Gjógv

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Stórá, sum býtir bygdina Gjógv í helvt, er væl dámt spælipláss hjá børnum. Teimum dámar væl at sigla á flaka og í gummibátum í ánni mitt í bygdini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Gjógv er 15 merkur av óðalsjørð, hon er norðasta bygd í Eysturoynni. Seyðatalið 1.155 áseyðir.

Bygdin liggur við eina gjógv, sum er 200 m long, og sum verður brúkt sum havn til smærri bátar, og hon verður fyrstu ferð nevnd í 1584. Tað sigst, at Gjógv er ein niðursetubygd úr Funningi frá gamlari tíð, sum í eldri skjølum eisini verður kallað Funningsgjógv. Tann elsta búsetingin hevur verið eysturi við Garðar, har ið kirkjan og kirkjugarðurin eru í dag.

Daláin ella Stórá býtir bygdina í helvt. Í ein útnyrðing frá Gjógv er Ambadalur og út fyri norðanfyri er drangurin Búgvin, sum er 188 m høgur, her eigur nógvur svartfuglur.

Ein útróðrarmaður reinsar fiskin í gjónni. Bygdin Gjógv eitur eftir tí djúpu gjónni. Náttúruhavnin er væl dámt ferðamannamál. Hon hevur trúliga verið brúkt longu í víkingaøld. Undir seinna heimsbardaga vórðu nýggjar trappur og nýtt spælhús gjørd.
RIISBERG/RITZAU SCANPIX

Í ein landsynning frá Gjógv er fjallið Tyril, 535 m og í ein sunnan sæst Middagsfjall, 601 m. Bøurin við Gjógv er óvanliga stórur, samanborin við bøin í øðrum bygdum.

Frá Gjógv er stutt út á fiskileið í Djúpunum, og bygdin liggur út ímóti Norðhavinum, har toskur gýtir um várið. Av tí at øll jørð hevur verið privat ogn, og tí at Gjógv var so gott útróðrarpláss, vaks fólkatalið nógv í 1800-talinum, serstakliga eftir at fríhandilin kom í 1856. Umframt útróðurin vóru nógvir gjáarmenn við fiskiskipum ymsastaðni úr Føroyum. Gjógv fekk vegasamband til Eiðis í 1959 og til Funnings í 1964.

Fólkatalið var størst í 1945, tá ið 286 fólk búðu við Gjógv, men stór minking hevur verið seinastu árini, og nógv av húsunum standa tóm meginpartin av árinum og verða mest brúkt sum summarhús. Tað nýggja summarhúsøkið Fornagarður hevur 19 summarhús, og í 2014 kom kampingplássið Flatnagarður. Í dag búgva 24 fólk fast við Gjógv.

Gjógv fekk kirkju í 1929, teknað av Vilhelm Nielsen sóknarpresti og sett á slíkan hátt, at hon sæst best av sjónum. Tá ið hon varð vígd, var gudstænastan á føroyskum, og tað var fyrstu ferð í Føroya kirkjusøgu. Yvir av kirkjuni varð settur ein minnisvarði yvir sjólátin í 1971, ein standmynd eftir Fridtjof Joensen, sum lýsir eina mammu við tveimum børnum, gentu og drongi, sum bíðar eftir manninum, sum er til skips. Fyrsti skúli í bygdini varð bygdur í 1883, men er ikki longur í brúki. Sera nógv børn úr hesum skúla fingu seinni hægri útbúgving.

Bygdarhúsið er frá 1956 og varð endurnýggjað seinast í 1980-árunum. Tað er enn karmur um ymiskt virksemi.

Tey týdningarmestu arbeiðsplássini i bygdini eru ein betongelementfabrikk, sum læt upp í 1982, og ein smoltstøð frá 1985. Smoltstøðin stongdi vegna kreppu í vinnuni í 2004, men er seinni latin uppaftur í Bakkafrost-samtakinum.

Ferðavinnan hevur vaksandi týdning, og hotellið Gjáargarður læt upp í 1984. Í miðal vitja 35.000 ferðafólk Gjógv um árið.

Hendingar í teirri norsku sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret? (2011) fara fyri ein stóran part fram við Gjógv.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Sigfríður S. Sólsker

    (f. 1980) BA í søgu og mentan við hjágrein í føroyskum. Leiðandi ritstjóri á Námi.