Runavík og Runavíkar kommuna

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Rundkoyringin við tann nýggja tunnilsmunnan á Saltnesi desember 2020. Eysturoyartunnilin er almenn ogn, men verður fíggjaður við tunnilsgjaldi frá bilum. Byggifelagið NCC hevur bygt tunnilin, sum hevur kostað uml. 1 mia. kr.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/ABACA/RITZAU SCANPIX

Niðursetubygdin Runavík hevur síðani 1967, lagt navn til triðstørstu kommunu í landinum. Í 1916 búsettust fyrstu fólk í Runavík, men bæði har og í Saltangará fór fólkatalið ikki at vaksa fyrr enn eftir seinna heimsbardaga, tá ið vinnulív og fiskarí vaks. Fólkatalið í Runavíkarøkinum vaks í tíðarskeiðinum frá 1955 til 2021 frá 493 til 2129. Tað búgva 591 fólk í sjálvari Runavík.

Gongdin í fólkatalinum í Runavík, Saltangará og Glyvrum 1966‑2021.
HAGSTOVA FØROYA

Í markatalsbygdini Glyvrar búgva 433 fólk, og hon er 16 merkur av festijørð, og festini eru trý. Har er eingin óðalsjørð, og seyðatalið er 342 áseyðir. Í niðursetubygdini Saltangará er búseting skrásett í 1846. Bygdin bleiv fyrr eisini kallað Heiðarnar, og fleiri kalla hana so enn. Her høvdu embætismenninir í Havn torvheiðar, og haðani bleiv torvið ført við árabáti til Havnar. Tað verður sagt, at festibøndurnir á Glyvrum leingi vóru ímóti, at nakar skuldi búseta seg á staðnum. Í Saltangará búgva í dag 1.069 fólk.

Tann gamla Nes kommuna, sum fevndi um bygdirnar Glyvrar, Saltangará, Runavík, Lamba, Skipanes, Søldarfjørð, Toftir, Rituvík og Æðuvík, bleiv í 1967 býtt sundur í tvær sjálvstøðugar kommunur: Nes kommunu og Runavíkar kommunu. Tann seinna gjørdist eftir fólkaatkvøðu bygdirnar Glyvrar, Saltangará, Runavík, Lamba, Skipanes, Søldarfjørður og tær báðar niðursetubygdirnar Rituvík og Æðuvík, sum liggja í økinum hjá markatalsbygdini Toftir. Harafturat er kommunan í 2005-09 løgd saman við trimum fyrrverandi kommunum: Funnings-Elduvíkar, Oyndarfjarðar og Skála kommunum.

Runavíkar kommuna arbeiðir saman við grannakommunum á skúlaøkinum, um heilsu– og eldraøkið, dagstovnar, barnavernd, tilbúgving o.a.

Glyvrar, Saltangará og Runavík eru í dag ein samanhangandi býur og verða hereftir viðgjørdar saman, oftast sum Runavík.

Runavík er fyrisitingardepil í Runavíkar kommunu og har er ein týdningarmikil fiskivinnuhavn við nógvum útflutningi. Vinnulívið er fjølbroytt, nakrar smáar maskinverksmiðjur, byggivirki og nógv tænastuvinna og handlar. Fram við høvuðsgøtuni eru handlar, virki og mentanarstovnar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015

Havnarútbygging og arbeiðspláss

Fyrst í 1900-talinum vóru ætlanir um at gera eina stóra havn í økinum, tí tað var ein góð staðseting og ikki ávirkað av sjóvarfalsráki. Men havnin bleiv ikki bygd, m.a. tí at kommunan helt, at tað var ov djúpt, og at ein brimgarður kravdist at verja ímóti norðanætt og aldu. Tey hildu eisini, at tað var ov lítið fólk í økinum til at íløgan kundi svara seg.

Vinnulívsmaðurin har á staðnum, Símun Simonsen á Høgabóli, rindaði tí sjálvur eina atløgubryggju í Saltangará í 1909 og væntaði, at kommunan fór at byggja eina størri havn seinni. Men tað hendi ikki, tí at ósemja var um staðsetingina. Eitt nýtt uppskot bleiv lagt fram í 1930, men fall burtur av fíggjarligum grundum. Tá ið eingilskmenn hersettu Føroyar undir seinna heimsbardaga, var í 1940 farið undir at byggja ein mola við atløgubryggju, sum var liðug í 1947. Útbyggingin av havnarlagnum hevur hildið fram síðani tá, við onkrum steðgi. Eitt nýtt havnarlag bleiv tikið í nýtslu í 2000, og tað verður hildið fram við at byggja eina djúphavshavn heilt upp til 15 m, har stór skip skula fáa lagt at. Hvørt ár koma fleiri reikferðaskip til Runavíkar, sum tey síðstu 60-70 árini hevur ment seg til ein orkudepil í økinum.

Síðani eru tað bátahyljar bæði í Runavík og í øðrum bygdum í kommununi og eitt rættiliga nýtt havnarlag á Glyvrum. Tað er fyrst og fremst laksavirkið Bakkafrost, sum brúkar tað. Bakkafrost er størsta arbeiðspláss í økinum við 700 arbeiðsfólkum. Eisini í Søldafirði er eitt havnarlag.

Faroe Origin framleiðir aðrar fiskavørur enn laks og hevur umleið 120 arbeiðsfólk.

Við Runavíkar havn hevur ein útgerðarstøð tænt sum støð fyri oljuleiting við Føroyar; tey seinastu árini hevur tó verið minni virksemi har.

Harafturat eru fleiri avleidd arbeiðspláss innan tað maritima økið, tænastuvinnu og handlar og gistingarhús og matstovur.

Kirkjur og samkomuhús

Glyvra kirkja er tann gamla kirkjan frá 1927, og vinstrumegin glastilbygningurin frá 1981. Hvørt ár eru fleiri listaframsýningar í kirkjuni. Tá ið fernisering er, er altíð tónleikur, og oftast er listarfólkið hjástatt til at greiða frá sinari list og framsýningini. Ætlanin er at byggja nýggja kirkju um fá ár.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015

Sóknarkirkjan í Runavík er Glyvra kirkja frá 1927. Hon varð teknað av táverandi sóknarpresti á Nesi, Vilhelm Nielsen, og varð umbygd í 1981 eftir tekningum hjá J.P. Gregoriussen, arkitekti, við einum tilbygningi við íblástri frá neystum. Í 1968 fekk brøðrasamkoman salin Berøa í Saltangará; tað var tann gamli salurin Ebenezer í Havn, sum varð tikin niður og bygdur uppaftur í bygdini. Í 2022 varð nýtt Berøa tikið í nýtslu.

Heimamissiónin hevur missiónshús, fríkirkjan Lívsins orð hevur eitt samkomuhús, og Jehova vitni hava ein ríkissal.

Heilsa og almannastovnar

Í 1927 komu læknaviðtala og læknabústaður í Saltangará, teknað av H.C.W. Tórgarð. Læknaviðtalan fevndi um eitt stórt økið uttanum; í dag er Runavík miðdepil í víðfevndum heilsutænastum við lækna, tannlækna, jarðarmóðir, økissálarfrøði, starvsstovu, apoteki o.ø.

Eysturoyar ellis- og røktarheim, sum bleiv stovnað í 1984 fyri alla Eysturoynna, er víðkað fleiri ferðir og hevur í dag 70 pláss. Tað hevur, síðani eldrarøktin bleiv yvirtikin av kommununum, verið partur av samstarvinum millum kommunurnar við Skálafjørðin og verður skipað í felagsstovninum Roðanum.

Kongshavnar kvinnufelag stovnaði í 1982 ein stovn til børn. Síðani eru komnir fleiri dagstovnar til børn við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla og øðrum tilboðum til børn og ung.

Skúli og undirvísing

Skúlaundirvísing í bygdunum við Skálafjørðin byrjaði í 1840, og tað var nógv fyrr enn aðrastaðni. Fyrsti skúli við lærarabústað bleiv bygdur 1845 í Saltnesi, og lærarin undirvísti í fleiri bygdum. Tá ið bygdarskúlarnir vóru niðurlagdir í 1854, varð ikki skúlagongd aftur fyrr enn í 1870, tvey ár áðrenn tann nýggja skúlalógin kom í 1872. Í 1890 kom skúli á Glyvrum.

Í 1958 fekk bygdin nýggjan skúla, sum umframt flokshøli eisini hevði lærugreinahøli, fimleikarhøll og tannlæknastovu. Bygningurin varð teknaður av arkitektinum á staðnum, Niels Paula Hansen. Frá 1960 varð her eisini undirvísing til preliminer- og realprógv, og í 1976 varð Runavíkar kommunuskúli vígdur við bæði realdeild og 8.-10. flokki.

Tann nýggjasti felagsskúlin í Runavíkar kommunu, Skúlin við Løkin frá 2008, hevur nógvar hentleikar.

Bylgjan, sum er ítróttarhøll og mentanardepil, er ein hondbóltshøll frá 1980-árunum sum er útbygd til fimleikar- og mentanarhøll í 2014. Hondbóltshøllin var 1100m2 og bleiv vaksin við 2400 m2. Høllin er bygd av BBP arkitektum, og byggiharri var Runavíkar kommuna, fólk á staðnum og íløgugrunnurin.
MARTIN SIRKOVSKY FOR LOKALE OG ANLÆGSFONDEN, 2012

Mentan og ítróttur

Bókasavnið í økinum, Bókasavnið við Løkin, er saman við mentanarhøllini Løkshøll partur av tí nýggja skúlanum í Runavík og skipar javnan fyri listaframsýningum.

Fornminnissavnið Forni á Glyvrum bleiv sett á stovn í 1986 og er í húsunum hjá Niels Paula Hansen, eitt funkishús, sum hann sjálvur hevur teknað og bygt. Her eru framsýningar av amboðum bæði til uttandura- og innanduraarbeiði og ein handil við vørum frá 1930-árunum. Savnið hevur eisini skiftandi framsýningar við ymsum mentanarsøguligum innihaldi. Niels Pauli Hansen setti sín dám á bæði sethús og almennar bygningar í økinum.

Í ítrótti er virksemi í badminton (Nápur), bogaskjóting (Bogaskjótifelagið Ørvur), hondbólti (Tjaldur), ítrótti fyri brekað (ítróttarfelagið Svanur), kappróðri (NSÍ kappróður), fimleiki (Støkk), taekwondo (Hwarang Føroyar), golf (Eysturoyar golffelag), ríðing (Ríðifelagið Sleipnir) og biljard (Skálafjarðar biljardfelag).

Ítróttarhøllin og mentanardepilin Bylgjan, uml. 3.500 m2, stóð liðug í 2014. Byggingin er teknað og bygd av arkitektavirkinum BBP arkitektar í Keypmannahavn. Har eru stór vindeygu, sum sameina høllina við náttúruna uttanfyri. Her er virksemi bæði í fimleiki, hondbólti, badminton og bogaskjóting o.ø., og ráðstevnur, konsertir og onnur mentanarlig tiltøk. Ætlanir eru um at byggja eina svimjihøll afturat Bylgjuni.

Millum tey kommunalu mentanartiltøkini kunna nevnast Laksatorgið, sum er hvørt ár í juli og er ein uttanduramarknaður við brellbitum, ymiskari sølu og undirhaldi bæði fyri børn og vaksin. Í november hava tey Býarskáa: Tá ið jólapyntið er komið upp, eru einir tveir dagar við konsertum og øðrum undirhaldi, og handlarnir hava leingi opið.

Seinast í apríl er hvørt ár ein mentanarvika við konsertum, sjónleiki, listaframsýningum og ítrótti. Annaðhvørt ár skipar vinnulívið í økinum fyri ráðstevnuni Faroexpo í Runavík við framsýning av vørum og við ymiskum sosialum og mentanarligum tiltøkum.

Runavíkarøkið 2021, við bygdunum Runavík (niðast), Saltangará (í miðjuni) og Glyvrum (ovast). Allar tríggjar bygdirnar eru ein samanhangandi býur.
GJØRT EFTIR UMHVØRVISSTOVUNI

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum