Byggisiðir í Føroyum

Fornfrøðiligar kanningar hava víst, at í landsnámstíðini vóru langhúsí Føroyum átøk húsum av hesum slag, har norrøn bygd var í Norðuratlantshavi. Gott samband var framvegis eftir landnámstíðina, tá ið miðdeplar og mentanarák gjørdust meira evropeisk um ár 1300.

Ein glasstova við bileggarovni og hornaskápi. Gjøgnum tær gloppaðu dyrnar sæst diskasláin í roykstovuni. Myndin er tikin í 1898.
JOHANNES KLEIN/NATIONALMUSEET

Sethúsasøgan

Frá um 1100 og frameftir gjørdust langhúsini styttri enn tey áður høvdu verið, einar 10 – 14 m long. Fyrr vórðu sperrurnar settar tvær og tvær í miðjuna á húsunum, nú hvíldi sperrufóturin á syllarsteinum á útvegginum. Eitt gott dømi um slíkan byggihátt sæst í útgrevstrinum við Uppistovubeitið í Leirvík. Har standa tey hvørt um annað, hesi styttu langhúsini við bugaðum langveggjum og smærri rætthyrntir, avlangir bygningar við steinsettum túnum ímillum. Dømið um hetta finnast partvíst inni á Tvørgarði í Miðvági, partvíst yviri í Toftini í Sandavági. Hesir bygningarnir frá tíðliga í hámiðøld vóru enn í nýtslu í 14. øld, síðan gjørdust teir rætthyrntu, avlongu bygningarnir vanligari. Langeldurin, sum var vanligur í miðøld, hvarv og eldstaðurin kom at vera í einum króki í roykstovuni.

Á onkrum garði eru dømi um stokkabygd hús. Kendastu varðveittu húsini av hesum slag eru elsti parturin av bóndahúsunum í Kirkjubø. Ein av bygningunum undir Junkarinsfløtti heima á Sandi var helst av hesum slagnum. Leivdirnar av teimum timburbygningunum, sum útgrivnir vóru í Tjørnuvík, eru av einum slag, ið vitað er um úr Oslo og Bergen úr miðøld, men útgrevstrirnir innan fyri Heygagarð og í Eingjartoftum í Sandavági eru smærri bygningar, tíðarfestir til 13. øld og seinni.

Í teirri evropeiskt ávirkaðu tíðini í hámiðøld tók stovan við eftir langhúsið. Stovan var ein stavlagsbygningur, men timburtrot gjørdi, at hesi hús oftast høvdu laðaðar útveggir av gróti og flagi. Húsini vóru flagtakt og nævur undir flagnum. Í skotinum ímillum útveggin og bróstið, sum var úr timbri, var rúm fyri koyggjum, gongd ella goymslurúmum, eitt nú kova.

Í stovuni var opin eldstaður og moldgólv. Yvir eldstaðnum var ljóari, og ljós kom onga aðrastaðni inn uttan gjøgnum útidyrnar. Fjós var í øðrum endanum á húsinum. Djór og fólk gingu inn og út um somu dyr. Stóðu húsini í eini brekku, kundi lágur kjallari vera undir teimum og hann brúkast til fjós. Vanliga var bert ein stova í húsunum, men onkur hús kunnu hava havt fleiri rúm.

Glasstovan kom til Føroya í 16. øld, helst úr Vesturnoregi, men gjørdist ikki vanlig her fyrr enn um 1750. Ein orsøk til tað mundi vera, at bøndur høvdu góðar og støðugar inntøkur av ullini. Glasstovan var úr timbri og bygd upp í ella aftur at roykstovuni og hevði loft, vindeygu og sum oftast ein bíleggarovn. Har vóru eisini koyggjur inni og borð og stólar. Á onkrum garði kundu tey eisini hava uppreidda song í glasstovuni, gjarna eina himmalsong, við dýnum. Glasstovan umboðaði húsið og var eitt tekin um valahús.

Nakrar stokkastovur hava verið í Føroyum. Tvær teirra eru varðveittar, Roykstovan í Kirkjubø og Stokkastovan úti í Tinganesi.

Uttan um sethúsini stóðu eisini úthús. Av teimum hevði hjallurin serligan týdning, tí bæði kjøt og fiskur vórðu turkað í hjallum. Einfaldastur var opnahjallurin, sum hevði galvar, men opnar síður. Aðrir hjallar høvdu roysnisvegg, laðaðan galv, men trærimar á langsíðunum. Varðahjallur var úr viði allar vegir. Aftur at hjøllunum komu so gróthúsini. Tey stóðu vanliga burtur frá húsum, onkunstaðni úti á hólmum. Í Norðuroyggjum høvdu tey búðarhjall, sum í øðrum endanum var úr timbri og grótlaðaður í hinum.

Flestar bygdir høvdu sornhús í felag. Neyst stóðu við lendingina. Úthúsini vóru flagtakt við hálmi undir, sum var bíligari enn nævur.

Hoyggjhús eru eitt upp á seg nýtt fyribrigdi. So seint sum í 1950-árunum var hoyggj havt í des í laðaðum hoygørðum til at halda seyði frá tí. Leingi vóru embætismenn og prestar tað, sum kallast kundi borgarastætt í Føroyum. Prestagarðarnir líktust ikki burtur frá teimum stóru bóndagørðunum, men tað broyttist so við og við í 19. øld, tá ið fleiri meira tíðarhóskandi prestagarðar vórðu bygdir. Og hetta gjørdi sítt til, at byggisiðurin broyttist.

Almúgan í Havn búði í smáum húsum, kroysum, sum ofta høvdu kjallara. Í sovorðnum húsum var glasstovan, um ein slík var, størri enn roykstovan.

Teir ymsu bygningarnir hjá kongliga einahandlinum settu sín dám á Havnina, og tað fór virksemið hjá keypmanninum Niels Ryberg árini 1767 – 1788 eisini at gera.

Tá ið einahandilin í 1833 stovnaði deildir á Tvøroyri, í Klaksvík og í Vestmanna, setti tað eisini síni byggilistarligu spor í hesum bygdum. Tá ið einahandilin var avtikin í 1856, og fiskivinnan tók seg upp við stórari klippfiskaframleiðslu, broyttist ikki bert tað upprunaliga landslagið við strendurnar, har bryggjur, fiskastykki, pakkhús, krambúðir o.a. vórðu reist. Sethús fingu eisini eitt øðrvísi yvirbragd. Keypmenn, reiðarar, skiparar og vanligir fiskimenn fóru nú at byggja hús, har almennar borgarligar hugmyndir um bústaðir sást aftur í innrættingini. Hetta hendi samstundis, sum tann hevdbundna stovan varð ávirkað av somu hugmyndum, og tað sostatt sást fyri endan á hennara søgu. Nógvir garðar fingu nú eina stovu afturat, javnan við tilhoyrandi kamari, einum lítlum borðreiðingarkøki og eini eyka inngongd, bakdyr, sum gjørdist gestainngongd. Seinni varð roykstovan gjørd um til ein meira nútímans køk við komfýri og vindeyga.

Krossbygd hús

Krossbygd hús, sum nú komu allastaðni um landið, vóru vanlig í Noreg og Danmark.

Húsini vóru skipað í fýra javnstór rúm uttan um skorsteinin. Øðrumegin á langsíðuni vóru tvær stovur, og hinumegin vóru køkur og forstova, ofta við einum kamari innav. Annars vóru kømrini á loftinum. Húsini stóðu á laðari grund, so mikið høgari, at til bar at hava kjallara, og viðhvørt var galvurin eisini laðaður.

Onkur frávik kundu vera í, hvussu tey elstu húsini av hesum slagnum vóru innrættað, men eftir til tað stutta tíð vóru húsini standardiserað, og innrættingin einsgjørd. Í teimum smæstu húsunum vór rúmini lítil. Samanhangur var ímillum henda nýggja byggimátan og tað, at talið á handverkarum vaks, men nógvir teirra høvdu lært í Danmark og Noreg, summir eisini arbeitt í Íslandi ella verið ferðandi handverkarar. Fleiri høvdu harumframt eisini gingið á háskúla í Vallekilde, og har varð undirvíst í norðurlendskari byggingarhevd á handverkaralinjuni. Húsasmiðir komu sostatt at hava stóra ávirkan á nýføroyska húsabygging. Fingu teir mátini, vistu teir effinett, hvussu húsini skuldu gerast. Tey smæstu húsini høvdu kjallara, eina hædd og yvirtrom við høgari reising. Tey størru og fínaru húsini høvdu harumframt trimpil, sum gjørdi loftið rúmligari. Nógv høvdu so eisini kvist. Hús við bæði trimpli og kvisti róptu tey skiparahús.

Í tíðini fram undir seinna heimsbardaga gjørdist krossbygda húsið leisturin, sum sethús vórðu gjørd eftir. Innrættingin hevði støði í borgarligum lívslagi, og har var bæði dagligstova og borðstova inni. Nú svaraði borgarligt lívslag verri enn so altíð saman við lívið á bygd, so ofta stóð dagligstovan fyri tað mesta til pynt. Í Vágum fingu hús frá miðskeiðis í tjúgunum knæreising, og helst kom hesin siður úr Kanada, har nógvir vágamenn leitaðu sær arbeiði í 1920-árunum.

Fólksliga húsasniðið

Eftir seinna kríggj gjørdist eitt skifti vanligt at byggja hús við stjørnutaki. Slík hús kundu vera ein, tvær ella viðhvørt tríggjar hæddir. Oftast varð kjallarin ikki innrættaður, so høvdu húsini ikki tríggjar hæddir, varð bara ein brúkt til bústað. Húsini í trimum hæddum vóru krossskipað innan við rúmligum kømrum á ovastu hædd. Stjørnutaktu húsini tóku seg ymiskt út, kundu vera einfaldir skreytleysir kassar, men eisini fín funkishús við karnappi og altan. Okkurt av hesum húsum var úr timbri, men í eftirkrígsárunum var betong tað vanligasta byggitilfarið. Kveikingin kom helst úr ymsum ættum.

At byrja við varð grundin laðað úr gróti, men longu um og undan fyrra kríggi var farið at stoypa grundir og so við og við øll húsini úr betongi. Hetta var serliga galdandi eftir seinna kríggið, men innrættingin var kortini tann sama, annaðhvørt hús vóru úr timbri ella betong.

Bæði gomlu stovurnar og tey nýggju húsini høvdu leingi flagtak, og flagið lagt oman á nævur. Summi hús høvdu tó skifurtak. Sum frá leið var farið at leggja sink- ella rukkublikstak og seinni eisini asbesttak á hús. Somuleiðis gjørdist tað vanligt at klæða hús við rukkublikki, helst eftir íslendskari fyrimynd, við tað at nógv samband var við Ísland í slupptíðini.

Hesin byggisiðurin var heilt fram undir okkara tíð fólksligur. Summir húsasmiðir høvdu sínar egnu hugmyndir um, hvussu sethús skuldu síggja út og innrættast. Hesar hugmyndir vóru javnan kveiktar á ferðum til Noregs ella Íslands, og ymsastaðni, fyri tað mesta í Havn, standa hús, ið bera dám av sveisarastíli við listarfínum karnappum.

Sniðhúsini

Tað var ikki fyrr enn um 1960, at nýggj sløg av húsum av álvara fóru at síggjast. Sonn sniðhús, annaðhvørt framleidd í Føroyum ella uttanlands, gjørdust altsamt vanligari, og tað komst helst av, at við broyttum tíðum fóru fólk í størri mun at vilja hava egin hús við garði og øllum, sum hoyrdi til. Føroya Sparikassi skrivaði út eina sethúsakapping, sum J.P. Gregoriussen vann í 1961. Nøkur hús vórðu bygd eftir vinnarauppskotunum sum fyrimynd fyri sethúsabygging frameftir. Í onkran mun hava verktakarar eisini staðið fyri at byggja raðhús, viðhvørt heilar býlingar, eitt nú Túnini í Eysturbýnum í Havn. Gunnari Hoydal býararkitekti eydnaðist at fáa ymsar væleydnaðar býarskipanarætlanir í verk, eitt nú randarhúsini ímillum Gilja og inni á Gøtu. Randarhúsini góvu eisini fólki til tað rúmar ræsur at byggja sjálv, tí í sambandi við hesa bygging setti kommunan ikki onnur krøv, enn at brunamúrur skuldi vera ímillum húsini. Ímillum múrarnar kundi hvør húsaeigari so byggja, sum hann vildi við tí úrsliti, at heildin fekk eitt skiftandi yvirbragd.

Síðan aldarskiftið 2000 er fólkatalið vaksið munandi og tískil eisini eftirspurningurin eftir bústøðum. Dygdin í sethúsabyggingini er yvirhøvur á einari leið, og húsini hava eitt munandi fjølbroyttari yvirbragd enn vanligt var í fyrru helvt av 20. øld.

Uppskot til norðursíðuna á Christianskirkjuni í Klaksvík. Petur Koch teknaði. Kirkjan er bygd í 1963.
DET KGL BIBLIOTEK – DANMARKS KUNSTBIBLIOTEK, 2011

Aðrir byggisiðir

Fyrr var kirkjan vanliga størsta hús í eini bygd. Onkur einstøk steinkirkja undantikin eru kirkjurnar frá 19. øld trækirkjur við flagtakið eins og onnur hús. Tað var ikki fyrr enn seinni, at farið varð at byggja kirkjur eftir øðrum byggilistarligum leisti.

Eftir at skúlaskylda var sett í gildi í 1872, vórðu skúlar bygdir í flestu bygdum. Í hesum skúlum vóru ein ella tvær skúlastovur, og sumastaðni var íbúð til læraran á loftinum. Tá ið samkomurnar og missiónin komu um og eftir aldarskiftið 1900, fóru tey sjálvi undir at byggja salir og missiónshús, sum legnaðu seg eftir húsasniðinum í viðkomandi bygdum.

Teir gomlu skúlarnir gjørdust so við og við ov smáir. Í 1950-árunum, onkustaðni fyrr, vóru nýggir skúlar bygdir í tveimum ella trimum hæddum, og í mongum vóru teir rættiliga líkir. Í summum førum løgdust innfluttir elementskúlar aftur at hesum skúlum. Framleiðslubygningar, bygningsverk til ítrótt og fyrisitingarligir bygningar og ein flogvallarfarstøð komu eisini at seta sín dám á byggivirksemið.

Eitt skifti var um reppið, at fleiri søguligir bygningar vóru rivnir niður. Tað hendi tíbetur ikki. Í 1969 var ein kapping útskrivað um, hvørja framtíð Tinganes og býlingarnir úti á Reyni skuldu fáa. Framgongdin og menningin í Havn settu gomlu Havnina í vanda. Gunnar Hoydal vann kappingina, og ætlanin hjá honum gjørdi, at Tinganes og Reyn eru til fyrimyndar sum dømi um góða býarvarðveitslu. Gunnar Hoydal gjørdist seinni býararkitektur í Havn og hevði stóra ávirkan á býarskipanina.

Gongdin, sum av álvara byrjaði fyri 50 árum síðan, hevur m.a. havt við sær, at myndugleikarnir hava eitt lið av ráðgevum frá fleiri ymiskum teknistovum.

Sethús á Velbastað við útsýni yvir Hestfjørð. Húsini eru bygd í 2007 eftir tekningum hjá MAP Arkitektum í Havn.
FINNAR JUSTINUSSEN/MAP ARKITEKTAR, 2018

Arkitektteknaðir bygningar

Danska embætisverkið í Føroyum fór tíðliga at leita sær til yrkisfólk, oftast donsk, arkitektar og húsameistarar. Tey prangandi amtmanshúsini frá 1880 – 81, sum Hans Christian Amberg teknaði, eru laðað úr føroyskum gróti. Fyri arbeiðinum stóð Fredrik Anton Bald, sum eisini bygdi Altingshúsið í Reykjavík. Um aldarskiftið 1900 stóð Bald somuleiðis fyri at byggja fleiri embætis- og onkur keypmanshús í Havn.

Danski háskúlin í Vallekilde hevði handverkaralinju, har gingu fleiri føroyskir handverkarar, og tað fór so við og við at síggjast aftur í byggiháttum frá um 1900 og frameftir, bæði í sethúsum og øðrum bygningum.

Teirra millum var Niclas J. Niclasen. Hann skal hava teknað fyrsta navigatiónsskúlan og húsini Arnes Minde, har býráðið í Havn í mong ár helt fundir. Hans Christoffer Andreasen, vanliga nevndur Hans á Reyni, bygdi eisini fleiri sethús umframt samkomuhúsini Tórshøll í Havn. Magnus Jacobsen, Magnus á Kamarinum, teknaði sethús og fleiri kirkjur, eitt nú kirkjuna í Sandavági. Kendastur man tó Hans Christoffer Wenningsted Tórgarð vera, hann var húsasmiður og arkitektur.

Eftir hann liggja ein røð av ritum og greinum um føroyskan byggisið í søguligum høpi. Hann tók tað krossbygda húsið til endurmetingar, helt tað ikki vera innrættað við nóg góðum atliti til føroysk viðurskifti. Hann tók fram dømi um, hvussu tað upp á seg bíliga bar til at menna føroyskan byggisið víðari og nútímansgera hann við at brúka byggitilfar, sum eitt nú betong, takplátur og borðvið.

Ímillum tey stóru sethúsini, hann teknaði, eru m.a. húsini hjá Valdemar Lützen keypmanni við Sigmundargøtu í Havn og embætisbústaðurin hjá landslæknanum beint omanfyri. Bæði Sethús á Velbastað við útsýni yvir Hestfjørð. Húsini eru bygd í 2007 eftir tekningum hjá MAP Arkitektum í Havn. húsini eru dømi um væl frágingna timburbygging á grótlaðaða grund. Tórgarð teknaði og stóð harumframt fyri at byggja fleiri stórar bygningar. Eitt nú Sankta Frans Skúla og katólsku kirkjuna fyrst í 1930-árunum. Bæði skúlin og kirkjan eru úr timbri og hóska væl til býarmyndina tá.

Tað sama kann sigast um eitt av hansara høvuðsverkum, Sjónleikarhúsið frá 1926. Nevnast kann eisini Dronning Alexandrines Hospital (1921 – 1923) og Amtsbókasavnið (1931). Tórgarð teknaði somuleiðis fleiri kirkjur, eitt nú Skúgvoyar kirkju (1937), Skála kirkju (1940), Hvannasunds kirkju (1949) og Elduvíkar kirkju (1951).

Kontrast projekteraði Tórshavnar Musikkskúla og var høvuðsráðgevi. Skúlin stóð liðugur í 2018. Astri Luihn stóð fyri myndprýðingini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Í eftirkrígsárunum fór Olaf Mortensen aðrar leiðir. Hann umboðar ein heldur afturlatnari arkitektur, harðrendari bæði í sniði og yvirbragdi. Høvuðsverkini hjá honum eru Sjómansskúlin (1962) og Føroya Studentaskúli (1962). Bygningarnir bera brá av hvørjumøðrum og hava ikki tann ans fyri tí mjúka, sum eyðkendi føroyskan byggisið.

Hetta sæst eisini í onkran mun aftur í fleiri skúlabygningum frá 1950-árunum og seinni. Eitt nú Kommunuskúlanum í Havn (1954 – 56), sum nú er umbygdur til bústaðir fyri lesandi og eitur Finsen. Í 1960 kom ein arkitektur afturat, Jákup Pauli Gregoriussen. Á teknistovuni hjá honum kom næsta ættarliðið av føroyskum arkitektum undan. Fyrstu stóru verkæltlan sína fór hann undir í samstarvi við byggifrøðingin Kristoffur Kristoffersen. Teir teknaðu Ebenezer í Havn (1963). Hesin bygningurin var ein ábending um, hvussu teknistovan síðani arbeiddi við betongi.

Harafturat koma so posthúsið í Klaksvík (1967), ellis- og røktarheimið í Miðvági (1967) og Hvalbiar skúli (1973). Hesir bygningarnir eru heldur siðbundnari og gera til tað lítið um seg, dentur er lagdur á støddarlutføllini, og at takið skal gera fimta útveggin. Seinni teknaði J. P. Gregoriussen eisini Landsbókasavnið (1979), Eysturskúlan (1980), Útvarpshúsini í Sortudíki (1982, útbygt í ávikavist 1998 og 2016), Skúlaheimið í Marknagili (1983) og Listaskálan (1970/89).

Teknistovan roynir hesi árini, hvørjar møguleikar betongið hevur, men yvirbragdið á bygningunum ber ongan dám av eldri føroyskum byggisiði. Bygningurin hjá Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin er ímillum teir seinastu bygningarnar, J.P. Gregoriussen teknaði (1985). Hetta er ein glas- og steinbygningur, ið legnar seg eftir tí gamla býarumhvørvinum, men kortini hevur eitt egið yvirbragd. Á eldri árum kom J.P. Gregoriussen til sættis við eldri føroyskan byggisið og hevur lýst hann í fleiri bókum. Tíðarskeiðið er annars yvirhøvureyðkent av brutalismu, postmodernismuog øðrum altjóða rákum, heldur enn av eini serføroyskari byggilistarligari menning. Tað kann tí koma summum óvart á, at tað serliga eru bygningar, sniðgivnir á útlendskum teknistovum, ið bera dám av føroyskum umhvørvi. Ein av hesum bygningum er NATO-støðin í Mjørkadali (1963). Byggitænastan hjá donsku verjuni stóð fyri at byggja støðina, og hon legnar seg væl eftir staðnum og hevur støði í onkrum slagi av føroyskari siðvenju.

Hetta eru flagtaktir og timburklæddir bygningar, arkitektoniska umfangið loyst sundur og økið nýtulkað. Sama kann sigast um tveir aðrar bygningar, Hotel Føroyar (1983), sum donsku arkitektarnir Friis og Moltke teknaðu, og Norðurlandahúsið, ið norðmaðurin Ola Steen teknaði í samstarvi við Kolbrún Ragnarsdóttur úr Íslandi.

Danski staturin hevur harumframt frá 1960 fram í 1980-árini staðið fyri fleiri byggiverkætlanum, eitt nú Christianskirkjuni í Klaksvík, sum Peter Koch teknaði (1963). Landssjúkrahúsið (1968) teknaðu Carlo og Ole Odgaard. Læraraskúlin/Venjingarskúlin varð teknaðu á tekistovuni hjá Stærmose (1967). Skúlan á Trøðni teknaði Erik Berg (1967). Holm og Grut teknaðu Vesturkirkjuna (1974.

Úr teknistovuni hjá J.P. Gregoriussen spratt í 1980-árunum teknistovan hjá Árna Winther og somuleiðis teknistovan hjá Jóruni í Dali og Høgna Larsen og teknistovan hjá Alberti Isfeldt og Gudmundi Hansen. Frammanundan hevði Tróndur Fugloy, seinni FUGLARK, latið sína egnu teknistovu upp í Klaksvík. Hesar teknistovurnar stóðu fyri meginpartinum av tí, sum bygt varð í eini tjúgu ár.

Til dømis teknaði Árni Winther ta nýggju katólsku kirkjuna í Havn (1987), Albert Isfeldt og Gudmund Hansen teknaðu ellis- og røktarheimið Lágargarð (1988), og Høgni Larsen stóð fyri Fríðrikskirkjuni á Nesi (1992). Kreppan í 1990-árunum rakti eisini arkitektavirkini og byggivinnuna hart. Meiri enn tíggju ár gingu, til ferð kom á byggingina aftur, og nýggjar teknistovur vórðu stovnaðar.

Bygningurin, sum EIK Banki, nú Betri Banki, læt byggja í Fuglafirði í 2007 er dømi um ta nýggju byggilistina. Arkitektar 99 teknaðu bygningin.

Tá ið bankin læt deildina í Fuglafirði aftur, keypti kommunan bygningin, sum nú er kommunuskrivstova.

Tað rundbygda høvuðssætið úr glasi hjá Bank Nordik teknaðu MAP Arkitektar. Battaríparkina til vindmillurnar á Húsareyni teknaði Árni Winther (2017).

Ein av teimum stóru byggiverkætlanum seinastu árini er Glasir frá 2018. Glasir er úrslitið av eini nógv umrøddari arkitektakapping í 2010. Danska arkitektafelagið BIG – Bjarke Ingels Group vann hesa kapping. Glasir hýsir øllum miðnámsútbúgvingunum í Havn og er eitt kennimerki fyri býin.

Í sama grannalag standa Musikkskúlin, ið Kontrast teknaði (2018), og nýggjasti og størsti barnaskúli í býnum, Skúlin á Fløtum, sum SNA-arkitektar, Zeta architects og BRIM-arkitektar teknaðu í felag (2020).

Í hesum viðfangi eiga tey sermerktu býráðshúsini í Gøtu, sum Ósbjørn Jacobsen-arkitektar teknaðu (2019), og Tórsvøllur í Havn, sum MAP-arkitektar teknaðu (2021) eisini at verða nevnd. Tey seinnu árini hevur eisini verið bygt í sambandi við ta vaksandi ferðavinnuna, eitt nú Hotel Hilton Garden Inn (2020), Hotel Brandan (2020) og tann nýggja farstøðin á flogvøllinum í Vágum. Harumframt er í umbúna at byggja eitt nýtt hotel í Klaksvík.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Mayfinn Nordoy

    (f. 1970) Arkitektur MAA. Ánari av teknistovuni Kontrast.