Vágar

Oyggjarnar Vágar og Mykines, ávikavist 176,4 km² og 9,6 km² stórar, hava frá fornari tíð verið ein og sama sýsla og prestagjald. Markatalsbygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines eru í dag Sørvágs kommuna, sum er onnur kommunan í Vágum. Hin kommunan er Vága kommuna við markatalsbygdunum Sandavági og Miðvági umframt ta nýggjaru niðursetubygdina Vatnsoyrar og Slættanes, ið er avtoftað.

Vágar eru triðstørsta oyggj í Føroyum. Meginparturin av henni hevur steyrrætt berg móti sjónum, har eru fuglabjørg og drangurin Trøllkonufingur við Sandavág, forbergið Trælanípan við Miðvág og hólmarnir Tindhólmur, Gáshólmur og aðrir við innsiglingina til Sørvágs. Tað sigst, at í gomlum døgum búði eitt húski í Tindhólmi; nú á døgum eru tvey frítíðarhús í hólminum, eitt privat og eitt hjá jarðareigarunum.

Í Vágum eru fýra vøtn: Sørvágsvatn, eisini nevnt Leitisvatn, Fjallavatn, Hvilvtkinnavatn og Vatnsdalsvatn, tey bæði fyrru eru Føroya størstu. Sørvágsvatn rennur út í Bøsdalafoss, suðureftir. Fjallavatn norðureftir í Reipsáfoss.

Hægstu fjøll í Vágum eru Árnafjall, 722 m, Malinstindur, 683 m, og Reynsatindur, 677 m, í Sandavági.

Tríggjar tær størstu bygdirnar í oynni, Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur, standa við tríggjar vágir og hava allar sandstrond. Í Sandavági ger brim, at lendingarviðurskiftini eru verri enn í hinum báðum bygdunum.

Samanlagt hevur fólkatalið í Vága sýslu staðið í stað síðan 1966; tað er vaksið í teimum størru bygdunum og smærru bygdum, ið eru staðsettar miðskeiðis, men tað er minkað í fjarskotnum bygdum sum Mykinesi og Gásadali.

Hersetingin í Vágum og fylgjurnar av henni

Seinni heimsbardagi og bretska hersetingin høvdu stóran týdning fyri Føroyar sum heild við øktari sjálvstýristrá og síðan politiskum umbótum, og hon skapti ógvuliga ítøkiligar og varandi broytingar í Vágum. Har vóru flestir hermenn, og tað merkti, at vegakervið í oynni vaks nógv, og tann lítli hernaðarflogvøllurin gjørdist seinni landsins floghavn. Hon merkti eisini, at fólkatalið vaks í stórum og skapti nógv arbeiðspláss.

Flogvøllurin í Sørvági í oktober 1949. Í baksýni hómast m.a. hangarbygningar. Bretski herurin gjørdi flogvøllin. Eftir seinna heimsbardaga og fram til 1963 varð flogvøllurin lítið og einki nýttur.
ERIK PETERSEN/RITZAU SCANPIX

8.000 bretskir hermenn

Fyrstu árini av seinna heimsbardaga komu fáir bretskir hermenn í Vágar, men eftir 21. mars 1942, tá ið avgjørt var at gera flogvøll í oynni, vaks talið munandi, og mong sethús og aðrir bygningar vórðu tiknir til herin. Skjótt varð havnin í Sørvági bøtt við einum mola, so at lættari skuldi vera at fáa tungar maskinur og akfør í land. Innsiglingin fekk nýmótans innsiglingarljós, sum verða fjarstýrd. Við havnina vórðu seks stórir tangar settir upp til at goyma olju og annað brennievni, sum harvið eisini gjørdust týskt bumbumál.

Farmur í smærri stødd varð lossaður í havnini í Miðvági. Har var bakarí og bilverkstaður. Haraftrat vóru goymslur til kol, matvøru, tubbak, rúsdrekka, søtmeti, uniformar og aðra persónliga útgerð, eykalutir umframt mekaniskar og elektriskar lutir.

Eftir stutta tíð komu eisini hernaðarlegur. Uppi á Mýrum í Sørvági vórðu bygdar umleið 350 barakkir, og tað var størsta hernaðarlegan í Føroyum. Tann næststørsta var 150 barakkir í Vatnsoyrum, sum fekk navnið Lakeside. Harumframt vórðu fleiri smærri hernaðarstøðir gjørdar í oynni. Messa, vesi og bað hoyrdu til felags hentleikar í legunum. Eisini varð gjørd nýmótans kloakkskipan við rottangum. Harumframt høvdu bretar egna elveiting, men annars var einki elektrisitet í Vágum.

Í Sandavági varð bygt sjúkrahús, í Sørvági varðhald, í Vatnsoyrum katólsk kirkja og í Miðvági kirkjugarður.

Umframt barakkirnar, sum hermenninir búðu í, vóru eisini høli til undirhald og dagdvølju. Í stuttleikahølinum The Entertainment Hut í Sørvági var leikhús, biografur, dansigólv og barr, og á leið tað sama var í Lakeside Theatre í Vatnsoyrum.

Eitt skifti vóru umleið 8.000 bretskir hermenn í oynni, og tað hevði stóra ávirkan á lívið og samfelagið hjá heimafólkinum. T.d. fingu øll í oynni pass, sum tey skuldu vísa, varð tað kravt. Føroyskir menn fingu avmarkaða atgongd til barrirnar hjá bretum; teir vórðu vanliga ikki bodnir til dans og undirhald, men tað vórðu kvinnurnar. Bretska hervaldið sá til, at javnan vitjaðu viðgitnastu sjónleikarar og sangarar í tíðini, eitt nú Vera Lynn.

Hernaðarstøðir og asfalteraðir vegir

Uppgávan hjá hermonnunum var í høvuðheitum at gera flogvøll, vegir og hernaðarstøðir umframt eina støð til vatnflogfør, sum var ógvuliga umráðandi ta fyrstu tíðina, til flogvøllurin var gjørdur. Nær við vóru tvær 12 punda kanónir til verju móti álopum frá sjónum. Við Chester Camp norðan fyri Sørvágsvatn var loftverjuvirki við fýra kanónum, og á Giljanesi millum Miðvág og Sandavág vóru tvær kanónir. Harumframt vóru kamufleraðar skotverks- og bumbugoymslur við samskiftis- og vaktarstøðum staðsett á strategiskum støðum í oynni.

Grótbrot tænti til at fáa byggitilfar, og tann nógva sandnýtsla, sum gekk til betong og betongstein, rámti sandstrendurnar. Afturfyri gjørdust asfalteraðir vegir og gonguleiðir eitt eyðkenni hjá oynni. Asfaltmaskinan stóð nær sjónum í Sørvági. Hon varð eisini nýtt eftir kríggið, tá ið kommunan hevði yvirtikið hana.

Transittøkið í tí lítlu nýmótans og væl virkandi Vága Floghavn, sum hevur verið útbygd fleiri ferðir, síðan reglulig flogferðsla byrjaði í 1963.
JENS CHRISTIAN TOP/RITZAU SCANPIX, 2017

Vágar floghavn

Einasta floghavn í Føroyum, Vága Floghavn, er sostatt úrslit av seinna heimsbardaga. Við krígsbyrjan varð Sørvágsvatn nýtt sum lendistøð hjá vatnflogførum, oftast Sunderland pontonflogførum. Her bar til at leggja flogfør fyri teym, og ein betongrampa varð gjørd, har flogfør vórðu drigin upp og sett á land. Hon fekk navnið Flúgvarabedingin.

Tær av fyrstu tíð tríggjar ætlaðu flogbreytirnar gjørdust ikki fleiri enn ein við sjey parkeringarplássum til flogfør og einum hangari. Hangarurin ella flogskýlið stóð sum eitt kennimerki í mong ár, men fall í vanrøkt og varð tikið burtur. Innflúgvingartornið, sum varð bygt á eini høvd, so tað kundi nýtast bæði til at stýra vatnflogførum og flogførum á flogbreytini, er varðveitt. Nær við innflúgvingartornið stendur bygningurin SOR, Sector Operation Room. Týdningarmesta samskiftismiðstøð breta í Føroyum er í dag Føroya Krígssavn við minnum frá seinna heimsbardaga.

Floghavnin var liðug í 1943 og var í nýtslu til krígslok. Eftir kríggið varð í stutta tíð roynt at halda flogsambandið við einum lítlum flogfari, Erlu Kongsdóttur, men hon var fyri óhappi á flogbreytini og varð vrak. Síðan vóru tað bara einstøk donsk hernaðarflogfør, sum nýttu breytina, og øll floghavnin fall meira ella minni í órøkt. Ikki fyrr enn í 1963 tók eitt privat føroyskt flogfelag saman við Flogfelagi Íslands stig til fast flogsamband millum Føroyar, Ísland, Danmark og Noreg. So við og við komu onnur feløg uppí, t.d. Mærsk, og nú røkja Atlantsflog (stovnað 1987) og SAS flogsambandið til og úr Føroyum.

Í samsvari við menningina eru bæði flogbreyt og floghavn útbygdar og nýmótansgjørdar í fleiri umførum, og ferðslan er støðugt vaksin. Eftir at undirsjóvarsamband kom millum Vágar og Streymoy í 2002, tekur tað nú 20 minuttir í bili ella bussi til og úr Havn.

Floghavnin er eitt hitt týdningarmesta arbeiðsplássið í Vágum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Jon Sigurð Hansen

    (f. 1967) Cand.mag. í søgu. Rithøvundur, sjálvstøðugur.