Felagslív og sjálvboðið arbeiði

Bylgjan, sum er ítróttarhøll og mentanardepil, er ein hondbóltshøll frá 1980-árunum sum er útbygd til fimleikar- og mentanarhøll í 2014. Hondbóltshøllin var 1100m2 og bleiv vaksin við 2400 m2. Høllin er bygd av BBP arkitektum, og byggiharri var Runavíkar kommuna, fólk á staðnum og íløgugrunnurin.
MARTIN SIRKOVSKY FOR LOKALE OG ANLÆGSFONDEN, 2012

Í landinum er nógv felagsvirksemi, fyri tað mesta innan fyri ítrótt, frítíðarítriv og vælferðararbeiði (almanna- og heilsuøkið). Summi feløg og felagsskapir eru gamlir í garði. Longu upp undir og eftir aldarskiftið 1900 komu fráhaldsfeløgini og ymisk mentafeløg, kveikt av fólkaupplýsingarrákinum í tíðini og vaknandi tjóðskaparkenslu. Um sama mundið varð okkurt ítróttarfelag eisini stovnað.

Ójavnt var, hvussu fráhaldsfeløgini tóku seg upp í tíðini, sum kom, hvønn týdning tey høvdu, og hvørja undirtøku tey fingu. Onnur feløg og felagsskapir fingu størri útbreiðslu. So hvørt samfelagið varð nútímansgjørt, og vøkstur og vælferð gjørdu vart við seg, varð skilligari mark sett ímillum arbeiði og frítíð. Hetta hevði so aftur við sær, at mentanarlívið nýggjaðist upp, og betri líkindi vóru til frítíðarvirksemi.

Endurnýgging av mentanarlívinum sæst ímillum annað aftur í teimum mongu ungmannafeløgunum, sum upp gjøgnum 20. øld megnaði at savna fólk bæði á bygd og á stórplássum.

Nógvastaðni tóku annaðhvørt fráhaldsfeløgini ella ungmannafeløgini stig til at byggja bygdarhús, og hesi hús gjørdust karmur um undirhald av ymsum slag. Somuleiðis vórðu fleiri ítróttafeløg stovnað, serliga á stórplássum, og har var tað fyrst og fremst fótbólturin, ið dró tey ungu. Flestu ítróttargreinar verða íðkaðar í staðbundnum feløgum, og hesi feløg eru fyri tað mesta partar av ÍSF (stovnað í 1939). ÍSF er skipað við 16 sersambondum og feløgum. Samanlagt eru ítróttarfelagsskapirnir 120 í tali og hava um 20.000 limir.

ÍSF fær fasta játtan á fíggjarlógini. Mett verður, at um 2.000‑3.000 fólk gera sjálvboðið arbeiði, tað svarar til 40.000 arbeiðstímar um árið. Tey fyrstu skótaliðini vórðu stovnað fyrst í 20. øld og hava fingið skiftandi undirtøku. Skótarørslan hevur sum er um 2.000 limir býttar ímillum 30 staðbundin skótalið (Gulu skótarnar, skótaliðið hjá Frelsunarherinum, KFUM- og KFUK-skótarnar). Somuleiðis er eisini eitt landssamband ella ráð fyri barna- og ungdómsfeløg (FUR, Føroya ungdómsráð). Ójavnt er, hvat teir umleið 50 felagsskapirnir í FUR leggja dent á við sínum virksemi, har eru ítróttafeløg, skótalið, politisk ungdómsfeløg, fráhaldsfeløg v.m. Áhugað kunnu leita sær felagsskap í eitt nú sílaveiðifelagnum, fuglafrøðifelagnum og gongufeløgum. Eisini gera tey tíggju bjargingarfeløgini í landinum munagott arbeiði, eitt nú tá ið fólk koma í neyðstøðu, annaðhvørt tað er á landi ella sjógvi. Bjargingarfeløgini arbeiða tætt saman við almennu bjargingartænastuni undir Vørn. Vørn hevur eina serjáttan, og burtur av henni kunnu staðbundin feløg søkja pengar til serlig átøk.

Harumframt er tað siðvenja, at feløgini leita sær hjálp frá staðkendum fólki, tá ið tað krevst í sambandi við leitingar á landi sum á sjógvi.

Felagsskapir á almannaøkinum

Ímillum felagsskapirnar á almannaøkinum teljast tey 24 sjúklingafeløgini. Hesi feløg við umleið 4.000 limum til samans ráðgeva og stuðla fólki við ymsum brekum og varandi sjúkum (eitt nú sukursjúku, hjartasjúkum, krabbameini og alzheimer). Tey eru øll savnað í landfelagnum Megd, sum er málgagn teirra mótvegis myndugleikunum. Reyði Krossur Føroya varð stovnaður í 1926 og hevur havt misjavna undirtøku gjøgnum árini, men hevur í seinastuni víðkað sítt virkisøki, bjóðar t.d. vitjanartænastu, mat- og klædnahjálp og skeið í fyrstuhjálp, rekur harumframt eisini endurnýtsluhandlar í Havn og í Vági og stendur fyri innsavningum til frama fyri altjóða neyðhjálpararbeiði.

Hetta virksemi hongur í høvuðsheitum á sjálvbodnari arbeiðsmegi. Í Havn er ein kreppumiðstøð fyri harðskapsraktar kvinnur, Kvinnuhúsið. Kvinnuhúsið bjóðar ráðgeving og gisting. Fyri tað mesta gera einar 35 sjálvbodnar kvinnur arbeiði svarandi til 10.000 arbeiðstímar. Alsamt fleiri neyðstaddar kvinnur hava leitað til kvinnuhúsið at fáa hjálp, síðan tað varð stovnað í 1990. Tað er Kvinnuhúsfelagið og Kvinnuhúsgrunnurin, ið standa fyri kreppumiðstøðini, og hon fær fíggjarligan styrk frá kommunum og landi. Kris veitir ráðgeving og hjálpir fólki, sum hava verið misbrúkt kynsliga, og Berin tekur sær av børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin. Bæði feløgini hava fakfólk í starvi, men dúva eisini upp á sjálvboðið arbeiði. Talið á sjálvbodnum er ymiskt eftir tørvi. Pensjonista- og eldrafeløg eru eisini nøkur í tali. 16 teirra eru uppi í áhugafelagsskapinum Landsfelag pensionista.

Í Vági hevur bygdarfólkið varðveitt fleiri gamlar bátar og sluppuna Jóhannu TG 326, sum er sjóbúgvin og árliga er við í bátastevnum eisini uttan fyri Føroyar.
EILEEN SANDÁ/CREATIVE COMMONS/WIKIMEDIA, 2016

Mentanarfeløg

Nógv av teimum feløgum, ið vórðu stovnað eftir kríggið, vóru merkt av vaksandi áhuga fyri list og vísindum í tjóðbyggingarligum høpi. Í fimmtiárunum tóku akademikarar stig til Fróðskaparfelagið, og nøkur ár seinni varð Rithøvundafelag Føroya stovnað umframt onnur hámentanarlig feløg. Í sama viðfangi var dentur lagdur á at fáa formligt samstarv í lag við útlendskar felagsskapir og stovnar (eitt nú kom Føroyadeildin í Norrøna felagnum (Foreningen Norden) í 1951 og í Amnesty International í 1964).

So líðandi løgdust fleiri felagsskapir afturat, sum vildu fremja ymisk samfelagslig og mentanarlig átøk. Innan fyri tær ymisku listagreinarnar eru feløg skipað, og 11 teirra eru limir í landsfelagsskapinum LISA.

Tónleikaøkið er fjølbroytt og fevnir um alt frá einum symfoniorkestri við ímillum 50 og 60 virknum tónleikarum, einum 12 hornorkestrum við umleið 250 áhugatónleikarum til eini 30 sangkór við 400‑500 virknum sangarum. Haraftrat koma jazzfelagið og aðrir smærri og størri tónleikafelagsskapir.

Myndlistafólk, sjónleikarar og onnur listafólk hava eisini skipað seg í áhugafeløg. Í hesum viðfangi eiga dansifeløgini eisini at verða nevnd, endamál teirra er at vekja ans fyri og varðveita føroyska dansin, og tey skipa javnan fyri dansikvøldum og øðrum tiltøkum, eitt nú barnadansi.

Áhugin fyri skipaðari innsavning av forngripum kann rekjast aftur til árini um og eftir aldarskiftið 1900. Í 1916 varð felagið Føroya forngripasavn stovnað við tí endamáli at savna og vísa forngripir fram. Felagið er til enn, men tað arbeiðið, sum varð gjørt har, verður nú gjørt á Tjóðsavninum. Seinni eru so komin eini 20 ymisk siðsøgulig feløg, sum í størri ella minni mun taka lut í at reka tey sokallaðu bygdarsøvnini, men tey eru í sínum lagi annaðhvørt kommunalt rikin ella sjálvsognarstovnar og leggja dent á at savna, varðveita og miðla staðbundnan mentanararv.

Í 1941 stovnaðu føroyingar í Keypmannahavn Listafelag Føroya, størsta felag av sínum slag í landinum. Í 1970 tók Listafelag Føroya stig til at byggja Listaskálan í Gundadali í Havn. Felagið hevur umleið 400 limir og skipar fyri framsýningum og miðlar list upp á aðrar mátar.

Í 1985 varð Norðoya listafelag stovnað, í felagnum eru umleið 140 limir. Felagið hevur heimstað í Klaksvík og keypir inn list og skipar fyri framsýningum. Tey seinnu árini eru fleiri umhvørvisfeløg og samtøk stovnað. Hetta eru óheftir felagsskapir, summir limafeløg, og alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið.

Les meira

Les meira um føroyska mentan