Selatrað

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Á Selatrað, umtalað í Hundabrævinum, búgva 45 fólk, og bygdin er 30 merkur, av teimum eru 22 merkur festijørð, og festini eru tvey, og 8 merkur óðalsjørð. Selatrað verður hildin vera landnámsbygd, og har var eisini tingstaður. Áseyðatalið er 713.

Kirkjan á Selatrað er frá 1927, hon er úr betong við skifertaki, og tað er verkfrøðingurin Steingrim Winther, sum hevur teknað. Skúlin verður í dag brúktur til bygdarhús, og har er ymiskt virksemi, m.a. kristilig møtir.

Ein rættiliga stór viðarlund var løgd har í 1923 av Det danske hedeselskab. Her er m.a. skótadepilin hjá KFUMskótunum, sum hevur verið karmur um stórar altjóða skótalegur. Ein bátabryggja bleiv gjørd í 1965, og hon er seinni útbygd til eina lítla bátahavn.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Rúni Rasmussen

    (f. 1979) Stjórnmálafrøðingur. Kommunustjóri, Klaksvíkar kommuna.