Áir

Nógvar stórar áir eyðkenna líðina í Tjørnuvík, tá ið nógv avfall er. BJARNE JAKOBSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2013

Í Føroyum eru o.u. 1.200 áir, sum saman við løkum, ið renna í tær, tilsamans eru o.u. 2.100 km. Eyðkent fyri tær er, at flestu teirra eru stuttar og makar. Í miðal er ein føroysk á undir 1 km og vatnsmongdin undir 70 1/s. Tá ið hesi miðalvirði verða nevnd, má tó havast í huga, at munurin frá á til á er ógvuliga stórur. Tað er serliga galdandi fyri vatnsmongdina, sum kann skifta nógv, alt eftir hvussu nógv avfall er. Í Stórá við Hvalvík kann vatnsmongdin, tá ið turkur er, falla niður á o.u. 500 1/s, men hevur regnað nakrar tímar, kann hon fjørutifaldast til o.u. 20.000 1/s.

Longsta áin er stívliga 7 km long. Hon vellir fram í Loðadali á Streymoynni og rennir í ein landnyrðing. Við Hóraldstoftarætt renna aðrir minni løkir í hana, og so rennur hon í ein landsynning og nevnist tá Stórá. Á leiðini móti ósanum í Hvalvík rennur hon meira og minni javnfjart við Saksunarvegin.

Havnará snýr sær so friðsæl gjøgnum Viðarlundina í Havn. Fyrstu trøini vórðu plantað í 1904, og nú er lítla viðarlundin býarlund og fríløtuøki.
SUNVA EYSTUROY, 2017

Aðrar langar áir eru Sandá, sum rennur í sjógv í Sandágerði, Reyná, sum vellir fram úti á Dølum í Vestmanna, Kvígandalsá, sum rennur út í Sjatlá við Vatnsoyrar, Heltná, sum rennur í sjógv í Skálafirði og Stórá, sum rennur í ósan í Sandavági.

Áirnar savnast í størri samanhangandi kervum, sum veita av stórar partar av oyggjunum. Áarkervið við víðasta upplandi vellir fram sum ein løkur í Kvígandali í Vágum. Á leiðini til Sørvágsvatn (Leitisvatn) og haðani til Bøsdalafoss, sum stoytir seg í havið, veitir tað av eitt øki, sum er stívliga 3.500 ha til víddar.

Áirnar savnast í størri samanhangandi kervum, sum veita av stórar partar av oyggjunum. Áarkervið við víðasta upplandi vellir fram sum ein løkur í Kvígandali í Vágum. Á leiðini til Sørvágsvatn (Leitisvatn) og haðani til Bøsdalafoss, sum stoytir seg í havið, veitir tað av eitt øki, sum er stívliga 3.500 ha til víddar.

Les meira

Uttan um Kervið Leynará á Streymoynni er eisini rættiliga stórt upplendi, tá ið hugsað verður um føroysk viðurskifti – um 2.000 ha. Kervið tekur seg upp í Botni sum Dalá. Teir smáu 5 km, til áin rennur í norðara enda á Leynavatni, renna fleiri løkir og smærri áir í Dalá. Leynará rennur úr vatninum við sunnara vatnsmunna og heldur leið sína smáar 2 km suðureftir, til hon rennur í sjógv í Leynum eystan fyri Vágatunnilin.

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum