Árini frá 1970 til 2007 sermerkja eitt nýtt skeið í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Heimastýrislógin hevði ikki fingið ró um tey heldur hvirlukendu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, men hon hevði givið Føroyum møguleika innan fyri rúmlig mørk at røkja føroysk áhugamál.
Heimastýrisskeiðið var byrjað við fleiri yvirtøkum, men síðan var lítið hent, eisini tá ið sjálvstýrisflokkarnir høvdu stjórnarvaldið. Í skeiðinum frá 1970 til 2007 varð tó farið undir nakrar nýggjar yvirtøkur, men tað endaði sum tað higartil hvirlukendasta skeiðið.
Støða í ríkinum og fyrisiting
Í 1970 varð kommunuábótin framd í Danmark, og hon fekk eisini týdning fyri Føroyar. Í sambandi við ábótina vórðu m.a. sjúkrahúsverkið, almannamál og skúlaverkið løgd út til donsku amtskommunurnar, og ríkisstuðulin til kommunurnar varð síðan umlagdur til ein árliga avtalaðan blokkstuðul.
Føroyska heimastýrið hevði tey fyrstu árini, tað var til, yvirtikið fleiri málsøki av lista A og nøkur av lista B. Men tað snúði seg vanliga um málsøki, ið vóru løtt at sita fyri og búskaparliga sæð løtt at yvirtaka. Tað hevði eisini verið soleiðis í árunum 1963-67, tá ið sjálvstýrislandsstýrið hevði valdið.
Størri broytingar á hesum økinum hendu ikki fyrr enn eftir 1975, tá ið sonevnda »yvirtøkusamgongan« undir javnaðarleiðslu varð skipað saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Samgongan yvirtók longu í 1976 postverkið, ið stóð á lista A, tí hildið varð m.a., at sølan av føroyskum frímerkjum fór at geva yvirtøkuni rímiligan rakstur. Á lista A stóðu tó eisini sjúkrahúsverkið, almannamál og skúlaverkið. Avbjóðingin var, at hesi serstakliga týdningarmiklu vælferðarmálsøkini vóru ikki bara fyrisitingarliga tung, tey vóru eisini serstakliga avbjóðandi at yvirtaka sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni.
Tað bar tí ikki landsstýrinum til at yvirtaka ábyrgdina av hesum málsøkjum við heimild í § 2 í heimastýrislógini. Men eftir kommunuábótina í 1970 høvdu donsku myndugleikarnir ógviliga stóran áhuga í at finna eina líknandi skipan fyri Føroyar sum fyri donsku amtskommunurnar. Tí kom § 9 í heimastýrislógini í brennidepilin, sum gjørdi tað møguligt, at heimastýrið og stjórnin í semju kundu avtala, í hvørjum vavi eitt málsøki varð yvirtikið. Í hesum førum var avtalan, at heimastýrið yvirtók kunngerðarmyndugleikan fyri málsøkið, men ríkiskassin framvegis skuldi bera allar útreiðslur, sum hann hevði haft á økinum. Longu í 1975 yvirtók heimastýrið partar av almannaverkinum, harímillum pensjónsøkið, við heimild í § 9. Í 1976 vóru partar av heilsuverkinum avhendaðir á sama hátt, og í 1979 var skúlamálsøkið avhendað við heimild í § 9. Seinni vórðu eisini aðrir partar av hesum vælferðarøkjum á sama hátt yvirtiknir av heimastýrinum. Hóast landsstýrið við hesum yvirtøkum ikki tók við teirri fullu búskaparligu ábyrgdini av øllum økjunum, gjørdist neyðugt at byggja upp eina sterka fyrisiting til teirra.
Í 1992 samdust stjórn og landsstýri um, at heimastýrið skuldi yvirtaka málsøkið ráevni í undirgrundini av lista B við heimild í § 2, og síðan hevur løgtingið havt fulla ábyrgd av økinum.
Fíggingin av økjunum á lista A og B, sum ikki vóru yvirtikin enn, hevði vanliga verið soleiðis, at landsstýrið rindaði helmingin, og ríkiskassin rindaði gjøgnum eina endurgjaldsskipan hin helmingin av útreiðslunum. Í sambandi við yvirtøkurnar av hesum økjum, sum ríkið framvegis skuldi fíggja, vildi stjórnin á sama hátt sum í Danmark, at ríkisstuðulin varð lagdur um til blokkstuðul, og avtalað varð frammanundan, hvussu stórur stuðulin skuldi vera í árinum ella komandi árum. Hendan skipanin varð sett í verk í Føroyum í 1988. Síðan endurrindaði ríkið ikki longur goldnar útreiðslur til hesi økini; í staðin fyri flutti stjórnin avtalaðu upphæddina til heimastýrið, sum soleiðis sjálvt kundi húsast við upphæddini á føroysku fíggjarlógini.
Bygnaðurin av teirri fyrisitingarligu skipanini í føroyska samfelagnum var í 1948 gjørdur við einum samfelagi í huga, har meginparturin var fyrisitin av danskari skipan, Men stóru yvirtøkurnar í 1970-árunum gjørdu tað trupult at varðveita eina eindarfyrisiting og ikki hava greitt ábyrgdarbýti millum málsøkini.
Í 1995 stovnsetti løgtingið tí nýggja stýrisskipan, sum á politiskum stigi setti í verk greitt ábyrgdarbýti millum landsstýrislimirnar og ráðharraábyrgd fyri hvønn einstakan landsstýrislim. Negativt tingræði, sum ikki hevði verið partur av politisku skipanini, varð samstundis sett í verk. Sostatt kundi løgtingið við meiriluta av øllum limunum seta landsstýrislim og løgmann frá ella senda alt landsstýrið til hús. Nú varð eisini sett á, at ikki bar til longur at sita bæði á tingi og í landsstýri. Løgtingsins eftirlit við landsstýrinum varð við hesum styrkt, samstundis sum løgmaður – ikki løgtingið sum fyrr – fekk setningin at seta landsstýrislimirnar, sum hann nú eisini kundi seta frá. Eina viku eftir eina misálitsváttan varðveitti løgmaður myndugleika at skriva út nýval til løgtingið.
Samstundis vórðu undir øllum landsstýrislimunum, sum frá 1948 til 1970-árini eru øktir úr trimum upp í níggju, stovnsettar sjálvstøðugar ráðharradeildir við ábyrgd hvør av sínum málsøkjum og stovnum. Í 2002 vórðu skúlamál og almannamál aftur yvirtikin, men hesa ferð við heimild í § 2, og málsøkini komu tískil bæði viðvíkjandi lóggávu og fígging undir ábyrgd heimastýrisins. Heimastýrið hevur framvegis ikki yvirtikið sjúkrahúsøkið umaftur eftir § 2. Men munurin millum tær lutvísu § 9 og heilar § 2 yvirtøkur er við umleggingini av ríkisstuðlinum til blokkstuðul vorðin minni týðandi fyri veruliga ábyrgd og rásarúm heimastýrisins víðvíkjandi § 9 yvirtiknum málsøkjum, tí løgtingið við umleggingini á annan hátt hevur fingið ta fullu búskaparligu ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum.
Heimastýrislógin er framvegis í gildi, men ein endurskoðan í 2005 hevði við sær, at øki á lista B, sum krevja semju millum partarnar fyri at verða yvirtikin, varð tikin av. Og í staðin fyri ein lista yvir tey málsøkini, sum kunnu verða yvirtikin, varð gjørdur listi yvir tey málsøki, ið ikki vóru umfatað: stjórnarskipanin fyri ríkið, ríkisborgaraskapur, hægstirættur, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur og harumframt gjaldoyra- og fíggjarpolitikkur, sum eru donsk ábyrgdarøki. Hesi málsøkini undantikin er tað heimastýrið, ið ger av, um eitt málsøki skal verða yvirtikið, og sum tingast við donsku stjórnina, nær yvirtøkan skal fara fram.
Kommunurnar
Talið á kommunum lá um 51 frá 1970 til 2004, tá ið talið minkaði munandi til 30 í 2008 og aftur til tær núverandi 29. Ætlanin var at koma til einar áttu-níggju javnstórar kommunur, ið kundu átaka sær størri uppgávur frá landsstýrinum, men kommunusamanleggingarnar vóru sjálvbodnar, og har var eingin yvirskipað ætlan. Úrslitið er, at kommunurnar eru fækkaðar, men ógviliga stórur støddarmunur er millum Havnina, sum fevnir um ein fjórðing av fólkinum, og hinar sera smáu bygdirnar. Tessvegna mátti landsstýrið noyða ígjøgnum tvørkommunal samstørv í sambandi við, at tungar uppgávur, t.d. eldraøkið, eru lagdar út til kommunurnar. Beint tvørtur ímóti ætlan er tí sett á stovn nýggjur fyrisitingarliður millum landsstýrið og nakrar av kommununum. Samstundis er demokratiska eftirlitið við hesum tvørkommunalu eindunum nógv minni enn í løgtinginum og teimum veruliga demokratiskt valdu kommunustýrunum.
Fólkakirkjan
Fólkakirkjan sum hevði ligið undir Keypmannahavnar stifti síðan 1923, varð eftir politiskar samráðingar millum heimastýrið og donsku stjórnina yvirtikin av lista B í heimastýrislógini á ólavsøku 2007.
Vinna og fólk
Fiskavørur hildu á við 95 % at vera alráðandi útflutningsvøran, men fiskivinnan var fyri stórum broytingum, meðan kreppa var í 1990-árunum, tá ið stuðulsskipanir til vinnuna vórðu tiknar av. Tann lønandi rækjufiskiskapurin undir Grønlandi fekk stóran týdning, sum 1970-árini liðu, men tey seinnu árini hevur hann verið minkandi. Uppsjóvarfiskiskapurin fekk stóran týdning fyri búskapin síðst í skeiðinum, men talið á flakavirkjum minkaði harafturímóti heilt nógv við kreppuni í 1990-árunum í huga.
Ein nýggj vinna, alivinnan, sá dagsins ljós í byrjanini av hesum tíðarskeiðinum. Í 1993 hótti sjúka og dýr lán vinnuna, sum tó lívbjargaði sær og fekk stóran týdning fyri føroyska búskapin fram ímóti ár 2000, tá ið hon enn eina ferð varð alvárliga hótt, hesaferð av ILA-sjúkuni í aliringunum. Tað eydnaðist kortini at basa ILA, og nú er laksaaling ein stórur partur av føroyska útflutninginum.
Fólkatalið vaks frá umleið 38.000 í 1970 til umleið 48.600 í 2010, men talan var ikki um javnan vøkstur. Longu fyrst í 1990-árunum var fólkatalið tað sama sum í 2010, men kreppan í 1990-árunum voldi, at umleið 13 % av fólkinum fór úr Føroyum, og tað var ikki fyrr enn móti endanum á skeiðinum, at fólkatalið var vorðið tað sama sum fyrst í 1990-árunum. Stóri fólkavøksturin og fólkasavningin fór fram í Tórshavnar kommunu, har umleið 40 % av fólkinum búðu í 2010, og Runavíkar kommuna á eystara armi á Skálafjørðinum átti 7,8 % av fólkinum í 2010. Klaksvík helt so nøkulunda tørn við umleið 10 % av fólkinum, og Suðuroy og Sandoy og tær fámentu og óhøgligu oyggjarnar høvdu afturgongd í fólkatalinum.
Undirstøðukervi og samferðsla
Í tíðarskeiðinum 1970 til 2007 byrjaði ein verulig kollvelting av materiella sambandinum oyggjanna millum. Fyrsta brúgvin millum oyggjar í Føroyum varð tikin í nýtslu í 1973, tá ið brúgvin millum Streymoy og Eysturoy læt upp. Við hesum brúarsambandi vórðu tvær tær størstu oyggjarnar knýttar saman, og trý ár seinni – í 1976 – læt tunnilin frá Norðskála við sambandi til Skálafjørðin og norðureftir til Fuglafjarðar og Leirvíkar upp, har ferjusamband var til Klaksvíkar. Tað bar nú til at koyra úr Havn eftir Oyggjarvegnum og um ta nýggju brúnna víðari til Skálafjørðin ella Leirvíkar og víðari við ferju til Klaksvíkar og oyggjar norðanfyri. Í 1992 var Kollfjarðartunnilin, sum næstan gjørdi koyring eftir Oyggjarvegnum óneyðuga, liðugur og stytti nógv um leiðina inn í Eysturoynna.
Í Norðoyggjum varð eisini bygt. Frá 1979 til 1985 vórðu fýra tunlar latnir upp í Kalsoynni millum tær fýra bygdirnar í oynni, og av Syðradali var ferjusamband til Klaksvíkar. Í grannaoynni, Kunoy, knýtti nýggjur tunnil í 1988 báðar bygdirnar í oynni saman, og úr Haraldssundi hevur síðan 1986 verið beinleiðis koyrandi eftir byrging til Klaksvíkar og bygdir norðanfyri. Í 1974 bant ein byrging um Hvannasund oyggjarnar Borðoy og Viðoy saman, og haðani var vegasamband – í 2016 avloyst av tunli – norður til Viðareiðis. Í 1974 varð fingið í lag nútímans bilferjusamband millum Klaksvík og Leirvík, sum var høvuðssambandið til meginøkið til í 2007, tá ið tunnil undir Leirvíksfirði knýtti Klaksvík og helvtina av Norðoyggjum við føstum vegasambandi saman við Eysturoy, Streymoy og Vágum.
Frammanundan, í 2002, var fyrsti undirsjóvartunnilin í Føroyum tikin í brúk millum Streymoy og Vágar, har flogvøllurin, sum bretar upprunaliga høvdu bygt undir seinna heimsbardaga, síðan 1960-árini hevði verið høvuðssambandið millum Føroyar og umheimin við fleiri dagligum flogferðum til Danmarkar og aðrastaðni. Serliga úr Havn er eisini næstan dagliga samband við skipi til Danmarkar og Íslands við farmaskipum og bilferju.
Ein undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy er í gerð (væntandi liðugur í 2023). Suðuroy, har tunnil millum Ørðavík og Hov varð latin upp í 2007, er einasta størri oyggj, sum ikki hevur fast vegasamband til hinar oyggjarnar. Ein undirsjóvartunnil frá 2020 millum fjølbygda økið við Skálafjørðin og Suðurstreymoy hevur bundið hesar báðar oyggjapartarnar saman.
Skúli og útbúgving
Í 1974 víðkaðist miðnámsútbúgvingin við einum tvey ára hf-skeiði, sum gav næmingum við prógvi úr 10. flokki atgongd og møguleika fyri upptøku til hægri lesnað. Tað byrjaði í Hoydølum, men sum nakað nýtt eisini aðrastaðni enn í Havn, nevniliga í Klaksvík, í Suðuroy og eisini við Gøtugjógv í Eysturoy. Í 1980 vórðu nýggjur studentaskúli og hf-depil stovnsettir í Eysturoy, sum eisini fevndi um hf-skeiðini í Klaksvík, og hfskeiðið í Suðuroy lá undir Hoydølum. Síðan eru komnar aðrar tílíkar miðnámsútbúgvingar, m.a. ein serlig miðnámsútbúgving miðandi móti fiskivinnu í Vestmanna.
Í 1979 varð skipanin við tveimum trý ára sporum eftir 7. flokk, ávikavist tí gymnasiala atgongugevandi realpróvnum og 8-10. flokki, fullkomiliga broytt; realprógvið fall burtur.
Í 1976 varð fyrsti partur av nýggjum tekniskum skúla í Klaksvík tikin í brúk, og í 1989 stóð hann liðugur við maskin-, timbur- og elektrikaradeild. Tekniski skúli í Klaksvík, sum síðan er víðkaður, hevur síðan 1992 eisini boðið eina samansetta tekniska og gymnasiala útbúgving. Í 2009 varð nýggjur studentaskúli í Hovi í Suðuroy, sum eisini skuldi hýsa Føroya heilsuskúla, vígdur; í 2018 varð nýggjur studentaskúli í Havn, Glasir, tikin í brúk.
Fróðskaparsetur Føroya varð stovnsett í 1965. Í fyrstuni var bara ein einasti akademikari, ein professari í føroyskum, men í 1972 kom ein náttúruvísindalig deild, og í tíðini 1982-92 eisini ein søgu- og samfelagsvísindalig. Í 2008 vórðu Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetrinum.
Politikkur
Í 1970-árunum byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki við tungum fyrisitingarligum yvirtøkum, og skeiðið endaði við meldurkendum árum í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Umframt tær stóru yvirtøkurnar mátti landsstýrið eisini hava í huga tær stóru broytingarnar úti í stóru verð. Oljukreppan í 1973 elvdi stóra órógv um útflutningin hjá fiskivinnuni, og samstundis fór Danmark upp í EF (nú ES). Føroyar, sum við sínum heimastýri fingu møguleika at taka egna støðu til limaskapin, valdu orsakað av fiskivinnuni at vera uttan fyri EF. Tað, sum lá aftanfyri var, at strandalondini fóru at fáa møguleika at seta sjómark 200 fjórðingar úr landi, sum hevði merkt, at føroysk fiskifør fóru at verða stongd úti frá at fiska innan fyri sjómarkið hjá øðrum tjóðum, eins og skip úr øðrum londum fóru at verða útihýst innan fyri føroyska sjómarkið. Í 1977 samtykti løgtingið eins og onnur strandalond at flyta sjómarkið frá 12 og út á 200 fjórðingar.
Ráfiskagrunnurin
Við hesi støðu í huga knæsetti landsstýrið í 1975 tann sonevnda ráfiskagrunnin, ið hevði sum mál at verja føroyska fiskivinnu fyri stóru sveiggjunum á prísum á fiski og olju á heimsmarknaðinum. Men grunnurin fekk eisini stóran týdning fyri umleggingina av fiskivinnuni til nýggj millumlanda viðurskifti. Hugsanin var, at teir, sum fiskaðu og seldu fiskasløg fyri høgan prís á heimsmarknaðinum, skuldu lata ráfiskagrunninum ein part av yvirskotinum; teir, sum fiskaðu og seldu fiskasløg við lágum prísi á heimsmarknaðinum, skuldu fáa stuðul úr grunninum. Grunnurin skuldi verða stýrdur av nevnd, sum umboðaði allar partar av fiskivinnuni og landsstýrið, og hann skuldi búskaparliga hvíla í sær sjálvum. Eitt møguligt undirskot skuldi landsstýrið borga fyri. Ein fylgja av grunninum og stuðulsskipanini var tó hon, at fiskivinnan ikki lagaði seg eftir marknaðarviðurskiftunum, men tvørturímóti gjørdist meira bundin at stuðli úr grunninum.
Sum 1980-árini liðu, tóku stuðulsskipanirnar at kosta føroysku skattgjaldarum 6 milliardir krónur. Harafturat kom, at ofta vórðu skip bygd við ongum eginpeningi. Hóast tað, at uttanlandsskuldin hópaði seg upp, var ikki tørvur á fæfeingi í Føroyum. Ein rentulóg frá 1950-árunum, sum m.a. tók rentuinntøkur undan skatti, merkti, at tað kundi loysa seg at læna pening og seta hann í bankan. Tá ið sama lóg gjørdi sítt til, at innlánsrentan í Føroyum var hægri enn útlánsrentan í Danmark, tók útlendskur peningur í 1980-árunum at streyma til føroysku bankarnar. Innlánini vuksu úr 2 upp í 7 milliardir krónur í 1980-árunum, og bankarnir høvdu ongar aðrar møguleikar enn at læna føroyingum peningin, sum onga atgongd høvdu til bílig útlendsk lán. Harafturat kom, at landsstýrið hesi árini rak ein víðkandi fíggjarpolitikk við stórum undirskotum um 300-400 milliónir krónir á fíggjarlógini. Ráðgevandi nevndin í forsætismálaráðnum ávaraði árliga landsstýrið, men einki varð gjørt til tess at fáa búskapin aftur á beint – ið hvussu er ikki fyrr enn ov seint.
Búskapakreppan frá 1992
Í 1990 gjørdist neyðugt hjá landsstýrinum, sum ikki longur hevði møguleika at fáa lán, at taka ráfiskagrunnin av, og húsagangur sást allastaðni. Landskassaveðhaldini gjørdust virkin og løgdu privata skuld fyri 1,6 milliardir krónur um til enn størri almenna skuld. Tá ið so fiskiskapurin minkaði lutvíst av ovfisking av fiskastovnunum, lutvíst tí at fiskaprísirnir fullu, var kreppan veruleiki. Lánini vórðu uppsøgd, og føroysku bankarnir komu sum í 1950-árunum í svára trongstøðu.
Leygardagin hin 3. oktober 1992 setti fíggjareftirlitið Sjóvinnubankanum, sum føroyingar áttu, krav um 500 milliónir krónur í nýggjum kapitali, skuldi bankin lata uppaftur mánamorgunin hin 5. oktober. Bankaleiðslan vendi sær fyrst til partaeigararnar, sum ikki høvdu møguleika at útvega nýggjan kapital, síðan til landsstýrið, sum heldur ongan møguleika hevði at læna neyðuga kapitalin. Í skundi fóru løgmaður og varaløgmaður til Keypmannahavnar at tingast við donsku stjórnina.
Hin 6. oktober varð almenningurin kunnaður um eina avtalu, sum stjórnin og landsstýrið høvdu gjørt. Stjórnin vildi læna landsstýrinum 500 milliónir krónur at seta í bankan, men treytirnar fyri at hjálpa vóru harðar.
Fíggingargrunnurin frá 1992 varð stovnsettur við fimm limum; tríggjar hevði danska stjórnin valt, ein teirra var formaður, og hinar báðar valdi landsstýrið, og ein teirra var næstformaður. Lánini og tær treytir, sum stjórnin setti til endurreisingina av føroyska búskapinum, skuldu verða umsitin av grunninum. Í veruleikanum vóru Føroyar settar undir umsiting. Hin stóri bankin, Føroya Banki, mátti eisini fáa nýggjan kapital, men av tí at høvuðspartaeigarin í bankanum var hin stóri Danske Bank, lá skuldbindingin har. Danske Bank flutti 332 milliónir krónur til Føroya Banka. Men leiðslan skeyt upp fyri fíggingargrunninum, at eitt partabrævabýti fór fram við landsstýrið um Sjóvinnubankan, har sum landsstýrið nú var høvuðspartaánari, soleiðis at landsstýrið gjørdist høvuðspartaeigari í báðum bankum. Danske Bank grundgav við tí, at tað var kappingaravlagandi, at annar bankin fekk almennan kapital fluttan til, og hin fekk nýggjan privatan kapital fluttan til. Hjá donsku ríkismyndugleikunum og fíggingargrunninum hevði tað verið ein fyrimunur, at allur tann føroyski bankageirin kom undir eftirlit myndugleikanna.
Fíggingargrunnurin legði fram í 1993 avtalu um eitt tílíkt partabrævaumbýti, sum bæði stjórnin, fíggjareftirlitið og Danske Bank tóku undir við. Men landsstýrið, sum einsamalt fór at fáa ábyrgdina av báðum bankum eftir eitt partabrævaumbýti, var í iva. Á fundi í Keypmannahavn hin 17. mars 1993 spurdi Marita Petersen, løgmaður, Peter Straarup, stjóra í Danske Bank, um Føroya Banki hevði tørv á meira kapitali. Straarup svaraði, at tað hevði hann ikki, og at eitt partabrævaumbýti fór at verða gagnligt fyri landsstýrið. Við hesum í huga góðkendi landsstýrið hin 22. mars 1993 partabrævaumbýtið. Lyftið frá Straarup helt kortini ikki.
Longu tvær vikur eftir partabrævaumbýtið fekk Føroya Banki frá fíggjareftirlitinum í Keypmannahavn at vita, at bankin leyk ikki gjaldføriskrøvini í bankalógini. Og í september 1993 noyddist landsstýrið at taka 1,2 milliardir krónur í láni frá donsku stjórnini at seta í fíggingargrunnin og síðani í bankan.
Føroyingar góðtóku í fyrstuni tiltøkini, men treytirnar vóru harðar. Í árunum 1993-95 vaks arbeiðsloysið upp um 20 %, mong máttu fara frá húsi og heimi, og umleið 13 % av fólkinum fluttu úr Føroyum, tey flestu til Danmarkar. Harafturat mátti fólkið lata sær lynda eina 8 % stóra lønarlækkan. Atfinningarsamar røddir fóru tó at hoyrast í 1994-95, og í 1995 samtykti løgtingið einmælt at krevja donsku stjórnina eftir eini dómarakanning av partabrævaumbýtinum. Har varð sett nevnd, sum kom við áliti sama ár. Nevndin fanst harðliga at donsku stjórnini, fíggjareftirlitinum og Danske Bank og kom til, at landsstýrið í 1993 hevði keypt ein banka, sum tað ikki hevði fingið allar viðkomandi upplýsingar um frammanundan.
Fylgjurnar av kreppuni
Danska stjórnin gjørdi í 1998 semju við landsstýrið um endurgjald fyri partabrævaumbýtið, men í Føroyum atkvøddu veljararnir sama ár fyri einum sjálvstýrismeiriluta av Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum á løgtingi. Flokkarnir skrivaðu samgonguavtalu við teirri ætlan at stovnseta Føroyar sum fullveldisríki í kongssambandi við Danmark. Landsstýrið fyrireikaði samráðingar við stjórnina um eina skiftisskipan og eisini eina føroyska grundlóg. Ætlanin var, at fólkaatkvøða skuldi verða um skiftisskipanina og grundlógina. Byrjanarstøði landsstýrisins viðvíkjandi samráðingunum við donsku stjórnina, sum byrjaðu í 2000, var ein skiftisskipan í 15 ár fyri at minka árliga blokkstuðulin upp á næstan 1 milliard krónur líðandi. Tað vísti seg kortini, at danska stjórnin ikki vildi góðtaka eina búskaparliga skiftisskipan longri enn fýra ár.
Eftir fýra úrslitaleysar samráðingar í Keypmannahavn endaðu tingingarnar við ongari semju. Eftir rok í landsstýrinum gjørdi løgmaður av at avlýsa fólkaatkvøðuna, sum eftir ætlan skuldi havt verið í 2001. Í staðin gjørdi landsstýrið av í 2002 at yvirtaka skúlamál og almannamál eftir § 2 í heimastýrislógini, og fyrsta og størsta stigvísa minking av blokkstuðlinum varð sett í verk, sum soleiðis í einum høggi varð skerdur við 366 milliónum krónum niður í 626 milliónir krónur.
Fullveldislandsstýrið helt fram til 2004 við stuðli frá Miðflokkinum. Síðan hevur verið góð undirtøka fyri at varðveita blokkstuðulin á sama talvirði, sum hann er nú. Tað hevur ikki verið politisk semja um fleiri yvirtøkur við samsvarandi minking í blokkstuðlinum, men spurningurin um stjórnarskipan hevur javnan verið á politisku dagsskránni.
Les meira
- Ærgisbrekka og summarbeiti
- Fornøld
- Gongdin í føroyska fólkatalinum 1327-2022
- Miðøld
- Tíðarskeiðið 1536-1850
- Tíðarskeiðið 1850-1920
- Tíðarskeiðið 1920-70
- Víkingatíð
Les meira um Føroya søgu