Trúgv og trúarligt virksemi

Sambært hagtølum frá 25. mai 2020 vóru 79,1 % av føroyingum kirkjufólk. Rættiliga stórur munur vóru tó ímillum tey ymsu økini í landinum. Í Norðuroyar eystara prestagjaldi vóru kirkjufólk fæst í tali, 62,1 %. Flest vóru tey í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi 91,3 %. Atvoldin til, at kirkjufólkið fækkar, er partvíst, at so mong eru í teimum ymisku samkomunum, partvíst at verðsliggering tekur til sín, og at alsamt fleiri við øðrum tjóðskapi og aðrari trúgv flyta til landið.

Lestur í Sands kirkju 2. sunnudag í advent 2021, tá ið koronatiltøkini enn vóru í gildi.
JÁKUP REINERT HANSEN

Fólkakirkjan – frá trúbót til umleið 1800

Óvist er, hvat ár siðaskiftið fór fram í Føroyum. Kortini siga heimildir, at Jens Gregersøn Riber í 1540 varð settur sum sokallaður superintendentur fyri kirkjuna í Føroyum. Hann gjørdist biskupur í Stavanger í 1557 og Føroyar eitt próstadømi undir Bergens stifti. Tá ið handilin við Føroyar í 1620 varð fluttur til Keypmannahavnar, varð próstadømið samstundis lagt undir Sælands stift. Eftir at Keypmannhavnar stift var stovnað í 1923, fylgdu Føroyar við undir tað nýggja stiftið.

Kirkjubygnaðurin var at kalla óbroyttur frá trúbótini og 350 ár frameftir. Kirkjurnar vóru 39 í tali og prestagjøldini sjey: Norðoyggjar, Eysturoy, Norðstreymoy, Vágar, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Teir sjey prestarnir høvdu hvør sín prestagarð, og í 1632 løgdust náðinsgarðarnir aftrat. Á náðinsgørðum sótu annaðhvørt ein prestseinkja ella ein hjálparprestur, sum viðkomandi sóknarprestur kundi søkja biskupin um at fáa vegna aldur ella sjúku. Flestir hjálparprestar tóku so við kallinum, tá ið sóknarpresturin doyði, og soleiðis varð eitt samanhangandi framhald tryggjað í embætinum. Prestagarðarnir gjørdust partur av mentanarlandslagnum, og mong greina ætt sína aftur til ein ella fleiri týðandi prestar.

Við tað at óhøgligt var at ferðast ímillum bygdir og oyggjar, bar ofta illa til hjá presti at vitja síni sóknarbørn. Í summum kirkjum var prestur seks ferðir um árið, í øðrum bert tríggjar ferðir. Tá ið prestur kom, helt hann gudstænastu við skriftamáli og altargongd. Børn vórðu doypt, heimadópur lýstur í kirkju, kirkjugangskonur leiddar inn, brúðarpør vígd og deyð jarðað. Var onkur deyður og grivin, síðan prestur var seinast, kastaði hann jørð á grøvina. Konfirmatiónin varð sett í gildi í 1736, men eisini fyri 1736 skuldu prestarnir hava umsjón við kristiligum barnalærdómi.

Fyri ein stóran part máttu leikfólk standa fyri kirkjulívinum. Við hvørja kirkju vóru vanliga tveir kirkjuverjar. Umframt at røkja kirkjuna og halda roknskap lósu teir lestur í kirkjuni, tá ið prestur ikki var. Um 1700 fóru prestarnir at føra kirkjubøkur. Varðveittar skiftiprotokollir frá hesi tíðini vísa, hvat fólk lósu tá, og tað er ikki sørt, fólk áttu av ymsum trúarligum ritum. Fyrst og fremst sálma- og lestrabøkur, men eisini katakismur og bøna- og andaktsbøkur. At fólk vóru so væl at sær í luthersku læruni og alment vitandi, komst í líka stóran mun av heimaupplæring og lestri sum av prestum og teirra íkasti. Gudfrøðilig rák gjøgnum øldirnar náddu so við og við til Føroya gjøgnum prestar og bøkur, sum vórðu lisnar. Í 1765 kom ein kongalig fyriskipan um lestur í sambandi við eina bókagávu til allar kirkjur. Tað hevði við sær, at hin gudrøkna ortodoksa læran, sum Brochmann setti fram í sínum lestrum (upprunaliga útgivnir 1635‑1638) og Kingo í sínum sálmum, fekk stóra ávirkan á trúnna.

Fólkakirkjan – frá 1800 til dagin í dag

Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupsdømi, og Havnar kirkja dómkirkja í Føroyum. Her sæst ein ferming í kirkjuni í 2007, sama ár sum fólkakirkjan varð flutt til heimastýrið.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Føroyar gjørdust eitt amt eftir friðaravtaluna í Kiel í 1814, og tá broyttust tey kirkjuligu viðurskiftini. Í prestkøllini komu nú ungir menn, sótu í teimum eini fimm, seks ár og fluttu so aftur til Danmarkar. Somuleiðis kundu próstarnir nú vænta sær góð embæti í Danmark eftir lokna tænastu í Føroyum.

Ymisk rák bórust við teimum ungu prestunum, eitt nú rationalisma, romantikkur, grundtvigianisma og háskúlarørsla. Tjóðskaparkenslan vakti ans fyri máli og mentan og kom, sum frá leið, at hava stóran týdning. Í 1814 varð Danska Bíbliufelagið stovnað, og í 1823 gav felagið út týðingina hjá Schrøter presti av Matteus evangeliinum. Kirkjan gjørdist partur av stríðnum um móðurmálið. Kirkjuráðslógin frá 1903 við seinni broytingum heimilaði, at føroyskt í størri og størri mun kundi brúkast innan kirkjugátt. At neyðugir tekstir fingust til vega, er fyrst og fremst Jákupi Dahl prósti fyri at takka, hann týddi bæði Rituálbókina (løggilt í 1930), Nýggja testamenti (1937) og Altarbókina (1939). Tvær lestrabøkur eftir Jákup Dahl ætlaðar til brúks í deknagudstænastum komu út í ávikavist 1934 og 1948. Hóast farið var at yrkja og geva føroyskar sálmar út longu í 1890-árunum, fekk fyrsta sálmabókin ikki løggilding fyrr enn í 1956. Ein heildartýðing av bíbliuni úr frummálunum kom í 1961. Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað í 2012 og fer ætlandi at løggilda eina nýggja bíbliutýðing í næstum.

Við kirkjuráðslógini varð ábyrgdin av kirkjunum og roknskapi teirra flutt frá kirkjuverjum til kirkjuráð, og við lóg frá 1924 varð umsjónin litin løgtinginum til. Í 1995 varð felag fyri kirkjuráðslimir stovnað. Við felagnum fekk kirkjuliga fólkaræðið eina rødd mótvegis landsmyndugleikunum. Felagið gevur eisini út Kirkjutíðindi.

Alla tjúgundu øld varð virkað fyri at fáa kirkjuna meira sjálvstøðuga, men hetta gav ikki úrslit fyrr enn í 1963, tá ið prósturin í Føroyum gjørdist varabiskupur hjá biskupinum í Keypmannahavn. Í sambandi við biskupsvalið í 1990 gjørdust Føroyar aftur eitt biskupsdømi við dómprósti, próstadømisráði og stiftsstjórn.

Á ólavsøku í 2007 varð Fólkakirkjan endaliga yvirtikin, og øll lóggávan er síðan dagførd við løgtingslógum. Viðurskifti í Fólkakirkjuni, sum kongur eftir danskari lóggávu tekur sær av, eru nú býtt ímillum løgmann (setan av biskupi og prósti, løggilding av halgiritum) og landsstýrismannin í mentamálum (setan av prestum, skipan og umskipan av prestakøllum og embætum v.m.). Umframt biskup og dómpróstin vóru 26 sóknarprestar í Føroyum í 2020, av teimum var ein stiftsprestur og ein fongsuls- og sjúkrahúsprestur. Í 2021 varð fyrsti integratiónsprestur settur í embæti. Ein føroyskur prestur starvast í Danmark undir Keypmannahavnar stifti. Fíggjarætlanin hjá Fólkakirkjuni var í 2019 smáar 70 milliónir krónur, og játtanin á løgtingsfíggjarlógini var til samans 13,6 % av hesi upphædd. Í Stiftsstjórnini sita biskupur, ein embætismaður, sum landsstýrismaðurin í mentamálum velur, og triðja limin velja kirkjuráðslimirnir.

Sóknarprestarnir eru teir flestu føroyingar, og eru teir ikki tað, krevja teir at hava rímiliga gott skil á føroyskum máli eftir at hava verið í tænastu í tvey ár. Tá ið prestur ikki fær komið, er framvegis vanligt, at lestur verður lisin í flestu kirkjum.

Heimamissiónin

Um aldarskiftið 1900 kom missiónin til Føroya. Í fyrsta umfari við prestum, men frá 1904 vórðu trúboðarar sendir higar. Frá 1924 var staðbundna virksemið skipað gjøgnum eitt ráðgevandi samfelagsráð undir høvuðsstýrinum í Danmark. Síðan 1990 hevur Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum verið sjálvstøðug við egnum høvuðsstýri. Í arbeiði sínum innan og í samstarvi við Fólkakirkjuna leggur felagsskapurin dent á heimamissión, barna- og ungdómsarbeiði, sjómansmissión og ytrimissión. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fleiri fólk í starvi, til samans eini tíggju ársverk, teirra millum fýra heimatrúboðarar og ein sjómanstrúboðara. 35 missiónshús eru í landinum, og staðbundið virksemi er í tíggju bygdum aftrat. Arbeiðið verður skipað frá leguhúsinum í Nesvík, sum varð tikið í nýtslu í 1993. Húsini hava fleiri rúmlig fundarhøli og pláss til 250 gistandi. Ein samsvarandi felagsskapur, Kirkjuliga Missiónsfelagið, varð stovnaður í 1947. Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur m.a. missiónshús í Havn og í Klaksvík og hevur øll árini lagt dent á at fremja bæði heima- og ytrimissión. KFUM og KFUK hava sjálvstøðugar deildir í Havn og egin hús. Fleiri føroyskir prestar hava persónligt tilknýti til kirkjuligt felagsvirksemi.

Kristnir trúarfelagsskapir uttan fyri fólkakirjuna

Í 1849 varð trúarfrælsi staðfest í donsku grundlógini, og stutt eftir fóru aðrar kirkjur og samkomur at senda umboð til Føroya, eitt nú katólska kirkjan. Flestu evangelisku samkomurnar – og tær eru upp á seg nógvar í Føroyum – eru óheftar og sjálvstøðugar. Samkomurnar eru partur av eini rørslu ella stevnu, men ikki skipaðar ella á nakran hátt knýttar upp í eina siðbundna kirkju. Sum heild leggja samkomurnar dent á persónliga umvending, og at hvør einstakur livir sítt kristna lív eftir Bíbliuni. Tær fyrstu fríkirkjuligu rørslurnar komu til Føroya um miðja 19. øld. Enskir kvekarar komu higar á trúboðanarferð í 1862 og hildu møti fleiristaðni kring landið. Kortini spurdist eingin kirkja burtur úr hesi vitjan.

Katólska kirkjan

Mariukirkjan, katólska kirkjan í Havn. Mosaikkrútin í gongini við heitinum »Maria Stella Maris« hevur Sven Havsteen- Mikkelsen gjørt. Hann málaði eisini altartalvurnar í Húsavíkar, Hests og Hoyvíkar kirkju.
MARITA GULKLETT, 2009

Í 1857 fór katólska kirkjan undir virksemi í Havn, og í 1859 varð kirkja bygd úti við Rættará. Men longu í 1871 datt arbeiðið niðurfyri. W. M. van Rossum kardinalur steðgaði í Føroyum á veg til Íslands í 1929, og hann fekk í lag, at fransiskanarsystrar vórðu sendar til Føroya í 1931. Hetta sama árið lótu tær upp fyrsta barnagarð í landinum, í 1933 varð kirkja vígd og í 1934 frískúli. H. C. W. Tórgarð teknaði bygningarnar, sum umframt kirkju og skúla eisini hýstu einum kleystri við upp í 23 nonnur. Havnar kommuna yvirtók skúlan í 1985, eftir at nýtt kleystur varð bygt í 1980. Nú eru fimm fransiskanarsystrar eftir. Mariukirkjuna beint við kleystrið teknaði Árni Winther, og føroysk og donsk listafólk myndprýddu hana. Mariukirkjan varð vígd í 1987. Kirkjuliðið er partur av katólsku kirkjuni í Danmark og taldi 270 limir í 2019. Ein rúmur triðingur vóru føroyingar, men annars vóru limirnir úr 24 ymiskum londum.

Brøðrasamkoman

Í 1865 fór skotski trúboðarin William G. Sloan undir sítt virksemi í Føroyum. Eini tjúgu ár gingu, áðrenn rørslan av álvara tók dik á seg. Í dag eru samkomurnar størsta evangeliska rørsla í landinum, 29 í tali um at kalla alt landið, og eini 5.500 fólk hava tilknýti til tær. Tey seinnu árini eru hesar samkomurnar ikki so einsháttaðar sum fyrr, serliga í mun til, hvussu møtini verða skipað. Størstu samkomurnar eru í Ebenezer í Havn, Betesda í Klaksvík og Lívdin í Hoyvík. Aftur at virkseminum í samkomunum sjálvum virka leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum og eftirskúlin Brúgvin í Skálavík, sum er knýttur at City Church.

Karismatiskar samkomur

Húsini hjá hvítusunnurørsluni City Church í Havn. Salirnir hjá teimum ymsu samkomunum eru einfaldir og høgligir til sítt endamál uttan nakra tilvísing til kirkjuligan byggisið, og somuleiðis eru møtini óformligari skipað enn gudstænastan í kirkjuni.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Karismatiska rørslan tók seg upp í USA í 1960-árunum. Í Føroyum fekk henda rørslan stóra ávirkan á trúarlívið, fyrst og fremst í fólkakirkjuni, og hon gjørdi serliga vart við seg í sjeyti- og áttatiárunum. Í áttatiárunum var tann sokallaða tjaldmissiónin á Gøtueiði miðdepilin í eini karismatiskari veking. Tjaldmissiónin stóð við út í nítiárini,

síðan eru møtini og annað virksemi flutt inn í samkomur og okkurt missiónshús við, eitt nú missiónshúsið Libanon í Sørvági, sum var ein virkin partur av rørsluni. Samkomurnar í Soli Deo Gloria í Klaksvík, Oasuni í Hoyvík og Kelduni í Skálafirði eru sprotnar úr karismatisku rørsluni. Keldan er størsta karismatiska samkoman í Føroyum. Samkoman varð stovnað í 1987 og verður mett at hava 300‑400 limir. Í Kelduni hava tey frískúla við umleið 100 næmingum.

Hvítusunnusamkomur

Trúboðarar úr hvítusunnurørsluni komu á fyrsta sinni til Føroya í 1920-árunum. Hetta vóru svenskir trúboðarar, sum vitjaðu í Føroyum í sambandi við eina íslandsferð. Tann fyrsti var Erik Åsbö. Fyrstu hvítusunnusamkomuna stovnaði norski undangongumaðurin T. B. Barratt í Havn í 1936. Samkomur, ið eru runnar úr hvítusunnurørsluni, eru eitt nú Filadelfia og City Church (áður Evangeliihúsið) í Havn og Húsið Vón (áður Betania) í Skopun.

Frelsunarherurin

Alheimsrørslan Frelsunarherurin kom til Føroya í 1924. Frelsunarherurin hevur deildir í Havn og í Vági. Frelsunarherurin ger stórt sosialt arbeiði og hjálpir eitt nú ungum, við alkohol- og rúsevnistrupulleikum.

Aðrar samkomur

Ímillum aðrar samkomur teljast Lívsins Orð í Saltangará, Karis í Klaksvík, Immanuel og Gleðiboð í Hoyvík og Vegurin (áður Fríkirkjan við Gjónna) í Miðvági. Adventistarnir høvdu ein frískúla við Hoyvíkstjørn frá 1966 til 2014. Kirkjan hjá teimum stendur beint við skúlan og varð tikin í nýtslu í 1978. Áður húsaðist adventistakirkjan í einum bygningi í miðbýnum frá 1930-árunum.

Ikki-kristnir trúarfelagsskapir

Hagstova Føroya skrásetur einans, hvørji ið trúarliga hoyra til fólkakirkjuna. Í sambandi við fólkateljingina í 2011 brúktu 94 % av teimum eldri enn 15 ár høvið til at tilskila, hvør trúgv teirra var, og hvørja samkomu tey gingu í. 126 søgdu seg hoyra til Jehova vitni, ið hava fleiri ríkissalar um landið, 23 vóru muslimar, 7 hinduar, 66 buddistar, 12 jødar, 13 bahaiar, 3 sihkar. 1397 søgdu seg onga trúgv hava. Síðan 2010 eru bæði eitt gudloysinga- og eitt humanistafelag stovnað.

Victor Danielsen

Felagsmynd av lærarum, sum vóru útbúnir á Føroya Læraraskúla 1914. Tann tá 20 ára gamli Victor Danielsen situr sum nummar tvey vinstrumegin í fremra ræði.
3350F10549, TJÓÐSAVNIÐ

Victor Danielsen (1894-1961) var føddur í Søldarfirði, har pápi hansara var sýslumaður. Hann var yngstur av sjey systkjum. Mamman doyði í barnferð, og ein fastir kom í móður stað.

Victor Danielsen tók læraraprógv á Læraraskúlanum í Havn í 1914, hann var bestur í flokkinum og bert 20 ára gamal. Her varð hann undir sera sterkari andaligari ávirkan frá tí heimamissiónska prædikumanninum J.C.V. Ryving-Jensen.

Tá ið hann hevði verið lærari í eitt hálvt ár, fór hann frá sum lærari til at gerast prædikumaður. Í 1915 meldaði hann seg úr fólkakirkjuni og gjørdist partur av brøðrasamkomuni, og í 1918 læt hann seg doypa á fjørðinum í Søldarfirði.

Hann var alt sítt lív ein týðandi og virkin persónur í brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann við Henrikku Olsen, sum eisini var úr Søldarfirði, og parið flutti í 1928 til Fuglafjarðar, har tey búðu restina av lívinum.

Victor Danielsen brúkti nógv av sínari tíð at ferðast runt í Føroyum sum trúboðari. Umframt at vera ein frálíkur talari var hann eisini rithøvundur og týðari. Hann skrivaði tvær skaldsøgur við kristiligum innihaldi og týddi nógvar bøkur bæði til vaksin og børn. Harafturat hevur hann týtt uml. 900 sálmar og sangir, teir allarflestu eru í sangbók brøðrasamkomunnar, og yrkt yvir 30 sálmar sjálvur.

Í 1934 fór hann undir at týða bíbliuna, fyrst Nýggja Testamenti og seinni Gamla Testamenti. Øll bíblian bleiv send til prentingar í Oslo í 1939, men týska hersetingin í Noreg seinkaði prentarbeiðinum. Eftir endurskoðan varð Bíblian at enda prentað í Føroyum og kom út í 1949.

Victor Danielsen helt fram sum trúboðari, rithøvundur og týðari til deyðadags og hevði stóran týdning fyri føroyskt mál.

Les meira

Les meira um føroyska mentan