Sjóar kommuna

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Fyrr var allur vestari armur av Skálafjørðinum í Sjóvar kommunu, men síðani sundurbýtingina í 1952 í Skála kommunu og Sjóvar kommunu fevnir Sjóvar kommuna um markatalsbygdirnar Strendur og Selatrað, sum er vestantil á Eysturoynni, niðursetubygdirnar Innan Glyvur, sum er millum Strendur og Skála, og Morskranes og Kolbeinagjógv vestantil á Eysturoynni, sum vóru grundaðar ávikavist í 1876 og 1933.

Sjóvar kommuna er við í tí kommunala samstarvinum um eldraumsorgan í felagsstovninum Roðanum. Eldrasambýlið Sjóvarlon varð bygt á Strondum í 2016 og hevur 10 pláss. Kommunan samstarvar eisini um barnastovnar og barnaforsorg við Runavíkar og Nes kommunu. Á Strondum er læknaviðtala og økissálarfrøðilig viðtala.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Rúni Rasmussen

    (f. 1979) Stjórnmálafrøðingur. Kommunustjóri, Klaksvíkar kommuna.