Gøta

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Blásastova í Norðragøtu er eitt av mongu gomlu húsunum kring landið, sum verða brúkt sum bygdasøvn. Gøtu Fornminnisfelag hevur tikið stig til, at Blásastova og økið rundanum er varveitt sum týðandi mentanararvur.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Gøta, nevnd í Hundabrævinum, er felagsnevni fyri tær tríggjar markatalsbygdirnar Norðragøta, Gøtugjógv og Syðrugøta, sum allar liggja við Gøtuvík, og niðursetubygdina undir Gøtueiði við Skálafjørðin.

Saman við Leirvík eru tær Eysturkommuna.

Í Eysturkommunu ganga tey í skúla í Leirvík í 1.-3. flokki, og 4.-7. flokk ganga tey í skúla við Gøtugjógv. Í 8.-9.(10.) flokki ganga tey í Fuglafjarðar skúla.

Gøta hevur verið gjøgnum somu menning frá landbúnaðar– til fiskivinnusamfelag sum aðrar størri bygdir, men hon hevur eisini sítt serstaka pláss í Føroya elstu søgu. Tí at her búði víkingahøvdingurin Tróndur í Gøtu, sum er ein av høvuðspersónunum í Føroyingasøgu, og hann hevur átt garð bæði í Syðrugøtu og Norðragøtu.

Altartalvan í Gøtu kirkju við Gøtugjógv er ein glasbrotamynd eftir listarmannin Trónd Patursson (1995).
JENS CHRISTIAN TOP/RITZAU SCANPIX, 2017

Tað, sum Gøta er heimskend fyri í dag, er árligi G!-festivalurin í juli. Umframt føroyskar tónleikarar koma har tónleikarar úr øllum heiminum. Festivalurin er fyri ein part á sandinum í Syðrugøtu og fyri ein part aðrastaðni í Gøtu.

Gøta fekk vegsamband til Fuglafjarðar umleið 1925 og til bygdirnar við Skálafjørðin umleið 1935.

Í 2004 læt røktarheimið Gøtubrá upp í Norðragøtu, har eru 10 búpláss og seks umlættingarpláss. Við Gøtugjógv er dagstovnurin Gjái, sum hevur pláss til 80 børn. Hann er eisini frítíðarskúli fyri børn í 1-2 flokki.

Gøtu kirkja hevur frá gamlari tíð verið í Norðragøtu. Í 1995 bygdu tey eina nýmótans kirkju við Gøtugjógv, sum nú er sóknarkirkja. Tann gamla kirkjan frá 1833 verður tó brúkt við serstøk høvi. Hon er partur av fornminnissavni saman við fleiri bygningum, sum Gøtu fornminnisfelag hevur varðveitt sum mentanarsøguligt serstakt savnsumhvørvi frá 1800-talinum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Erling Isholm

    (f. 1969) Ph.d. í søgu. Adjunktur við Fróðskaparsetur Føroya.