíkstunlinum millum Norðragøtu og Leirvík, sum er 2.238 m langur. Í 2006 varð undirsjóvartunnilin millum Leirvík og Klaksvík, Norðoyatunnilin, sum er 6.186 m, latin upp. Ein tilbúgvingarstøð, sum er týdningarmikil fyri undirsjóvartunnilin, varð bygd í 2019.

Havnin er útbygd í stigum við eini kei til størri skip í endanum av seinna heimsbardaga og eini fiskaríhavn í 1973, tá ið eisini ein ferjulega varð bygd. Hon hevði ongan týdning, eftir at Norðoyatunnilin var komin. Havnin er eisini víðkað í 1985, og 2012 eisini við bátahyli, sum hevur pláss til 70-80 bátar.

Flakavirkið Frost bleiv stovnað á havnarøkinum í 1957. Tað læt aftur í fíggjarkreppuni í 1992, men læt uppaftur við navninum Tavan, sum í dag ger vørur úr gulllaksi, sild og makreli.

Faroe Marine Products hevur síðani 2001 brotið slóð við at luftturka fiskavørur, sum t.d. toskarhøvd, sum m.a. verða útflutt til Nigeria, og gagnnýta avlopshitan frá brennistøðini í Leirvík til framleiðsluna. Fofish/ Norðfra ger fleiri fiskavørur, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, meðan Prima Fisk fyrst og fremst framleiðir til heimamarknaðin.

Í 1989 bygdi renovatiónsfelagsskapurin IRF (Interkommunali renovatiónsfelagsskapurin) brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík. IRF tekur ímóti ruski frá øllum kommunum í Føroyum uttan Tórshavnar kommunu.

Kirkjan í Leirvík er bygd í 1906, og byggimeistari var Johan Andreas Petersen úr Mikladali. Veggirnir eru úr gróti, og kirkjuklokkan er frá sama ári og stoypt í De Smithske Støberier í Aalborg. Í 1980 varð vaksið um kirkjuna við einum kapelli og nýggjum torni, og samstundis fekk hon nýggja altartalvu, sum er eftir leirvíkingin Jóannis Kristiansen. Í 1988 fekk kirkjan nýtt orgul, sum Christian Kruse hevur bygt. Tummas M. Smith gjørdi í 2003 nýggjar litsamansetingar í kirkjuni.

Leirvíkar missiónshús hevur síðani 1924 verið í bygdini; eitt nýtt hús við sama navni bleiv tikið í brúk í 1990. Brøðrasamkoman fekk í 1933 sín fyrsta sal Hebron, ein nýggjan sal 1967 og nú er ein nýggjur í gerð.

Fyrsti skúli við lærarabústað varð bygdur í 1883, og í 1929 varð ein nýggjur við tveimum skúlastovum tikin í nýtslu.

Hann er seinni útbygdur við fleiri flokshølum og fimleikarhøll í 1961. Í 1980 komu harafturat svimjihøll, bókasavn og aðrir hentleikar.

Samkomuhúsið Bygdarhúsið hevur síðani 1986 verið karmur um ymisk tiltøk í bygdini. Á bensinstøðini Effo er matstova og bowlinghøll.

Í 2000 fekk reiðarin Osmund Justinussen í lag, at eitt bygdarsavn var stovnað, Báta- og listasavnið. Savnið hevur nógvar fínar bátar við útgerð og aðrar maritimar lutir. Harafturat er eitt stórt savn av málningum eftir leirvíkingarnar Jóannes Kristiansen og Sámal Toftanes. Osmund Justinussen hevur seinni latið Eysturkommunu savnið.

Fótbóltur er tann størsti ítrótturin í Leirvík. Fótbóltsvøllur kom í 1931-32 og varð í 1995 uppstigaður við graslíki. Ítróttarfelagið í bygdini LÍF, stovnað 1928, legði í 2008 saman við GÍ í Gøtu til felagið Víkingur.

Við rundkoyringina á veg inn í Norðoyatunnilin stendur eitt listarverk eftir Fridtjof Joensen frá 1980, tað er ein søkkandi bátur í einum brotasjógvi. Verkið varð sett til minnis um tey sjólátnu í Leirvík.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum