Tíðarskeiðið 1850-1920

Í tíðarskeiðinum 1850-1920 varð Føroya ríkisrættarliga støða løgd eins væl og tann fyrisitingarliga, mentanarliga og politiska menningin.

Mynd heiman av Sandi seinast í 1800-talinum. Seyðurin er rikin í rætt tíðliga á sumri í áseyðaroyting/ullarroyting, tá ið ullin skal roytast ella fáast av seyðinum og lombini markast.
NATIONALMUSEET

Støðan í ríkinum og fyrisitingini

Tá ið donsku stættatingini í 1830 vórðu stevnd til fundar, var tað ein avbjóðing at fáa tey gomlu norsku skattlondini við í danska ríkið. Føroyska almúgusamfelagið var ikki sum Danmark og lutvíst eisini Ísland eitt stættasamfelag við skilliga avmarkaðum undir- og yvirstættum. Men hvørki í Íslandi ella Føroyum kundi danska valskipanin nýtast, og íslendingar vóru tí umboðaðir av íslendingum, sum kongur hevði kosið, men føroyingar vórðu umboðaðir av einum fyrrverandi donskum embætismanni í Føroyum. Harafturat var tann munur, at íslendingar fingu sítt Alting endurreist sum eitt serligt íslendskt stættating longu í 1843, men umsóknir frá føroyingum frá 1844 og 1846 um at fáa stovnað eina tílíka føroyska fólkaumboðan, vórðu ikki eftirlíkaðar. Fylgjan gjørdist tí, at í 1851 miseydnaðist donsku myndugleikunum at gera junigrundlógina frá 1849 galdandi í Íslandi, sum longu tá var meira tilvitað um sjálvstýrispolitikk, men eingin mótstøða var í føroyska fólkinum ímóti, at grundlógin varð sett í gildi í 1850.

Harvið var rættarstøða Føroya sum partur av danska Grundlógarumveldinum løgd føst, men Ísland vegaði sær rás móti fullveldi í ávikavist 1918 og 1944. Løgtingið varð endurreist í 1852 sum amtsráð við ráðgevandi rættindum mótvegis danska ríkisdegnum, sum hevði lóggevandi myndugleika í øllum tí danska grundlógarumveldinum. Løgtingsins sterki formaður gjørdist amtmaðurin, sum – tíðarskeiðið 1897-1911 undantikið – alla tíðina var dani, og prósturin sat sum fastur limur. Føroyingar valdu 18 limir á løgting, sum undir leiðslu av amtmanni skuldu røkja fyrisitingina av oyggjunum.

Sum ein partur av danska grundlógarumveldinum fingu føroyingar eisini rætt at velja tvey umboð í danska ríkisdagin, ein í fólkatingið og ein í landstingið. Føroysku veljararnir valdu fólkatingsumboðið á beinleiðis vali, men landstingsumboðið varð valt við óbeinleiðis vali. Frá 1867 var tað løgtingið, sum millum sínar limir valdi landstingsmannin. Við smáum og týdningarleysum broytingum í 1854 var hetta fyrisitingarligi karmurin um løgtingsins virksemi, til ein størri endurskoðan av løgtingslógini varð framd í 1923. Í 1906 varð valskipanin til løgtingið kortini broytt frá einstaklingsvaldømum til listar við raðfestari uppstilling, og loynilig og skrivlig val komu í staðin fyri munnlig og almenn val. Í 1916 fingu konufólk valrætt á jøvnum føti við menn.

Samstundis sum løgtingið varð endurreist, vórðu fátækrafyristøður stovnaðar í oyggjunum, men í 1866 gjørdist Havnin sjálvstøðug kommuna, og við kommunulógini í 1872 varð talið á kommunum sett til átta. Orsakað av syndring longu í 1876 gjørdist talið á kommunum tó 12, og henda gongdin mentist líðandi seinast í tí skeiðinum. Frá 1908 til 1920 vaks talið á kommunum frá 15 til 33.

Brúðarskari í Haraldssundi avmyndaður í 1898. Tey eru á veg oman í bátin, sum skal flyta tey til vígslu í kirkjubygdini.
JOHANNES KLEIN/NATIONALMUSEET
Havn um ár 1900. Vaskaði saltfiskurin (mest toskur) er breiddur á helluna at turka til klippfisk. Tað var fyrst og fremst konufólkaarbeiði undir uppsýni av einum formanni.
NATIONALMUSEET

Vinna og fólk

Føroyska samfelagið kann langt inn í 1800-árini verða eyðmerkt sum eitt siðbundið bóndasamfelag, ið uppihelt sær við landbúnaði og tilhoyrandi útróðri, ið var skipaður sum partur av serliga felagsskapinum í bygdunum. Rættindi at fara til fugla, í grind og til útróðrar við opnum báti vóru skipað eftir jarðarognunum, menn sótu við, sum annaðhvørt kundu vera kongsjørð ella óðalsjørð. Tey ognarleysu høvdu avmarkaðar møguleikar at giftast og seta føtur undir egið borð og máttu tí lívbjarga sær við at arbeiða hjá bóndum, sum áttu ella høvdu jørð í hondum. Upprunaliga átti hvør maður í bygdini sess á báti hjá teim størru bóndunum og tí eisini sín part av fonginum. Men tá ið fiskiveiðan um miðjuna av 1800-talinum fór at loysna frá vinnumynstrinum í bóndasamfelagnum, varð henda skipan meira og meira fatað sum ein skylda. Í 1846 varð trælalógin frá 1777 tikin av, og fyrstirættur bóndans at áleggja monnum at rógva við sínum báti varð tikin av í 1865.

í einahandilstíðini hevði bara verið ein handil í Havn, og tí noyddust føroyingar úr øllum landsins bygdum at fara hagar at keypa og selja. Ein ætlan í 1709 um at stovna úthandil í Suðuroy varð slept, tí myndugleikarnir hildu, at tað fór ikki at bera til at verja úthandilin móti sjórænarum eins og í Havn, har skansi var. Tað var ikki fyrr enn í 1836, 1838 og 1839, at tríggir úthandlar komu ávikavist á Tvøroyri, í Klaksvík og Vestmanna. Tá ið handilin varð latin leysur, vórðu einahandilsins ognir seldar privatum, sum fóru undir handilsvinnu á hesum og mongum øðrum plássum.

At byrja við var tað línuveiða á leiðum kring Føroyar, sum var grundarlagið undir virkseminum hjá hesum handilsvirkjum og fiskivinnuni, men í 1872 keyptu føroyingar ta fyrstu sluppina úr Onglandi, og fiskiveiðan undir Íslandi byrjaði av álvara. Fiskivinnan við slupp kollvelti føroyska samfelagið. Keypmenn, reiðarar, skiparar og fiskimenn gjørdust høvuðsstættirnar í staðin fyri bøndur, húskallar og arbeiðskonur. Í 1801 upplýsti 1 % av fólkinum, sum um tað mundið var umleið 5.000 íbúgvar, at tey lívbjargaðu sær við útróðri, og 85 % upplýstu, at tey livdu av landbúnaði. Hundrað ár seinni upplýstu 53 % av einum trífaldaðum fólkatali upp á umleið 15.000 íbúgvar, at tey livdu av fiskiskapi, og 18,4 % søgdu seg liva av jørðini. Fiskiskapurin, sum saman við tí at leggja inn haga og velta traðir undan, var grundarlagið undir fólkavøkstrinum, fekk alt størri týdning upp ígjøgnum 1800-talið. Í reinum (apsaluttum) tølum vísa hagtølini tó, at tey, sum livdu av jarðarbrúki, fjølgaðust til 1850, síðani minkaði eisini hetta talið í reinum tølum.

Síðst í 1800-talinum, og serliga tá ið útróðurin sveik, fóru mong til Íslands at rógva út og hagreiða veiðuna tveir, tríggjar mánaðir um summarið. Hetta varð nevnt »at fara til lands«. Summarið 1880 vóru um 100 sluppir, sum royndu undir Íslandi; í 1890 fóru umleið 1.000 føroyingar til Íslands at hava tilhald og vinna. Menninir róðu út, og kvinnurnar virkaðu klippfisk.

Tann stóri fólkavøksturin í tíðarskeiðinum 1850-1920, frá um 8.000 til umleið 20.000, var orsøk til stórar broytingar í fólkasamansetingini og ímillum oyggjarnar. Landbunaðarsamfelagið hevði spjatt fólkið rættiliga javnt út um landið, har dyrkandi lendi var, men reiðara- og fiskarasamfelagið skapti eina fólkamiðsavnan og -vøkstur rundan um pláss við góðum møguleikum fyri havnargerð. Á hesum støðum vuksu handilsstaðirnir fram, og her høvdu sluppirnar heimstað og lógu í vetrarlegu í havnunum, har fongurin undan Íslandi varð uppskipaður. Her varð fiskurin virkaður til klipp- ella saltfisk, sum serliga fór á suðurevropiskar marknaðir. Reiðarar og arbeiðsmegi savnaðust á hesum støðum, har vinnumøguleikar vóru í sambandi við handil og fiskiskap og harumframt arbeiði til kvinnur og menn.

Henda framtøka kom fyrst fyri seg í Suðuroy, á Tvøroyri og í Vági, men seinni komu eisini Havnin og Vestmanna við. Norðri í Vági (seinni Klaksvík), har einahandilin hevði havt úthandil, kom skjótt gongd á, men tað var ikki fyrr enn eftir ár 1900, at henda samfelagsmenningin rættiliga fekk vind í seglini í Klaksvík. Um 1900 vóru tær frægastu landbúnaðarbygdirnar trokaðar av fiskarabygdum sum Tvøroyri, Vági, Vestmanna og Havn. Hesin framburður broytti ikki bara tað, sum hendi við fólkinum. Tann meira ymisliga fólkasamansetingin í rótleysu tilflytarabygdunum broytti eisini samleikan á hesum støðum og gav gróðrarlíkindi fyri nýggjum mentanarligum miðdeplum við einari mentan, sum var minni ávirkað av landbúnaðinum.

Færø Amts Sparekasse (seinni føroyskað til Føroya Sparikassi, sum undir navninum Eik Banki fór á húsagang í 2010, er nú endurreistur og eitur Betri Banki) varð stovnaður longu í 1832, men marknaðar- og fiskivinnusamfelagið hevði eisini tørv á bankum. Í 1906 stovnaði Landmandsbanken, seinni nevndur Danske Bank, Føroya Banka, og í 1932 varð fyrsti bankin, føroyingar áttu, Sjóvinnubankin, stovnsettur.

Louis Bergh, fyrstilærari, sum var fyrsti fyristøðumaður á Føroya læraraskúla í 1870, skal á skúlaumsjónarferð úr Havn við skjútsbátinum. Mynd frá 1898.
JOHANNES KLEIN/NATIONALALMUSEET

Mentan, skúli og útbúgving

Ein hin elsti føroyski mentanarstovnurin, Færø Amts Bibliotek, varð stovnaður av Christian Ludvig Tillisch, amtmanni, og Jens Davidsen í 1828, nú Føroya Landsbókasavn, tjóðarbókasavnið. Í 1898 varð Tjóðsavnið sett á stovn. Ein tjóðskaparlig endurreisn ella kanska heldur (endur)skapan av føroyskari mentan var á veg í 1800-talinum.

Føroyska almúgumentanin var bara komin undan aldalangari ávirkan av danskari skriftmentan sum munnligur siðaarvur, traditión, men í 1846 varð ein nútíðar føroysk stavseting/ rættskriving skapað. Fyrsta skylduga skúlaskipanin – provisorisk reglement – kom í gildi í 1846, men fekk orsakað av føroyskum mótmælum stutta livitíð. Tað var ikki skúlamálið, danskt, sum var orsøk til tey mongu mótmælini, men dýra skipanin og eisini tann veruleiki, at húskini kundu ikki vera fyri uttan børnini í dagliga arbeiðinum. Longu í 1854 samtykti tað nýstovnaða demokratiska løgtingið tí at taka skúlaskipanina av. Samstundis varð ein realskúli, sum flutti í nýggjan bygning í 1861, stovnsettur í Havn.

Tað var ikki fyrr enn við kommunulógini frá 1872, at skúlaskyldan endiliga varð sett aftur í gildi í Føroyum. Hesa ferðina fingu kommunurnar ábyrgdina av at fremja skúlaskylduna. Frammanundan, í 1870, varð nýggjur læraraskúli stovnsettur í Havn, sum skuldi útvega skúlunum útbúnar lærarar. Í 1884 fingu kvinnur møguleikan at søkja um upptøku.

Tilvitanin um tað serliga føroyska og tørvurin á upplýsing um føroysk viðurskifti vaks í seinnu helvt av 1800-talinum. Fyrsta føroyska (dag) blaðið, Færingetidende, kom í 1852, men blaðið varð givið út á donskum og kom bara níggju ferðir. Øðrvísi gekst við Færø Amtstidende – seinni Dimmalætting – sum varð givin út frá 1877, eisini á donskum. Harafturímóti gjørdust Føringatíðindi frá 1890 fyrsta dagblaðið, sum varð givið út á føroyskum máli. Tað var eitt tað mest týðandi útlátið fyri ta vaknandi tjóðskaparligu rørsluna, sum fekk sína formligu byrjan á jólafundinum í Havn 26. desember 1888; ein fólkafundur, har varðveitslan av føroyskari mentan og máli varð umrødd, og sum endaði við, at Føringafelagið varð stovnað. Blaðið nýtti rættskrivingina frá 1846, men um hetta mundið varð skotið upp at brúka aðra rættstaving, nevnd broyting, sum Jakob Jakobsen stóð fyri, men ósemja kom í um hetta, og blaðið kom út fyri síðstu ferð í 1906. Í staðin kom tann mentanarradikali og sjálvstýrishalli Tingakrossur í 1901 og varð fyrsta árið skrivaður á donskum.

Munnliga varðveitta almúgumentanin var um ár 1900 á veg at menna seg fram móti eini skrivligari hámentan. Tey fyrstu føroysku bløðini, skúlabøkur og skaldsøgur komu út um hetta mundið. Fyrst í 1900-talinum gjørdist júst stríðið fyri viðurkenningini av tí nýstovnaða føroyska samleikanum eitt høvuðsevni i føroyskum politikki eftir aldarskiftið.

Munnliga varðveitta almúgumentanin var um ár 1900 á veg at menna seg fram móti eini skrivligari hámentan. Tey fyrstu føroysku bløðini, skúlabøkur og skaldsøgur komu út um hetta mundið. Fyrst í 1900-talinum gjørdist júst stríðið fyri viðurkenningini av tí nýstovnaða føroyska samleikanum eitt høvuðsevni i føroyskum politikki eftir aldarskiftið.

Ein ríkisstuðlaður háskúli varð stovnsettur í Klaksvík í 1899, men varð longu árið eftir í 1900 fluttur í Føgrulíð – í óbygdum nakað vestan fyri Klaksvík. Á háskúlanum varð, mótsett í hinum skúlunum og kirkjuni, undirvíst á føroyskum, og gudstænastan varð eisini hildin á føroyskum. Tjóðsangin Tú alfagra land mítt yrkti Símun av Skarði í Føgrulíð í 1906, meðan skúlin helt til har. Í 1909 flutti skúlin til Havnar, sum var høgligari, og har lættari var at fáa næmingar. Háskúlin, ið fekk stóran týdning fyri menningina av føroyska málinum, stendur enn í Havn.

Tingakrossur var á sínum 9. ári enn eitt rættiliga radikalt blað, skrivaður á donskum. Framsíðan frá 2. juni 1909 sipar til upplatingina av nýggja føroyska samfelagnum.
NATIONALMUSEET

Samskifti og samferðsla

Frá gamlari tíð hava samskiftis- og samferðslusambondini ligið um firðir og fjøll. 17 av teim 18 oyggjunum hava verið bygdar, og sambandið oyggjanna millum var á sjónum við báti, á vetri ofta í vána veðri á miðjum Atlantshavi. Tann serliga skjútsskipanin gjørdi, at bøndurnir høvdu skyldu at flyta embætisfólk og prestar oyggjanna millum. Skjútsskipanin var galdandi fyri embætisfólk fram til 1922 og fyri prestarnar til 1936. Postboðini gingu um fjøllini í góðum sum ringum veðri við posti til tær ymsu bygdirnar. Síðst í 1800-talinum varð postflutningurin sjóvegis oyggjanna millum samskipaður, og tey fyrstu posthúsini vórðu stovnsett í 1870-árunum. Privatar fyritøkur løgdu til rættis flutning við skipum og bátum millum oyggjarnar við t.d. mjólk, vøru og ferðafólki; fyrst í 1939 tók løgtingið við øllum rættindum til strandfarasiglingina. Í øllum tíðarskeiðinum vóru sum heild bara gøtur bygda millum, og ljós var einki men fyrsti veruligi koyrivegurin millum tvær bygdir varð gjørdur millum Skopun og Sand longu í 1916.

Farmaskip úr Danmark til einahandilin í Havn við og eftir vørum komu um várið, og tá varð góðsið uppskipað og fermt við goymslur einahandilsins. Seinni, tá ið fríhandilin kom í 1856, øktust (út)handlarnir og skipini. Í einahandilstíðini máttu føroyingar minst eina ferð um árið rógva til Havnar at keypa og selja vørur, og seinni máttu teir rógva til tey størru handilsplássini at keypa og avreiða veiðuna, sum varð virkað har og flutt út til teir stóru evropisku marknaðirnar.

Tað vóru ikki grundleggjandi broytingar í samferðsluni hetta tíðarskeiðið, men í seinnu helvtini av skeiðinum gjørdust bátarnir størri, og at enda komu eisini deksbátar við motori. Nógvir handilsmenn og reiðarar bygdu við hesum møguleikum í huga egnar bryggjur til før síni, so at tey trygt kundu leggja at.

Gjørdist neyðugt at senda boð í skundi millum bygda, bar eisini til at glaða við royki (t.d. at brenna hoyggj). Hetta varð gjørt í neyðstøðu, ella tá ið boðast skuldi frá grind fyri at fáa bátar at koma til at reka grindina og drepa hana.

Samstundis sum ábøtur vórðu gjørdar á alt, sum hevði við sambandið millum oyggjarnar at gera, komu eisini grundleggjandi broytingar í samskiftisskipanini. Í 1905 varð tað fyrsta telegrafsambandið við umheimin fingið í lag, og árið eftir kom tað fyrsta telefonsambandið millum tvær bygdir.

Í dag hevur landsstýrið høvuðsstøð í Tinganesi í Havn við skrivstovu løgmans ytst í nesinum. Men fram til 1856 húsaðist kongligi føroyski handilin í hesum søguligu bygningunum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN; 2016

Politikkur

Tað er ofta havt á orði, at føroyskur politikkur byrjaði ikki fyrr enn við floksgerðini í 1906, tá ið ein rørsla, ið var tjóðskaparlig, afturhaldssinnað og mentanarhugað, ikki vildi hava politiskar broytingar og fór í tvíningar av einum útfarandi, framfýsnari rørslu, sum vildi hava meira politiskt sjálvstýri sum úrslit av tí nývaknaða føroyska samleikanum. Men tað er sannleiki við tillagingum.

Longu í 1844, sama ár sum nakrir limir í stættatinginum í Roskilde bara kallaðu tað føroyska málið eitt spilt danskt málføri, søkti ein bólkur av føroyingum, búsettir í Keypmannahavn, stættartingið um eitt fólkaumboðandi ting í Føroyum. Umsóknin var ivaleyst hugkveikt av Íslandi, sum í 1843 hevði fingið sett á stovn sítt egna stættarting, men umsóknin vísti, at politiskt tilvit var í ferð við at vakna í Føroyum. Av tí at umsóknin ikki kom á dagsskránna í 1844, søktu 28 føroyingar aftur í 1846 – sama ár sum føroyska skriftmálið varð skapt – um at fáa stovnsett eitt ting umboðandi fólkið í Føroyum. Hesa ferðina kom umsóknin á dagsskránna og varð viðgjørd, men sjálvt um hon varð burturvíst, er líkleiki millum uppskotið í umsóknini og tað løgting, ið varð endurstovnað í 1852. Og síðan vórðu heilt nógv uppskot um at víðka løgtingsins heimildir løgd fyri løgtingið í tíðarskeiðinum 1874-1920. Hesi dømini vísa, at politiska slóðin ikki bara var fylgja av einum mentanarligum tíðarskeiði frammanundan, men at tað heldur snúði seg um javnfjarar slóðir, sum kunnu førast aftur til 1840-árini. Tað nýggja í 1906 var heldur tað, at tá fingu Føroyar teir fyrstu veruligu politisku flokkarnar og eisini eina rættiliga sjálvstøðuga politiska skipan.

Føroyingar stillaðu frá 1851 upp fyri danskar flokkar til ríkisdagin og síðan til løgtingið, og mørkini vóru ofta tey somu sum tey donsku. Tær fyrstu politisku træturnar hoyrdust longu í fyrstuni, men tær rukku hæddini í 1860, við tað at ein meiriluti av løgtingsmonnum, 12 av 18, gjørdust so misnøgdir við tingformannin, Dahlerup amtmann, at teir rýmdu av tingi og sýttu at koma aftur, fyrr enn hann varð fingin burtur. Dahlerup var ivaleyst dugnaligur danskur embætismaður, men hann evnaði ikki at sameina ella fáa semju í lag millum ymisku sjónarmiðini millum fólkavaldar føroyingar á løgtingi.

Politiskar persónligheitir

Hin tjóðskaparsinnaði kongsbóndin, yrkjarin og politikarin Jóannes Patursson á ungum árum í føroyskum klæðum, tjóðbúna.
3350F04427, TJÓÐSAVNIÐ

Av politiskum persónligheitum í tíðarskeiðinum kann verða nevndur Niels Winther, sum var Føroya fyrsti fólkatingsmaður og eisini millum teir fyrstu tingmenninar í 1852. Hann hevði ynskt sær eitt meira frísinnað løgting við ongum embætismonnum, men endaði kortini við í fólkatinginum at atkvøða fyri uppskoti til lóg fyri Føroya løgting frá 1851. Winther gav út í 1852 Føroya fyrstu avís, Færingetidende, har hann við sínum hørðu og óvikiligu ákærum móti embætismonnum so skjótt fall í ónáð og varð dømdur fyri at hava lagt teir undir svik. Niels Winther varð valdur á fólkating og á løgting fram til 1857, tá ið hann fór úr Føroyum og setti seg niður í Hjørring.

Ein onnur sjónlig persónligheit var Johan Hendrik Schrøter, sum í 1884 legði uppskot fyri løgtingið um eina munandi demokratisering av tinginum, sum sjálvt skuldi velja formann umframt víðkan av løgtingsins heimildum. Uppskotið var tó ov víðgongt fyri løgtingið, sum vísti tað frá sær. Onnur uppskot vórðu vrakað av stjórnini, av tí at amtmaðurin í sínari tilráðing ráddi frá at taka undir við teimum.

Tað var ikki fyrr enn í kjalarvørrinum av teirri demokratisering, sum fylgdi við stjórnarlagsbroytingini (systemskiftet) fyrst í 1900-talinum at nakrar hugburðsbroytingar kundu hómast í Danmark og í Føroyum. Nýggja fólkatingsmanninum, Jóannesi Paturssyni, sum varð valdur fyrstu ferð í 1903, eydnaðist at fáa stuðul frá stjórnini hjá J. C. Christensen at útvega løgtinginum størri politiskt og búskaparligt rásarúm. Um somu tíð valdi løgtingið tann sjálvstýrishugaða Christian Bærentsen, einasta føroying, ið nakrantíð hevur verið amtmaður í Føroyum, til føroyskan landstingsmann. Sostatt var eisini eitt stórt umskifti farið fram. Í 1906 eydnaðist Jóannesi Paturssyni at fáa avtalu við stjórnina, at løgtingið skuldi sleppa at sita fyri nøkrum amtkommunalum økjum (havnum, vegum og telefon). Løgtingið skuldi eisini hava heimild at krevja skattir inn, og rukku inntøkurnar ikki til, skuldi løgtingið kunna søkja stjórnina um árligan ríkisstuðul.

Løgtingsvalið í 1906

Løgtingssalurin um ár 1900. Løgtingshúsið í Havn varð reist í 1956 og er vorðið broytt fleiri ferðir síðan bæði innan og uttan. 5074F05, TJÓÐSAVNIÐ

Á løgtingsvalinum, sum kom í 1906, og sum snúði seg um avtaluna við stjórnina, vísti tað seg kortini, at ein stórur meiriluti av føroysku veljarunum ikki vildi kennast við avtaluna. Ein orsøkin var, at mótstøðufólkini vildu vera við, at skattirnir fóru at økjast ógvisliga orsakað av avtaluni. Umframt tað kundi Jóannes Patursson ikki veita vissu fyri, at stjórnin var sinnað at stuðla avtaluni við árligum ríkisstuðli. Avgerandi var tó tað, at tann sterka føroyska fráhaldsrørslan, sum vildi hava forboð sett móti rúsdrekka, var harðliga ímóti avtaluni, sum eftir ætlan lutvíst skuldi verða fíggjað við hægri skatti á brennivíni.

Avleiðingin var, at Jóannes Patursson og sjálvstýrisfólkini, sum tey síðan vórðu nevnd, í 1906 taptu øll trý valini í Føroyum: fólkatingsvalið, løgtingsvalið og sum ein logisk fylgja av hesum landstingsvalið. Tað nývalda løgtingið vrakaði avtaluna, og fráhaldsrørslan fekk í lag fólkaatkvøðu móti rúsdrekka í 1907. Úrslitið varð stórsigur til fráhaldsrørsluna, men tað gjørdist tó ikki so knívskorið, sum fráhaldsrørslan hevði viljað. Forboðið galt bara fyri sølu og tað at skeinkja rúsdrekka (brennivín, vín og øl í t.d. vertshúsi), so framvegis var loyvt at flyta inn rúsdrekka til egna nýtslu.

Skipanin var við ymsum broytingum galdandi til 1992, tá ið ein almenn einkasøla av rúsdrekka varð stovnsett. Politiskt sæð gjørdist málið um avtaluna við stjórnina ein stórur ósigur fyri sjálvstýrisfólkini, men klovningurin millum samband og sjálvstýri gjørdist eitt høvuðsmark í føroyskum politikki eftir 1906. Sum fylgja av ósemjunum varð Sambandsflokkurin, sum vildi hava sparsemi í løgtingsins arbeiði og óbroytt samband millum Danmark og Føroyar, stovnaður í 1906. Sjálvstýrisflokkurin, sum vildi hava víðfevnt sjálvstýri, sum kundi verða fingið í sátt og semju við stjórnina og ríkisdagin, varð formliga stovnaður í 1909. Sambært stevnuskrá floksins fór hann at virka fyri, at føroyskt mál skuldi hava somu rættindi sum danskt í Føroyum, og at skúlaverkið skuldi verða betrað við føroyskum sum grundarlagi. Harafturat skuldi eingin lóg kunna gerast galdandi uttan løgtingsins góðkenning.

Sambandsflokkurin hevði valdið á løgtingi árini eftir 1906, men ósemjur um víðari heimildir til føroyskt mál og størri politiskt sjálvstýri vóru alla tíðina frammi í tíðarskeiðinum. Í 1912 varð ein nýggj skúlalóg, sum í § 12 gjørdi danskt til undirvísingarmál, sett í gildi á løgtingi við støði í stórum meiriluta. Sama var við lógini um kirkjuliðsráð, ið knæsetti danskt sum kirkjumál. Í 1915 varð eitt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum um lóggevandi myndugleika til løgtingið í serligum føroyskum viðurskiftum vrakað. Tað var als ikki lætt at vera Sjálvstýrisflokkur um hetta mundið, men fyrri heimsbardagi og løgtingsvalið í 1916 vístu, at Sjálvstýrisflokkurin hevði møguleikar at bróta drúgva vald Sambandsfloksins. Sjálvstýrisflokkurin vann løgtingsvalið í 1916, men av tí at bara onnur helvtin av limunum skuldi veljast á vali í 1916, varðveitti Sambandsflokkurin meirilutan.

Tíðin undir og eftir fyrra heimsbardaga

Tey truplu handilsviðurskiftini í Norðuratlantshavi undir fyrra heimsbardaga broyttu politiska veðurlagið og politisku raðfestingarnar. Bretska kravið, at øll farmaskip í Norðuratlantshavi skuldu fara til eina bretska havn til tess at fáa kannað, um innflutningsbannaður farmur var umborð, og í Føroya føri til Kirkwall voldu at byrja við ikki stórar trupulleikar. Men í februar í 1917 broyttist hetta, tí Týskland sum mótleik setti í verk óavmarkað kavbátaálop móti øllum skipum, sum sigldu inn í eitt neyvari skilmarkað sjóøki kring bretsku oyggjarnar; markið um vandaleiðina gekk bara tríggjar sjómíl úr sunnasta bletti í Føroyum. Fleiri farma- og fiskiskip á veg til Føroya og kring um landið vórðu søkt, og í nakrar mánaðir kom eingin vøra fram. Í hesi spentu støðu vendu sjálvstýrispolitikarar, sum frammanundan høvdu sett seg í samband við stjórnina, sær í apríl 1917 til danska sendimannin í London við fyrispurningi um, at skip, sum komu úr USA og Íslandi til Føroya við vøru, kundu sleppa undan at verða kannað, um innflutningsbannaður farmur var umborð, í vandafullum bretskum havnum. Danska uttanríkismálaráðið fór í mai 1917 upp í málið, og eftir áheitan á bretsku stjórnina fingu farmaskip úr USA og Íslandi við bretskum siglingarloyvi í staðin fyri loyvi at leggja inn í Halifax í Kanada at kanna, um innflutningsbannaður farmur var við.

Sostatt kundi hetta málið verið endað í mai 1917, men tað fekk eitt politiskt eftirspæl í Danmark í 1918. Radikala-sosialdemokratiska stjórnin hjá C. Th. Zahle, ið politiskt hevði verið væl í øgn við Sjálvstýrisflokkin, hevði ikki so góð viðurskifti við donsku andstøðuna, sum átti meirilutan í landstinginum. Har var stór mótstøða móti handfaringini hjá Zahle-stjórnini av søluni av donsku Vestindisku oyggjunum í 1917 og avtaluni við Ísland, sum stóð fyri durum, um at viðurkenna Ísland sum sjálvstøðugt ríki. Men tað bara versnaði, tá ið Zahle í mars 1918 sendi Svenningi Rytter, amtmanni í Føroyum, fjarrit, har hann upplýsti, at hann stuðlaði valevni Sjálvstýrisfloksins til tað tilstundandi fólkatingsvalið í apríl, og heitti samstundis á amtmannin at kunna valevnið um sína støðutakan. Rytter, sum helt, at hann undir krígnum hevði barst móti sjálvstýrisfólkunum og fyri donskum áhugamálum í Føroyum, gjørdist so harmur, at hann saman við sorinskrivara og fútanum bað um at verða fluttur til onnur størv í Danmark – annars fóru teir at siga seg úr starvi. Konservativa andstøðan í landstinginum samtykti á hesum støði í juli 1918 at seta eina nevnd. Hon skuldi m.a. kanna viðurskiftini, Zahle hevði við sjálvstýrisfólkini. Harumframt skuldi hon kanna alt viðvíkjandi áheitanini frá føroyskum sjálvstýrisfólkum til bretsku stjórnina í apríl 1917.

Setningsnevndarálitið í 1920

Eitt ógviliga víðfevnt setningsnevndarálit, sum í meirilutaálitinum (andstøðan) legði sjálvstýrisfólk undir hásvikagerð og landsskaðiligan atburð, varð lagt fram í landstinginum til víðari viðgerð í januar 1920. Minnilutin (limir stjórnarinnar í nevndini, teirra millum Jóannes Patursson, sum meirilutin hevði mestan illgruna til) svaraði, at einki ólógligt var farið fram, men at landstingið við sínum skuldsetingum hevði skatt tey góðu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Skuldsetingarnar vóru, eins og setningsnevndin, grundleggjandi politiskar, men eingin orsøk var til, at álitið fekk rættarligar fylgjur. Tað einasta, meirilutin í landstinginum samdist um, var at geva Zahle eitt neps fyri hansara ófullfíggjaðu kunning fyri landstinginum um orsøkina til, at teir tríggir føroysku embætismenninir í mars 1918 høvdu søkt um starvsflyting ella sagt upp.

Einar tveir mánaðir seinni koyrdi kongur stjórnina hjá Zahle frá í sambandi við ósemju um Flensborg; landstingsnevndin hevði sostatt ongan leiklut í uppsøgnini. Politiskt fekk málið sambært danska søgumanninum Jørgeni Steining tó ta fylgju, at Jóannes Patursson gjørdist »dansk-fjendtlig for al Fremtid«. Serstakliga Sjálvstýrisflokkurin var misnøgdur við, at Svenning Rytter gjørdist nýggjur løgmálaráðharri og beinleiðis ábyrgur fyri føroyskum málum í vinstrastjórnini hjá Niels Th. Neergaard, sum sat við valdið skeiðið 1920-24.

Trap Føroyar

Les meira

Les meira um Føroya søgu

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.