Syðrugøta

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Syðrugøtu búgva 479 fólk, og har eru 30 merkur og 10 gyllin, av teimum eru 25 merkur og 10 gyllin festijørð, festini eru 7. Tann størsti garðurin Húsagarður, tann elsti í bygdini, er 10 merkur og 4 gyllin. Her var eisini fyrr kirkjugarður. Seyðatalið er 926 áseyðir.

Fornfrøðiligur útgrevstur hevur víst, at búseting hevur verið so tíðliga sum í landnámstíð, og søgnin sigur, at Tróndur í Gøtu hevði garð her. Tað eru m.a. funnar leivdir eftir ein kirkjugarð, sum bendir á, at eisini kirkja hevur verið í Syðrugøtu.

Seyðahaldið her sum aðrastaðni hevur ikki stóran fíggjarligan týdning, men í Syðrugøtu er ein mjólkarbóndi. Síðani millumkrígstíðina hava verið virki, sum framleiddu fiskavørur sum m.a. fiskamjøl og sildaolju. Í 1929 læt ein fiskaverksmiðja upp, sum framleiddi klippfisk, men hon flutti til Norðragøtu, tí at har vóru betri møguleikar í tí útbygdu havnini.

Síðani 1960 hevur Tøtingarvirkið verið eitt týdningarmikið arbeiðspláss í bygdini. Virkið varð niðurlagt í 1986, men læt uppaftur tíðarskeiðið 1991- 2010. Tey spunnu tógv úr føroyskari ull og høvdu stórt úrval av bundnum vørum. Bygningarnir verða í dag nýttir til onnur endamál, m.a. í samband við G!-festivalin og onnur mentanartiltøk.

Landsins størsta reiðarí Varðin hevur høvuðssæti í Syðrugøtu. Til reiðaríið hoyra fleiri av teimum skipum, sum fiska uppsjóvar fiskasløg í Føroyum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum