Strendur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Fremst í myndini eru tveir av nýggjaru býlingunum á Strondum: Undir Eyrgøtu og Úti í Lág.  
SIMON M. NORDENDAL, 2018

Á Strondum búgva 923 fólk, og har eru 40 merkur og 2 gyllin, av teimum eru 19 merkur og 14 gyllin festijørð, og festini eru 4, og 20 merkur og 4 gyllin eru óðalsjørð. Seyðatalið er 1029 áseyðir.

Á Strondum vóru fýra býlingar: Við Sjógv, í Selvindi, á Heyggi og Gerðar. Felagsnavnið Strendur verður brúkt fyrstu ferð í 1732, og verður ikki vanligt í kirkjubókum fyrr enn í tíðarskeiðinum 1833-54. Í Hundabrævinum verður plássið kallað Raktangi, sum eisini er navnið á syðsta tanganum vestarumegin í munnanum á Skálafjørðinum.

Fram við fjørðinum eru fleiri smár lendingar og bátabrýr. Á Hulki norðast í bygdini er eitt størri havnarlag við m.a. fiskavirkinum Vaðhorn. Annað virksemi í bygdini er Snældan, sum nýtir føroyska ull til bundnar vørur.

Í Selvindi kemur tunnilin upp, sum bindur bygdina í Runavík hinumegin fjørðin og Havnina. Tunnilin hevur stytt leiðina til Havnar úr 65 km til 17 km.

Kirjkjan við Sjógv er bygd í 1834, og hon er ein gomul trækirkja við flagtaki. David Petersen úr Kollafirði stóð fyri arbeiðinum. Altartalvan Jesus í Getsemane er eitt kopi av málninginum hjá Carl Bloch við sama navni eftir Annu Wesenberg.

Skúli kom fyrstu ferð á Strondum í 1887. Nýggjur skúli varð bygdur í 1969, útbygdur í 1984 og 2011; hann er felagsskúli í kommununi, og har er svimjihylur.

Heimamissiónin hevur havt stóran týdning í bygdini. Tað fyrsta missiónshúsið bleiv bygt í 1936, eitt nýtt og størri missiónshús bleiv tikið í nýtslu í 2018. Stranda Blákrossfelag, sum er partur av tí kristiliga hjálparfelagsskapinum Bláa krossi, er sera virkið og skipar fyri árligari Bláa kross veitslu.

Síðani 2006 hevur dagstovnur verið í bygdini, og í 2008 varð hann útbygdur við frítíðarskúla. Bygdarhús bleiv bygt í 1979 og yvirtikið av kommununi í 1996 og er karmur um sosial og mentanarlig tiltøk. Orkestrið Tónlist setti føroyskt sølumet í 1981 við kassettubandinum Har bylgjan leikar.

Pensjonistafelagið í bygdini bleiv stovnað í 1996 og hevur egin høli niðri við keiina við nógvum virksemi. Sjóvar fornminnafelag, sum bleiv stovnað 2009, eigur fleiri gomul hús niðri á havnarlagnum á Høvdanum, harímillum Turkihúsið, eitt hús til fiskaturking frá 1950, sum í dag virkar sum bygdarsavn.

Stranda Ítróttarfelag, StÍF, stovnað 1942, er serliga virkið í hondbólti. Ungdóms- og ítróttarfelagið Strálan, stovnað 1989, er virkið í kappróðri; harafturat er eitt judofelag, stovnað í 2011.

Í 1976 varð ein minnisvarði reistur á Raktanga til minnis um tey sjólátnu; Árni Ziska gjørdi minnisvarðan. Nøvn teirra sjólátnu eru sett í steinin, og á hvørjum ári 1. november, allahalgannadag, er minningarhald við minnisvarðan.

Niðursetubygdin Innan Glyvur millum Strendur og Skála varð grundað í 1884. Her bygdu tey nýggjan prestagarð í 1971.

Hernaðarlig virki undir seinna heimsbardaga

Strendur, sum portur til Skálafjørðin, høvdu stóran hernaðarligan týdning í seinna heimsbardaga, bæði fyri skipaferðslu og fyri at verja tær týdningarmiklu oljugoymslurnar í Søldarfirði. Bretar gjørdu eina hernaðarlegu við kanónum og øðrum skjútsi í økinum úti á Bergi, har 100 hermenn vóru settir og eitt minni hernaðarligt virki við kanónum og skjútsi Innan Glyvur, har ið eisini soldátabarakkir vórðu settar. Enn sæst týðiligur farvegur eftir hernaðarligt virksemi.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Rúni Rasmussen

    (f. 1979) Stjórnmálafrøðingur. Kommunustjóri, Klaksvíkar kommuna.