Nes

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Nes er 11 merkur og 12 gyllin, av teimum eru 5 merkur og 8 gyllin festijørð, sum ein festari situr við, og 6 merkur og 4 gyllin eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 282.

Bygdin er norðarumegin á fjarðarmunnanum, og í eldri tíð hevði tað stóran týdning, at stutt var á fiskileið.

Ruth Smith og maður hennara Poul Morell Nielsen arkitektur bygdu sær hús á Nesi, sum var innrættað til hennara at mála í. Útsýnið móti sjónum gav henni íblástur til nógvar av myndunum, hon málaði í 1950-árunum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.