Sandoy

Kort av sýslum og kommunum.
KF.FO OG PEDER DAM, 2022.

Tær tríggjar oyggjarnar Sandoy á 111,24 km², Skúgvoy á 9,89 km² og Stóra Dímun á 2,61 km² fevna um markatalsbygdirnar Sand, Skálavík, Húsavík, Skarvanes, Dal, Skúgvoy og Stóru Dímun. Eisini er at nevna niðursetubygdina Skopun, ið varð bygd í 1833 á markatalsjørð, sum hoyrdi til Sand. Sandoyar sýsla og Sandoyar prestagjald fevna um hesar bygdirnar.

Tær tríggjar oyggjarnar eru fimm sjálvstøðugar kommunur: Skopunar kommuna, Skálavíkar kommuna, Sands kommuna, Húsavíkar kommuna, sum fevnir um Skarvanes og Dal, og Skúgvoyar kommuna, sum Stóra Dímun hoyrir til. Millum Trøllhøvda, sum hoyrir til Kirkjubø, og Sandoynna er Høvdasund. Úr Sandoynni út í Høvdasund er eitt serligt jarðfrøðifyribrigdi, ein 80 m langur gróttangi niðri í fjøruni við tí sigandi navninum Hvalsryggur.

Sandoy er lægst og grønast av teimum stóru oyggjunum. Hægsta fjallið er Tindur, 479 m høgt. Triðstørsta vatn í Føroyum er Sandsvatn. Sandoy hevur frá fornari tíð verið eitt hitt besta landbúnaðarøkið, har hava verið stórir garðar. Í oynni er eingin natúrlig havn, men á Sandi og í Skopun eru gjørd havnarløg til bátar og smærri skip. Tað hevur gjørt sítt til, at fiskiídnaður við flakavirkjum hevur verið í teimum báðum bygdunum.

Í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni kring ár 2008 hevur Sandoyggin roynt seg við menningarætlan fyri landbúnað við matframleiðslu, serliga grønmeti, í huga.

Ferjusamband er millum Skopun og Gomlurætt, men undirsjóvartunnil er í gerð. Tunnilin millum Gomlurætt á Streymoynni og Inni á Tungu á Sandi varð skotin ígjøgnum í 2022.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.