Eysturoy syðra helvt
Eysturoy er 286,9 km2 í vídd og næststørsta oyggj í Føroyum. Brúgv er millum Eysturoy og Streymoy í Sundalagnum við Norðskála. Haðani er samband gjøgnum Norðskálatunnilin til vestara part av oynni og longur norðureftir. Undirsjóvartunnilin, Norðoyatunnilin, úr Leirvík til Klaksvíkar er sambandið millum Eysturoynna og Borðoynna, og seinast í 2020 varð undirsjóvartunnilin, Eysturoyartunnilin millum Havnina og Eysturoynna, tikin í nýtslu. Í tunlinum er ein rundkoyring við vegi bæði til Saltnes, inn á Strendur og til Havnar. Eysturoyggin er sostatt vorðin sera miðstillað. Í rundkoyringini, sum sigst vera fyrsta rundkoyring í einum undirsjóvartunli í heiminum, er eitt listarverk eftir Trónd Patursson.
Í syðra parti av oynni liggur Skálafjørðurin, og eystanfyri eru Fuglafjørður, Gøtuvík og Leirvík, har tey hava bygt rættiliga stór havnarløg. Í Lamba, Rituvík og Æðuvík eru ikki somu møguleikar. Tey stóru virkini eru tí savnað við Skálafjørðin, í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu, og tað sæst aftur í fólkatalinum í oynni.
Hesar bygdir eru vaksnar, meðan aðrar standa í stað ella eru bústaðarbýir.
Við Skálafjørðin, sum er longsti fjørður í Føroyum, eru hægstu støð Kambur og Reyðafelstindur, sum eru ávikavist 611 m og 764 m. Skálafjørður varð fyrr eisini kallaður Kongshavn, og síðani 1914 hevur verið samstarv um Kongshavnar havn við støði í einum býtislykli viðvíkjandi rættindum, ábyrgd og inntøkum í hvørjari kommunu.
Við Skálafjørðin liggja markatalsbygdirnar Strendur, Skáli, Søldarfjørður, Glyvrar, Toftir og Nes. Harafturat eru niðursetubygdirnar Saltnes, sum er samanvoksin við Toftir og Runavík og Saltangará, sum eru samanvaksnar við Glyvrar, Lambareiði, undir Gøtueiði og Skipanes. Á vestara armi er eisini niðursetubygdin Innan Glyvur.
Á markinum millum Glyvrar og Toftir er Toftavatn. Fjórðstørsta vatn í Føroyum. Lyngheiðarnar rundan um Toftavatn hava ríkt fuglalív. Í hesum øki hava Runavíkar og Nes kommuna gjørt eina gøtu, kallað Sóljuleiðir, rundan um stóran part av Toftavatni. Ein gomul søgn um nykin er knýtt at vatninum: nykur skapar seg um til eitt ross og lokkar fólk at nerta við seg, tey verða føst, og hann dregur tey í vatnið, so tey drukna. Men um tey siga »nykur« ella rista kross á hann, missir hann vald sítt
Á vestursíðuni liggur markatalsbygdin Selatrað og tvær smáar niðursetubygdir, Kolbeinagjógv og Morskranes.
Á eystursíðuni breiðir Gøta seg út við Gøtuvík, har eru markatalsbygdirnar Syðrugøta, Gøtugjógv og Norðragøta, men saman við niðursetubygdini undir Gøtueiði toyggir »bygdin« seg eisini inn ímóti Skálafjørðinum. Eisini markatalsbygdirnar Leirvík og Fuglafjørður eru á eystursíðuni á oynni.
Kommunurnar í syðra parti av Eysturoynni eru: Nes kommuna, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna og Sjóvar kommuna. Tað eru fýra prestagjøld í syðra parti av Eysturoynni.
Eysturoy norðara helvt
Norðast í Eysturoy eru tey bæði hægstu fjøllini í Føroyum, Slættaratindur, 880 m og Gráfelli, 856 m. Eiðisvatn er eisini har. Fjallaryggurin millum Funningsfjørð eystanfyri og Sundini vestanfyri er eyðkendur við djúpum dølum, eisini kallaðir botnar. Har tveir slíkir møtast er skarð ella smalur fjallakambur.
Í 1973 vórðu Streymoy og Eysturoy samanbundnar við Norðskála við einari brúgv um sundið. Tá var vegasamband frá Norðskála til Eiðis, Gjáar og Funnings, hesir vegir vóru gjørdir frá síðst í 1950-árunum til fyrst í 1960-árunum. Vegasamband var ikki millum vestursíðuna á Eysturoy og ta eystaru, tað kom ikki fyrr enn Norðskálatunnilin kom í 1976, og vegurin millum Funningsbotn og Funning í 1987. Áðrenn vegirnir komu, var sambandið við bygdirnar sjóvegis. Tað bøtta samskiftiskervið hevur havt stóran týdning fyri menningina í økinum.
Fyrr vóru fleiri smáar kommunur í norðara parti av Eysturoynni. Gjógv hevði verið sjálvstøðug kommuna síðani 1948 og legði saman við Sunda kommunu í 2005. Tær fyrrverandi sjálvstøðugu kommunurnar Funnings, Elduvíkar og Oyndarfjarðar kommuna løgdu saman við Runavíkar kommunu í tíðarskeiðinum 2005-2009. Eiðis kommuna hevur verið sjálvstøðug kommuna síðani 1884 og er tað enn.
Síðani 1944 hevur kommunan fevnt um niðursetubygdirnar Ljósá og Svínáir. Í dag er norðari partur av Eysturoynni býttur sundur í trý prestagjøld.
Í 2022 eru hesar kommunur í norðara parti av Eysturoynni: Eiðis kommuna, Runavíkar kommuna og Sunda kommuna. Fleiri bygdir í Norðstreymoy hoyra til Sunda kommunu.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum