Úr gomlum føroyskum heimildum, eitt nú kvæðunum, vita vit, at ítróttur og kapping av ymsum slagi hevur verið drúgvur partur av gerandislívinum. Kappróður í sambandi við grindarakstur er tiltikin. Sama kann sigast um ymisk sløg av ítróttarkendari kapprenning, kastum og fimi.
Eina ólavsøku um 1780 varð skipað fyri kappsigling, -róðri og svimjing. Starvsfólk hjá Rybergs handli í Vágsbotni høvdu um hetta mundið gjørt sær eina ríðibreyt úti við Álaker, á Rundingi, sum staðið enn eitur.
Fyrsta staðbundna ítróttarfelagið í Føroyum var Tvøroyrar Bóltfelag, TB. Felagið varð stovnað í 1892. So hvørt sum fiskivinnusamfelagið vaks fram, og stórplássini komu, vóru ítróttafeløg stovnað í Havn, Klaksvík, Vági, teimum stóru bygdunum í Vágum og síðan á Eiði, í Gøtu og Leirvík. Mest vóru hetta fótbóltsfeløg, kveikingin kom frá fólki úr Danmark ella persónum, sum høvdu búð niðri. Tann fyrsti var Poul Effersøe av Tvøroyri, sum var kendur í KB í Keypmannahavn. Av øðrum slóðbrótarum kunnu nevnast Jógvan Winther, sýslumaður á Sandi, vágaprestur Carl Johansen, sum hevði spælt við Frem BK í Keypmannahavn, M. A. Winther úr Havn og Sniálvur Jacobsen úr Klaksvík, sum var kendur fótbóltsspælari í KFUM í Keypmannahavn.
Skúlalærarar tóku eisini stig til at læra børn at svimja. Tað gjørdi, at nógvastaðni vórðu áir demmaðar og svimjihyljar gjørdir. Fyrsti stoypti svimjihylurin varð gjørdur úti í Grøv í Klaksvík í 1906. Svimjihyljar komu eisini í smábygdum sum Mykinesi og Svínoy. Fyrsti svimjihylurin í Havn kom í 1930. Men veruliga frambrotið var ikki fyrr enn í 1959, tá ið svimjihylurin í Gundadali læt upp. Hetta var ein uttandurahylur við hitaðum vatni og tilhoyrandi baðstovu.
Skipað hevur verið fyri kappríðing á ólavsøku síðan 1921, og fyrsta før- oyameistarakapping í ríðing var í 1984, har varð kappast um tíð og gongulag. Eitt føroyskt Íslandsrossafelag varð stovnað í 1989 og fekk limaskap í FEIF. Felagið tók fyrstu ferð lut í HM í 1993.
HF, Havnar Fimleikafelag, varð stovnað í 1909 og hevur øll árini síðan skipað fyri væl umtóktum kappingum í felagnum. Fyrsta frælsítróttafelagið var Bragdið, stovnað í 1947. Kortini tók frælsítrótturin ikki rættiliga dik á seg fyrr enn eftir 1989, tá ið Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum og fyrsti frælsítróttavøllurin var gjørdur á Svangaskarði á Toftum.
Áðrenn undirstøðukervið varð útbygt, vóru samferðsla og flutningur ein stór avbjóðing fyri ítróttakappingar um landið. Tær fyrstu landskappingarnar, sum ÍSF stóð fyri, vóru í fótbólti og hondbólti. Skipað landskapping fyri manslið í fótbólti hevur verið síðan 1942 og fyri kvinnulið síðan 1985.
Hondbóltsfelagið Neistin í Havn var fyrsta felag av sínum slagi í Føroyum, stovnað 1931. Landskappingar fyri kvinnur og menn hava verið síðan 1943. Uttan fyri Havnina vóru Strendur og Vestmanna frá byrjan stórar hondbóltsbygdir.
Umframt TB og VB (Vágs Bóltfelag) varð fótbóltur tey fyrstu árini mest spældur í Havn, Klaksvík og Vágum – Sandavági, Miðvági og Sørvági. Í Eysturoynni hava Fuglafjørður, Gøta og Leirvík, Runavík, Toftir og Eiði saman við bygdunum í Sundalagnum síðan 1970 gjørt vart við seg ímillum fremstu liðini í landskappingini. Í 1970 varð fótbóltsfelagið B71 stovnað í Sandoynni.
Skipað verður fyri úrvalsítrótti og kappingum um FM fyri børn, ung og vaksin. Síðan 1988 hava verið tíggju evstudeildarlið í mansfótfólti. Í kvinnufótbólti, hondbólti og øðrum ítróttargreinum eru rúmari reglur fyri tilmelding.
Tað var eitt stórt framstig, tá ið Fótbóltssambandið skipaði eina venjaraútbúgving, og tá ið fótbóltsvøllirnir frá 1986 fóru at fáa graslíki.
Eftir altjóða frambrotið og við fíggjarligum stuðli frá FIFA og UEFA eru korini hjá landsliðsfótbóltinum stórliga batnað, og í teimum stóru feløgunum eru bestu leikararnir í mansfótbóltinum partvíst yrkisleikarar. Leingi høvdu tær ítróttagreinarnar, sum verða nevndar innanduraítróttur, onga aðrastaðni at venja enn í fimleikahøllum í skúlum ella uttandura. Tað gjørdi tí stóran mun, at ítróttarhøllir komu, tann fyrsta í Klaksvík í 1969. Flogbóltinum komu danskir lærarar við til Føroya. Fyrsta FM í flogbólti var í 1969, og tey bæði fyrstu feløgini vóru mannað við læraraskúlanæmingum, Næmingafelag Føroya Læraraskúla, og næmingum úr studentaskúlanum í Hoydølum. FM í badminton hevur verið síðan 1966 hjá monnum og síðan 1973 hjá kvinnum. HBF, Havnar Badmintonfelag, stovnað í 1959, er elsta felagið, og fyrsti landsdysturin var ímóti Íslandi í 1981. FM í borðtennis hevur verið síðan 1959. TBF, Tvøroyrar Borðtennisfelag, stovnað 1948, er tað elsta felagið, og fyrsti landsdysturin var ímóti Íslandi á Tvøroyri í 1973. FM í judo var fyrstu ferð í 1971. Havnar Judofelag er tað elsta felagið, stovnað í 1971. Føroyar tóku lut í EM í Belgia í 1996 og HM í Brasil í 2007.
Súkkling og triatlon er skipað í sama sambandi. Tórshavnar Súkklufelag, stovnað í 1983, er tað elsta felagið, og fyrsta FM í súkkling var í 1991. Eitt triatlonfelag varð stovnað í 2001 og Fjallasúkklufelagið í 2011. Fyrsta FM var í 2011. Elsta skjótifelagið er Veiðifelagið Byrsumúli í Havn, stovnað í 1980. Fyrsta FM var í 1983, og síðan 2009 hevur FM verið hvørt ár. Elsta bogaskjótingarfelagið er Tambar í Havn, stovnað í 1988. Fyrsta FM var í 1988, og Føroyar tóku fyrstu ferð lut í HM í 2001.
Føroyskur ítróttur í altjóða høpi
Í 1988 gjørdust Føroyar limur í altjóða fótbóltssambandinum FIFA og í 1990 í evropeiska fótbóltssambandinum UEFA. 12. september í 1990 spældu Føroyar sín fyrsta landsdyst í UEFA høpi. Føroyar tóku tá á fyrsta sinni lut í EM-undankappingini í fótbólti. Av tí at eingin altjóða góðkendur grasfótbóltsvøllur var í Føroyum tá, noyddist føroyska landsliðið at spæla sínar heimadystir aðrastaðni. Landskrona í Svøríki varð valdur til heimavøll í hesum fyrsta undankappingardystinum. Dysturin var ímóti Eysturríki, sum tað summarið hevði verið í HM-endaspælinum í Italia. Føroyar vunnu 1‑0, Torkil Nielsen skoraði í 62. minutti, og tíðindini fóru sum eldur um heimin, og hetta varð hildið at vera eitt tað mest óvæntaða úrslitið, sum hevði verið í altjóða fótbólti.
Síðan 1992, tá ið KÍ og B36 vóru við í ávikavist meistaralið- og steypavinnarakappingini, hava føroysk fótbóltsfeløg tikið lut í evropeiskum fótbóltskappingum. Grasvøllurin á Svangaskarði var frá 1992 heimavøllur í øllum teimum altjóða dystum, sum føroyingar spældu. Síðan 1999 hevur Tórsvøllur eisini verið heimavøllur. Í 2021 varð Tórsvøllur liðugt útbygdur sum tjóðarvøllur.
Fyrsti altjóða skrásetti landsdystur í kvinnufótbólti varð spældur 24. september 1995 á Svangaskarði ímóti Írlandi, sum vann dystin 2‑0. Kvinnuliðið hjá KÍ var tað fyrsta, sum tók lut í evropeiskari kapping, tað var í 2001. Eisini áðrenn tað góða úrslitið í Landskrona í 1990 tók føroyskur ítróttur lut í altjóða kappingum. Í 1984 søktu Føroyar um at fáa fullgildan limaskap í IOC, men í 2021 arbeiddi heimastýrið framvegis við spurninginum um IOC-limaskap. Í 2019 fingu Føroyar rætt at taka lut undir egnum flaggi í kappingum, sum Evropeiska Olympiska nevndin skipar fyri. Sum einstaklingar hava føroyingar onkuntíð tikið lut í olympisku leikunum undir donskum flaggi. Í 2008 tók Katrin Olsen lut sum dani á OL í Beijing í tvískullararógving. Í 2021 gjørdist Sverri S. Nielsen vegna Danmark nummar fýra í einskullararógving á OL í Japan. Pál Joensen umboðaði Danmark á OL í London 2012 og Rio de Janeiro í 2016. Í 2021 var Jóhan á Plógv Hansen við á danska hondboltsliðnum, sum vann silvur á OL í Japan.
Parasport Føroyar fekk í 1981 limaskap í International Paralympic Committee og hevur tikið lut í paralympisku leikunum undir føroyskum flaggi síðan 1984. Tað árið vóru leikirnir í New York. Í Seoul í 1988 vann Kristina Næss gull í 100 metra ryggsvimjing og silvur í 400 metra frísvimjing, Katrin Johansen vann silvur í 100 metra frísvimjing og bronsu í 100 metra ryggsvimjing, og Tóra við Keldu vann silvur í 100 metra frísvimjing og bronsu í 100 metra firvaldssvimjing og 400 metra frísvimjing. Í Barcelona í 1992 vann Tóra við Keldu silvur í 100 metra frísvimjing. Í Sydney í 2000 vann Heidi Andreasen silvur í 400 metra, 50 metra og 100 metra frísvimjing og bronsu í 100 metra ryggsvimjing. Í Athen í 2004 vann Heidi Andreasen bronsu í 400 metra frísvimjing.
Síðan 1970 hava Føroyar tikið lut í OL í talvi. Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti føroyski stórmeistarin í talvi. Síðan 2002 hava Føroyar tikið lut í EM í bridge.
Í 1982 umboðaði Jon Hestoy Føroyar í HM í svimjing, og Pál Joensen vann í 2008 gull fyri unglingar í 400 metra, 800 metra og 1500 metra frísvimjing í Beograd. Hann vann harumframt bronsu í 1500 metra frísvimjing á HM í Istanbul í 2012, silvur á EM í Budapest í 2010 og silvur í 800 metra og 1500 metra frísvimjing í Berlin í 2014 og somuleiðis silvur á stuttgeil á EM í Herning 2013.
Føroyska fótbóltslandsliðið spældi sín fyrsta landsdyst á ólavsøku í 1930 ímóti Íslandi, sum vann 1‑0. Umframt ímóti Íslandi spældi landsliðið av og á dyst ímóti Hetlandi og Orknoyggjum. 24. august 1988 spældu Føroyar á fyrsta sinni ein altjóða skrásettan fótbóltsdyst. Tað var ímóti Íslandi á Akranesi. Ísland vann 1‑0.
Fyrsti landsdysturin í manshondbólti var á heimavølli ímóti Íslandi í 1964. Føroyar fingu fyribils limaskap í altjóða hondbóltssambandinum í 1970 og gjørdust fulltikin limur í IHF í 1974. Í 1972 tók Havnarfelagið Kyndil lut í Evropeisku steypakappingini fyri menn. Í 1976 tóku Føroyar lut í C-HM kappingini í Portugal, og í 1980 var kappingin í Føroyum. Í 2018 tóku bæði menn og kvinnur lut í HM- og EM-undankappingini. Í 2021 spældu Føroyar á fyrsta sinni í A-bólkinum fyri U18 og U20 menn.
Síðan 1985 hava Føroyar tikið lut í oyggjaleikunum annaðhvørt ár, uttan í 2021, tá ið leikirnir vórðu avlýstir vegna Kovid-19. Isle of Man tók stig til leikirnar, og yvirskipaða endamálið var at geva oyggjabólkum møguleika at kappast á jøvnum føti. Í altjóða kappingum kunnu hendinga oyggjabúgvar standa seg í kappingum á hægsta stigi. Í liðkappingum kemur tað at kalla ikki fyri. Ein nevnd við umboðum fyri tey luttakandi oyggjasamfeløgini ger av, hvar leikirnir skulu vera, og í 1989 vóru leikirnir í Føroyum. Í 2009 vunnu Føroyar oyggjaleikirnar. Flestu heiðursmerkini vórðu vunnin í svimjing og frælsum ítrótti.
Fótbóltsvøllir
Togingar ímillum bøndur og ítróttarhugað og somuleiðis tað óslætta lendið lógu javnan ímillum, tá ið fótbóltsvøllur skuldi gerast, tí lendið, sum hóskaði best til fótbóltsvøll, var fyrst í 20. øld eisini tað best skikkaða til jarðarbrúk. Áðrenn teir fyrstu veruligu fótbóltsvøllirnir komu, varð spælt á sandinum í bygdini eitt nú í Sandavági, Miðvági og Sørvági, í Gøtu, í Fuglafirði, á Eiði, á Sandi og í Sumba.
Í Leirvík var ein av stigtakarunum kongsbóndi, og tískil var ómakaleyst at fáa loyvi at gera fótbóltsvøll uttangarðs. Farið varð undir arbeiðið miðskeiðis í 1920-árunum, og vøllurin í fullari stødd var liðugur í 1932‑33. Í Havn var fløtan í Hoydølum høgligasta staðið til at spæla fótbólt, men hetta er mýrilendi og ikki nóg turt. Eftir drúgvar togingar við bóndan fekst loyvi til at brúka økið í Gundadali til endamálið. Í Fuglafirði bar ikki til at gera fótbóltsvøll í Fløtugerði í 1956 eftir kravdum reglum og mátum, og ikki fyrr enn í 1979 fekk vøllurin ta formliga kravdu støddina. Vøllirnir á Mølini á Eiði, í Vestmanna og í Sumba verða ikki longur brúktir til bóltspæl.
ÍSF og Poul Petersen
Ítróttasamband Føroya, ÍSF, er í dag karmur um 142 ymisk ítróttafeløg og hevur síðan 1980 verið skipað við sersambondum og menningarsambondum. Í 2014 varð samtykt, at frameftir skuldu sambondini og ikki feløgini vera limir í ÍSF.
ÍSF varð stovnað 4. apríl 1939. Stigtakari var Poul Petersen, lærari, sum løgtingið árið fyri, í 1938, hevði sett í parttíðarstarv sum ítróttaráðgeva. Um hetta mundið var hann lærari úti í Mykinesi, men flutti til Havnar, tá ið starvið varð gjørt til fulltíðarstarv í 1943. Poul Petersen virkaði sum ítróttaráðgevi til 1954.
Áðrenn ÍSF gjørdist veruleiki, hevði tvær ferðir verið roynt at stovna eitt fótbóltssamband: Færøernes Boldspil- Union 1913-16 og Føroyska Bóltspæl- Sambandið 1930-33. Í 1942 samtykti Løgtingið á fyrsta sinni at játta pengar til fimleikahallir, svimjihyljar og fótbóltsvøllir, og í 1947 gjørdist fimleikur kravd lærugrein í fólkaskúlanum. Skipað varð fyri innleiðsluskeiðum fyri fimleikalærarar, og bóklingar vórðu prentaðir við tilfari til undirvísingarbrúks í fimleiki og ítrótti, eitt nú bóltspæli, svimjing og fimleiki.
Poul Petersen var blaðstjóri á blaðnum Ítróttartíðindi, og hann tók stig til Skúlaítróttarmerki Føroya. Hann gav harumframt út eina lærubók í svimjing, og nógv arbeiði varð lagt í bæði at fáa øki til frælsan ítrótt og svimjihyljar um alt landið. Hetta gjørdi sítt til, at fótbóltsvøllir komu í teimum flestu stóru bygdunum, fyrst grúsvøllir og síðan graslíkisvøllir.
Bæði áðrenn og eftir at ÍSF var stovnað, hevur verið skipað fyri staktiltøkum við nógvum luttakarum og stórum spenningi ímillum áskoðararnar, hóast tað bert galt sigurin í hesi einu kappingini og ikki eitt meistaraskap.
Kappróður – Tjóðarítróttin
Kappróðurin er tjóðarítróttin í Føroyum og hevur síðan 1924 verið fastur táttur í ólavsøkuhaldinum. So við og við gjørdist kappróðurin eisini fastur á teimum ymsu bygdastevnunum. Á jóansøku frá 1925, á Norðoyarstevnu síðan 1936, á Vestanstevnu síðan 1945, á Varmakeldustevnu síðan 1951, á Eystansstevnu síðan 1962 og á Sundalagsstevnu síðan 1991. Róðrarnir á hesum stevnum gera av hvør vinnur FM, sum hevur verið síðan 1964. Róðurin verður flokkaður eftir aldri, bátastødd og eftir kyni. Børn og ung rógva við fimmmannaførum, gentur og kvinnur við seksmannaførum, dreingir og menn við fimmmannaførum, seksmannaførum, áttamannaførum og tíggjumannaførum. Endaróðurin er á ólavsøku.
Les meira
- Bókmentir
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Filmur
- Listahandverk og sniðgeving
- Miðlar
- Siðsøgulig søvn og mentanararvur
- Siðvenjur og frásagnir
- Sjónleikur
- Tónleikur
- Trúgv og trúarligt virksemi
Les meira um føroyska mentan