Hvalir

Grindadráp í Sandagerði í mai 2019. Havnarmenn hava rikið eina grind inn á sandin, soleiðis sum siður hevur verið í Føroyum í øldir.
MARTIN N. JOHANSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX

89 sløg av núlivandi hvalum eru kend í heiminum, og 24 av teimum hava verið at sæð í havinum kring um Føroyar. Fleiri teirra hava tó bara verið at sæð við Føroyar nakrar fáar ferðir, og eisini tey sløgini, sum hava verið oftari at sæð, eru bara kring Føroyar ávísar tíðir á árinum.

Grindahvalur (Globicephala melas) er tann hvalur, sum finst í størstari nøgd í føroyskum sjógvi, og honum á baki koma sløg sum skjórutur springari (Lagenorhynchus acutus), nísa (Phocoena phocoena), nebbafiskur (Balaenoptera physalus), sildreki (Balaenoptera acutorostrata) og døglingur (Hyperoodon ampullatus). Av teimum seks sløgunum er tað bara nísa, sum heldur til við Føroyar alt árið.

Núlivandi hvalasløgini verða eftir siðvenjuni bólkað í tveir undirhópar: barduhvalir (Mysticeti) og tannhvalir (Odontoceti). Barduhvalir ferðast ofta norðureftir um várið, tá ið ljósið mennist, og vøksturin í havinum økist. Ljósið og hækkandi sjóvarhiti gera, at vøkstur loypur í stovnarnar av ljóskrabba og krabbadýrum, sum hvalirnir liva av. Samstundis gera teir sær til góðar av teimum stóru torvunum av sild, nebbasild og svartkjafti, sum eisini veiða tey føðsluríku krabbadýrini. Tað, sum barduhvalirnir eta í Norðurhøvum, nøktar 80 % av teirra árliga orkutørvi, og ein partur fer til at mynda tjúkkar spikfláir. Tá ið heystið nærkast, leita hvalirnir suðureftir til yngliøkini í heitari sjógvi. Tannhvalirnir hava fjølbroyttari ferðingarmynstur, og teir síggjast eisini um veturin regluliga í føroyskum sjógvi. Ólíkt barduhvalunum er tað eyðkent fyri teir at leita sær føðslu djúpari í sjónum, har teir eta høgguslokk og torvufisk.

Grindahvalur er kendasti hvalurin í føroyskum sjógvi. Í meira enn túsund ár hava føroyingar hildið grind til, sum svimur fram við oyggjunum, og gjøgnum mong ættarlið hevur svarti tannhvalurin verið eitt týdningarmikið tilfeingi í føroyskum húsarhaldi.

Grindahvalur er miðalstórur tannhvalur. Kvennfiskurin verður knappar 5 m langur og vigar uml. 1 tons, men kallfiskurin verður upp í 6,5 m langur og vigar rúmliga 2 tons. Fylgisveinaeygleiðingar hava víst, at hvalirnir reika víða í Norðuratlantshavi og kunnu svimja 100 km um samdøgrið. Grindahvalir síggjast í føroyskum sjógvi alt árið, men serliga seint á sumri. Flestar grindir verða hildnar til í juli-septembur, og grindirnar eru í miðal uml. 80 hvalir. Hvalateljingar í Norðuratlantshavi skráseta oftast grindir upp á 30 hvalir, og tað er mangt, ið bendir á, at hvalirnir savnast í størri flokkar, tá ið teir ferðast kring Føroyar. Í eini grind eru kvennhvalir í øllum aldri, hvølpar teirra og fáir kynsbúnir kallhvalir. Kvennhvalirnir eru allir skyldir og ein av teimum oddafiskur. Í uml. 9 ára aldri verða kallhvalirnir kynsbúnir og verða burturvístir úr grindini. Kvennhvalirnir verða kynsbúnir í uml. 7 ára aldri og leggja í miðal ein hvølp fimta hvørt ár. Kanningar hava víst, at bara uml. 8 % av hvølpunum í einari grind hava pápa úr grindini, og kvennhvalirnir makast tí í stóran mun uttan fyri sín egna flokk. Kvennhvalirnir kunnu liva til uml. 60 ára aldur, men kallhvalirnir hava størri deyðatíttleika og verða sjáldan eldri enn 40 ára gamlir. Allur stovnurin er mettur til eina hálva millión hvalir og er sostatt ein tann størsti hvalastovnurin í Norðuratlantshavi.

Bæði skjórutur springari og hvessingur eru av og á at finna í grindum, og tað kemur tí fyri, at tey eisini verða hildin til í grindadrápi. Springarin hevur fjølgast nógv í føroyskum sjógvi, og stovnurin í Norðuratlantshavi er knapt 200.000. Av tí at tað í dag er lætt at reka teir kviku hvalirnar við motorbátum, er springaraveiða økt tey seinastu áratíggjuni. Nísa verður eisini veidd, men tann veiðan er nú rættiliga avmarkað.

Bæði bóghvítuhvalur (Orcinus orca) og avgustur (Physeter macrosephalus) síggjast eisini kring Føroyar. Flokkar av bóghvítuhvalum ferðast við Føroyar eina ella tvær ferðir um árið, og tað er eyðsæð, at teir eru á láturkópaveiðu. Avgustarnir eru sjáldsamari gestir og síggjast í smáum flokkum av vaksnum kallhvalum.

Ein heldur løgin gestur er døglingurin. Hann hoyrir til nevhvalirnar og er ikki ofta at síggja. Í Føroyum er hann tó væl kendur, tí av ókendum orsøkum strandar í miðal ein døglingur um árið í Sandvík og Hvalba. Teir fara ikki til spillis, men verða eftir fornum siði býttir millum fólkið í økinum.

Royðurin (Balaenoptera musculus) skarar við síni stødd og vekt fram úr teimum stóru barduhvalunum. Hon verður upp í 30 m long og vigar upp í 160 tons, og tá ið stórhvalaveiða tók seg upp, fóru hvalaveiðimenn serstakliga eftir henni. Seint á vári ferðaðust royðrarnar gjøgnum sundini vestanfyri í Føroyum, og har kundu hvalabátarnir liggja og bíða eftir teimum ovurstóru dýrunum. Tann upprunaligi stovnurin var lítil, og tað vardi ikki leingi, til veiðan minkaði. Tey fyrstu fimm veiðitíðarskeiðini vórðu 23 royðrar veiddar, og árini fram til 1908 eydnaðist tað hvalaveiðimonnum at veiða til samans 363 royðrar, sum svaraði til 60 % av heildarveiðuni. Royðrarstovnurin í Norðuratlantshavi er í dag uml. 3.000 royðrar, og tað er so lítið, at kvennroyðurin finnur ikki maka og hevur fingið blendingshvølpar við nebbafiski.

Næst eftir royðrina er nebbafiskur størstur av øllum hvalum og er upp í uml. 20 m langur. Hann er eisini tann av teimum stóru barduhvalunum, sum mest er til av bæði í føroyskum sjógvi og í Norðuratlantshavi annars. Tá ið stórhvalaveiðan fór fram í tíðini 1894-1968, var nebbafiskur 68 % av heildarveiðuni og svaraði til 7.601 hvalir. Tá ið stórhvalaveiðan endaði, fóru stovnarnir aftur at vaksa og eru nú komnir upp á 80 % av síni upprunaligu stødd. Í dag er heildarstovnurin av nebbafiski í Norðuratlantshavi uml. 50.000 hvalir, og av teimum halda uml. 5.000 til við Føroyar um summarið.

Seiðhvalur (Balaenoptera borealis), sum verður upp í 18 m langur, var eisini virðismikil partur av stórhvalaveiðuni, og í føroyskum sjógvi kom heildarveiðan upp í 2.258 hvalir. Tað var tó stórur munur á veiðuni frá ári til árs, og tað komst av, at ferðingin norðureftir hendir seinni á árinum hjá seiðhvali enn hjá øðrum barduhvalum.

Kúlubøka (Megaptera novaeangliae) hevur eisini verið veidd og sildreki somuleiðis, hóast minni er til av teim- um. Hóast hesir hvalir eru væl sjáldnari at síggja, so benda hvalateljingar, sum eru gjørdar í Norðuratlantshavi síðan 1987, á, at kúlubøkustovnurin við Føroyar er vaksin. Kúlubøka, sum er upp í 15 m long, svimur fram við Føroyum, tá ið hon um várið flytur seg úr Karibia til Íslands og í Barentshav at eta lodnu og nebbasild. Av stórhvalaveiðuni var kúlubøkuveiðan bara 255 hvalir. Enn minni varð veitt av tí lítla uml. 10 m langa sildrekanum. Føroyskar sluppir veiddu hann í eini 10 ár, frá miðjuni á 1960-árunum, men veiddu bara rúmliga 100 hvalir. Sildrekin kemur inn í føroyskan sjógv á ferð síni til og úr Norðurhavi og Barentshavi.

Grind

Grind hevur ivaleyst verið hildin til í Føroyum síðan í víkingatíð, og enn í dag verður gagnnýtingin av grind mett at vera partur av mentanarliga samleika føroyinga. Grindaboð eru altíð ein stórhending í bygdunum, øll eru uppií, og tvøst og spik verður býtt javnt millum grindafólkið og bygdarfólkið. Fyrr hjálpti grindin til at halda hungursneyðina frá durunum í tíðum, tá ið tað karga klettalandið ikki gav nóg nógva grøði.

Grindahvalur (Globicephala melas) ferðast fram við oyggjunum í smærri og størri flokkum alt árið, tó serstakliga í juli og august. Tá ið grind verður funnin nær landi, verða grindaboð send runt. Áður varð tað gjørt við at kynda bál, sum sást úr fleiri bygdum, við at rópa, rógva um sund ella renna til grannabygdirnar. Fyrr varð róð í grind í árabátum av træ, men nú verður grindin rikin móti landi við smáum, skjótum motorbátum av glastrevjum. Bátarnir mynda ein hálvring aftan fyri grindina og reka hvalirnar upp á sandin, har teir verða skornir á háls. Hóast bátarnir í dag eru nútímans, verður enn nýttur siðbundin reiðskapur: grót – leysakast ella fastakast – tað seinna er steinar, bundnir í línur, sum verða tveittir aftan fyri hvalirnar, tog við grindakrókum til at halda hvalunum umframt knívar og hvalvákn til at drepa teir. 23 løggildar hvalvágir eru, har loyvt er at reka grind inn og halda henni til. Sýslumaðurin í økinum hevur saman við fýra grindaformonnum ábyrgdina av at stíla fyri og býta grindina.

Heilt síðan 1584 hava grindirnar verið skrásettar, og frá 1709 og frameftir er skrásetingin fullfíggjað. Hetta ger grindahagtølini til heimsins elstu veiðuhagtøl. Í skrásetingini er umframt talið á grindum eisini tilskilað stað og talið á hvalum. Virðið á hvørjum hvali verður mett í skinnum. Hvør einstakur hvalur verður virðismettur við einum grindastokki við logaritmustiga soleiðis, at grindafólkið og bygdarfólkið fáa eins stóran part, sama um hvalurin er stórur ella lítil.

Grindirnar eru ógvuliga ójavnar. Summi ár verða heilt fáir ella eingir hvalir hildnir til, og í summum tíðarskeiðum hava grindirnar verið sera stórar. Síðan 1709 eru í miðal dripnar seks grindir um árið við til samans 835 hvalum. Tey seinastu 100 árini hava grindirnar ligið um 500-1500 hvalir um árið. Mesta grind í einum ári var í 1941. Tá vóru grindirnar 28, og hvalirnir vóru 4.480 til samans.

Í seinastu metingini frá 2018 flokkar IUCN (International Union for Conservation of Nature) heimsstovnin av grindahvali sum lívføran (LC), og grindaveiðan má tí metast at vera burðardygg.

Sæð uttanífrá kann grindadráp tykjast harðrent, tá ið hvalirnir verða dripnir á sandinum, so blóðið rennur og litar sjógvin reyðan. Við grindadrápi fylgja tí javnan harðmælt mótmæli frá ymiskum, í høvuðsheitum útlendskum, djóraverndarfelagsskapum, og tá ið 1.428 springarar vórðu dripnir í september 2021, tóku atfinningar seg eisini upp innanlands.

Hvalastøðin við Áir í oktobur 1946.
ERIK PETERSEN/RITZAU SCANPIX

Stórhvalaveiða

Stórhvalaveiðan hevði stóran týdning fyri menningina av Føroyum frá at vera bóndasamfelag til at vera eitt rætt fiskivinnusamfelag. Fyrstu hvalastøðina stovnaðu norðmenn í 1894, og næstu 11 árini vórðu seks støðir aftrat stovnaðar. Í Streymoy stendur tann væl varðveitta hvalastøðin við Áir frá 1905 enn sum minni um, tá ið stórhvalaveiðan kyknaði upp.

Í fyrstuni var hvalabátaflotin 17 bátar í árligum rakstri. Teir hvalirnir, sum bátarnir fóru eftir fyrst, vóru royður (Baleaenoptera musculus) og tann sjáldsama slættibøkan (Eubalaena glacialis). Men sum tíðin leið, minkaði royðrarveiðan, og bátarnir fóru í staðin at veiða nebbafisk (Balaenoptera physalus), sum meira var til av, og sum skjótt myndaði umleið tveir triðingar av veiðuni. Harumframt varð eisini veiddur bæði seiðhvalur (Balaenoptera borealis), kúlubøka (Megaptera novaeangliae) og avgustur (Physeter macrosephalus).

Stórhvalaveiðan kom í høvdina ár 1900, tá ið hvør bátur veiddi 66 hvalir í miðal, og í 1909 kom heildarveiðan eftir stórhvali upp í 773 hvalir. Í fyrra og seinna heimsbardaga varð stórhvalaveiðan steðgað, og í millumkrígsárunum var árligi fongurin 19-53 hvalir upp á bátin. Eftir seinna heimsbardaga varð stórhvalaveiðan uppafturtikin frá støðunum í Lopra og við Áir, og fram til 1949 vaks hvalabátaflotin til 7 bátar. Veiðan var góð, og í 1950 megnaðu seks bátar at veiða til samans 432 hvalir. Hereftir minkaði veiðan, og frá 1954 var bara støðin við Áir opin. Í 1958 veiddu 4 bátar til samans bara 57 hvalir. Tað varð tí mett, at veiðan ikki loysti seg, og hon varð steðgað fyribils. Longu í 1962 varð veiðan tó uppafturtikin við einum báti frá støðini við Áir, men av tí at veiðan framvegis var lítil, varð raksturin aftur steðgaður í 1968. Seinasta skeiðið við stórhvalaveiðu í Føroyum var frá 1977 til 1984, og aftur fór raksturin fram á støðini við Áir, sum Føroya Landsstýri nú átti. Í hesum árunum var tað ein bátur, sum veiddi, og fongurin var 32 nebbafiskar.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum