Á Skála, nevnd í Hundabrævinum, búgva 739 fólk, og hon er 40 merkur býttar sundur í 27 merkur og 15 gyllin óðalsjørð og 12 merkur og 1 gyllin festijørð. Festijørðin er býtt sundur í trý festi. Seyðatalið er 1.022 seyðir. Hagin røkkur frá Innan Glyvur til botnin á Skálafjørðinum, har hevur hann mark ímóti Funningi, Elduvík og Syðrugøtu.
Tey hægstu fjøllini á Skála eru Halgafelstindur, 758 m og Reyðafelstindur, 764 m. Tann eyðkendi tindurin á Reyðafelstindi er ein grein av Eysturoyarsillini.
Eitt tað týdningarmesta arbeiðsplássið á Skála er skipasmiðjan. Søga hennara gongur aftur til 1901, tá ið tveir reiðarar úr Havn, Jens í Dali og Søren Müller, keyptu eina gamla beding í Onglandi, sum bleiv tikin í brúk í 1904 við navninum Kongshavnar Skipasmiðja. Skipasmiðjan bleiv í 1941 yvirtikin av P/F J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum í nógv ár hevði fleiri virki í fiskivinnu og fiskiídnað í bygdini. Í 1997 keypti Tórshavnar Skipasmiðja skipasmiðjuna, og hon er í dag partur av MEST, sum hevur skipasmiðju bæði í Havn og í Vestmanna.
Eitt annað stórt virki er EL-Service P/F, sum varð stovnað í 1988 í tí gamla turkihúsinum hjá Kjølbro. Virkið hevur umleið 30 arbeiðsfólk og arbeiðir fyrst og fremst við ravmagni umborð á skipum og í tunlum.
Bygdin hevur bæði matvøruhandil og bakarí, Bakaríið á Skála, sum eisini selur vørur til aðrar bygdir.
Til 1940 gingu fólk á Skála í kirkju við Sjógv á Strondum. Síðani fekk bygdin kirkju, sum H.C.W. Tórgarð teknaði, hon varð stoypt og hevði eternitttak, hon er seinni vorðin endurnýggjað.
Meinigheitshús bleiv bygt í 1960, og í 2006 varð tað nýggja meinigheitshúsið tikið í nýtslu. Brøðrasamkoman hevur salin Neria frá 1979.
Í 1965 varð skúli bygdur, teknaður av Lamhauge & Waagstein, og ein nýggjur bygningur varð tikin í nýtslu í 1990. Skála skúli hevur undirvísing frá 1. til 7. flokk, og síðani halda næmingarnir fram í felagsskúlanum við Løkin í Runavík.
Barnahúsið Sellin er dagstovnur fyri børn í aldrinum 0-6 ár. Eldrasambýlið á Skála er umlættingarheim fyri dement og ein partur av Roðanum, tí kommunala samstarvinum um eldrarøkt við Skálafjørðin.
Eitt fótbóltsfelag varð stovnað í 1965, og bygdin hevur eisini róðrarfelag. Fótbóltsvøllur er, og ítróttarhøll við samkomuhøll. Í 2013 varð Fornminnisfelag fyri Skála og Skálafjørð stovnað, og tað rekur eitt bygdarsavn.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes bygd og Nes kommuna
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum