Norðoyggjar

Norðoyggjar eru tær norðastu oyggjarnar í Føroyum. Tær seks oyggjarnar: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy eru frá gamlari tíð fataðar sum ein fyrisitingarlig eind bæði í kirkjumálum og í rættarmálum við egnum sóknarpresti og egnum tingi. Tað sæst í skjalinum Hundabrævinum frá 1350 og í tingskipanini Skipan um Tingfaratodl frá 1400, har Norðoyggjar verða umrøddar sum ein heild. Í dag eru Norðoyggjar ein sýsla, býtt sundur í tvey prestagjøld.

Við kommunulógini frá 1872 gjørdust Norðoyggjar eisini ein kommunal eind, sum so við og við varð býtt sundur í fleiri sjálvstøðugar kommunur. Í 2021 vóru í Norðoyggjum fimm kommunur, Klaksvíkar, Kunoyar, Viðareiðis, Hvannasunds og Fugloyar kommuna.

Í Norðoyggjum, sum annars í Føroyum, hava bóndabygdirnar í útjaðaranum fingið kapping bæði frá fiskivinnusamfelagsins miðsavnan og frá tænastuvinnuni bæði á tí privata og tí almenna økinum, og tær eru í mongu føri steðgaðar upp. Menningin og fólkavøksturin eru miðsavnað til tey størru plássini við góðum havnarviðurskiftum og samskiftismøguleikum. Men laksaaling á firðum og havi í Føroyum hevur í nýggjari tíð skapt møguleikar til at stovna og spjaða virksemi og arbeiðspláss javnari runt í Føroyum.

Ferjusamband er um Fugloyarfjørð úr Hvannasundi á Viðoynni til Svínoyar og til báðar bygdir í Fugloy, og úr Klaksvík til Kalsoyar. Til allar aðrar oyggjar og bygdir í Norðoyggjum er vega- og tunnilssamband. Harafturat er regluligt tyrlusamband bæði til Fugloyar og Svínoyar.

Tingið í norðoyggjum

Vártingið í Norðoyggjum hevur eftir teimum elstu varðveittu løgtingsprotokollunum frá 1615 verið hildið norðri í Vági (Klaksvík), men søgnin sigur, at tingið upprunaliga varð hildið í Køtlum, ein slætti í fjøllunum oman fyri Árnafjørð.

Køtlum er umleið mitt í Norðoyggjum, so at øll hava havt umleið eins langan veg til tings. Tá ið embætismenninir í Tórshavn í 1500-talinum fingu meira at siga á staðbundnu tingunum, hildu teir tað vera ein fyrimun, at tingið varð sett á lætt atkomiligum støðum. Staðbundna tingið var undirrættur, og dómur tess kundi skjótast inn fyri Løgtingið í Tórshavn. Tað varð hildið á ólavsøku 29. juli á hvørjum ári.

Tá ið bæði løgtingið (1816) og staðbundnu tingini (1852 og 1898) vórðu niðurløgd, fekk sorinskrivarin tær rættarligu uppgávurnar

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.