Kambsdalur, sum eitur eftir fjallinum Kambur, er Føroya yngsta niðursetubygd. Í Fuglafirði er avmarkað byggilendi, og tí er Kambsdalur sunnan fyri bygdina tikin til byggilendi. KFUM-skótarnir í Føroyum bygdu í 1960-árunum saman við Kirkjuligu Heimamissiónini eitt leguhús á staðnum, sum kommanan yvirtók í 2008, men fyrsta veruliga búseting var í 1985. Á Kambsdali er eisini eitt ídnaðarøki við verkstøðum og virkjum, sum m.a. framleiða hydrauliska útgerð og útgerð til fiskarí og laksaaling.
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy byrjaði í tí gamla skúlanum við Gøtugjógv í 1982, undirvísingin í studentaskúla og HF-skeiðinum fluttu í 1993 inn í nýggjan skúlabygning á Kambsdali. Her var eisini Føroya Handilsskúli í Eysturoynni, sum bæði var vanligur handilsskúli og handilsgymnasium, og sum hevði húsast har síðani 1989. Í 2012 blivu báðir skúlarnir lagdir saman til Miðnám á Kambsdali við gymnasialum miðnámi á hugbreyt, náttúrubreyt, búskaparbreyt og fyrireikingarbreyt, umframt FHS. Miðnám á Kambsdali hevur fyrst og fremst næmingar úr Eysturoynni og úr Norðoyggjum, og tey hava eisini eina deild við fyrireikingarbreyt í Klaksvík.
Á Kambsdali eru eisini dagstovnar og frítíðarskúli.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes kommuna og Nes bygd (Eysturoy)
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum