Á Eiði, nevnd í Hundabrævinum, búgva 688 fólk, og har eru 48 merkur, hon er størsta markatalsbygd í Eysturoynni; 4 merkur eru festijørð og 44 óðalsførð. Festijørðin er eitt festi. Seyðatalið er 1.520 áseyðir.
Eiði liggur á eiðinum undir Eiðiskolli ella bara Kollinum, og atgongd er til sjógvin báðumegin. Húsini standa upp eftir suðursíðuni á Kollinum.
Í útnyrðing av Eiði, uttan fyri Kollin, standa tveir drangar, Risin og Kellingin, sum eru ávikavist 71 m og 69 m høgir.
Eiðiskollur, sum er 352 m høgur, hevur verið summarfriðaður síðani 1823. Hetta er ein av orsøkunum til, at har er serligt plantulív við plantum sum fjallabrúður, gullmuru, hvítgulum hjúnagrasi; heiðabláber vaksa í stórum tali, og íslendskt loppugras er nógv vanligari her á Eiðskolli enn annars í Føroyum.
Fornfrøðiligir fundir við Durhus á Eiði, sum er mitt í bygdini, benda á, at her hevur verið búseting í landnámstíð. Her var ein garður, Eiðisgarður, sum bleiv býttur í helvt í 1000-talinum, eftir at summarbeitið í Ærgisbrekku var niðurlagt.
Av Eiði er stutt út á góð fiskimið norðanfyri, og har hava altíð verið góðir møguleika at veiða. Fólkatalið á Eiði vaks tí nógv í 1800-talinum, og í 1880 búðu 500 fólk á Eiði, og bygdin var landsins næststørsta. Tá ið útróðurin har norðri minkaði í 1900-talinum minkaði fólkatalið, men tað er vaksið aftur síðani.
Enn koma bátar úr øðrum bygdum til várróður, og bygdin fekk rættiliga tíðliga atløgubrúgv og mola, sum seinni eru útbygd fleiri ferðir, so at har í dag er góð havn. Smærri havnir eru eisini í hinum smáu bygdunum í kommununi. Bygdin fekk tíðliga flakavirki og fleiri skip. Tað eru fleiri virki í kommununi.
Elfelagið SEV hevur síðani 1986 økt sína ravmagnsframleiðslu við vatnorkuverki á Eiði við at byrgja Eiðisvatn og bora vatntunlar haðani. Ætlanin er eisini at byggja vindmyllur.
Kirkjan og kirkjugarðurin hava frá gamlari tíð verið mitt í bygdini. Í 1881 varð ein nýggj kirkja bygd, teknað í romanskum stíli, arkitekturin Hans Christian Amberg teknaði, og hon varð staðsett ovast í bygdini, so hon sást víða.
Eiði hevur havt skúlalærara frá 1834, og fyrsti skúlin bleiv bygdur í 1874. Í 1965 bleiv núverandi skúli bygdur, hann bleiv gjørdur størri í 2001, tá kom ítróttarhøll, og í 2020 fingu tey ein 8,5 m høgan klintrivegg. Tann gamla fimleikarhøllin varð í 2016 umbygd til musikkskúla og mentanarhús, Kolshøll.
Í 1999 varð eldrasambýli bygt, og í 2008 læt barnagarður upp. Í 2018 kom nýggjur ítróttarvøllur, og nýtt bygdarhús bleiv bygt.
Bóndin Poul Joensen, Pól á Látrinum, gjørdi tað serstaka grótlaðaða húsið Látralonin í 1841-42. Hann var við amtmanninum Pløyen í Hetlandi ta nógv umrøddu kanningarferðina í 1839. Tað friðaða húsið er í dag bygdarsavnið á Eiði.
Síðani 2014 hevur kommunan á hvørjum ári skipað fyri Heystfagnaði, sum fagnar heystinum og føroyskum bygdarlívi.
Hotel Eiði læt upp í 1983, men læt aftur í 2011, og hotellið er nú viðgerðarstovnur fyri ung við rús- og akolholtrupulleikum.
Eiði kamping læt upp í 2015 á tí gamla fótbóltsvøllinum úti á Mølini.
Í 1975 varð settur minnisvarði til minnist um sjólátnar, Fridtjof Joensen hevur gjørt listarverkið, sum myndar eina mammu við soni.
Listarmaðurin Niels Andreas Kruse, sum búði á Eiði, var undangongumaður í føroyskari list. Abbadóttir hansara Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr og hevur arbeiðshøli á Eiði, er eitt av teimum kendu listarfólkunum í landinum.
Kommunulæknar á Eiði
Í 1912 kom fyrsta læknaviðtala á Eiði. Í 2017 flutti læknaviðtalan nærri miðjuni í læknadøminum til grannabygdina Norðskála.
Tríggir kommunulæknar á Eiði hava gjørt vart við seg við øðrum enn sínum læknayrki.
Rasmus K. Rasmussen, kommunulækni 1920-52, gjørdi týdningarmiklar eygleiðingar viðvíkjandi havhestasjúku, sum smittaði fólk umvegis havhest. Hetta gjørdi, saman við øðrum læknaligum greinum hjá honum m.a. einum verki um gomul føroysk heimaráð Gomul føroysk heimaráð (1959), at hann gjørdist heiðursdoktari við Lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Petur Reinert, kommunulækni í tíðini 1960-75 og 1978-86, gjørdi vart við seg sum íverkiseti í fiskaídnaðinum. Hann var stjóri á flakavirkinum Norðís og reiðari frá 1986, landsstýrismaður í fiskivinnu- og kommunumálum 1975- 79 og løgtingsmaður árini 1980-84 sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin (nú Tjóðveldi).
Magnus á Stongum kommunulækni 1986-2008 er kendur sangskrivari og sangari, og hann spælir gittara og syngur í bólkinum Tinganesti. Hann hevði eisini stóran týdning fyri fótbóltsfelagið EB/Streym.
Radarstøð og loranstøð
Á Eiðiskolli bygdu bretar eina radarstøð undir seinna heimsbardaga. Radarútgerðin var millum tær fyrstu slíkar skipanir, sum vóru mentar av bretskum hervaldi, og varð tískil hildin loynilig.
Byggingin gav umleið 100 monnum arbeiði, og frá tíðarskeiðinum 1941-43 vóru 30-40 Royal Air Force hermenn knýttir at støðini, til hon varð niðurløgd. Leivdirnar síggjast enn.
Í Suðuroy við Eggjarnar (200 m) bygdu amerikanskir hernaðarligir verkfrøðingar eina Loran-støð (Long Range Aid to Navigation), sum varð tikin í nýtslu í oktober í 1943, og manningin har var bretar frá Royal Air Force. Navigatiónsskipanin varð brúkt av skipum, kavbátum og flúgvarum. Danmark yvirtók raksturin av støðini í 1946 og hevði hana, til hon varð stongd í desember 1977. Bygningarnir síggjast enn.
Norðanfyri Eiði – í haganum Norðan vál – varð í 1959-60 bygd ein Loran-C støð við danskari manning, í fyrstani til hernaðarliga nýtslu, t.d. tað amerikansku Polaris-ætlanina við atomvápnaðum kavbátum í Norðurhøvum. Navigatión eftir satelitti gjørdi seinni, at brúk var ikki fyri Loran-C støðini, og støðin við teirri eiðkendu 190,5 m høgu mastrini varð niðurløgd í 2019. Tey sjey svørtu og hvítu húsini niðri á Vatni, sum vóru bygd til starvfólkið, tann sokallaði Kardamummubýurin, eru nú privat sethús.
Á Sornfelli norðan fyri Tórshavn bleiv bygd ein radarstøð í 1959-62, manningin var meiri enn 200 persónar, sum skuldu ávara um flúgvara- og rakettálop frá Sovjetsamveldinum. Hon læt aftur í 2007, og landsstýrið yvirtók bygningar og útgerð. Landsstýrið játtaði í 2022, eftir danskari umbøn, at ein nýggjur radari verður settur upp á sama stað til at ávara um møgulig flúgvara- og missilálop.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes kommuna og Nes bygd (Eysturoy)
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum