Undir Gøtueiði

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Umleið 1850 búsetti ein bóndasonur úr Syðrugøtu seg undir Gøtueiði við Skálafjørðin. Her høvdu fólk úr Gøtu havt bátar liggjandi frá gamlari tí á Skipanesi, og her vóru eisini torvhús. Torvheiðarnar vóru millum Fjarða innast í Skálafirði í haganum hjá Syðrugøtu. Lættasti máti at føra torvið var við báti.

Móti endanum á 1800-talinum vórðu fleiri sethús bygd á plássinum. Undir Gøtueiði er í dag samanvaksin við hina niðursetubygdina Skipanes. Her er løgd ein lítil felags bátahavn. Undir Gøtueiði búgva í dag 31 fólk.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum