Toftir

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Kort av sýslum og kommunum.
KF. FO OG PEDER DAM, 2022

Á Toftum búgva 900 fólk, og har eru 20 merkur, av teimum eru 16 festijørð, og festini eru sjey. 4 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 633 áseyðir.

Navnið Toftir kundi bent á, at bygdin hevur verið útdeyð og síðani er bygd aftur. Toftir kann eisini merkja serstakt jarðarstykki nær garðinum. Staðarnøvn sum Krossbakki stava úr katólskari tíð.

Frá at vera 2 garðar i 1584 vaks bygdin frá seinnu helvt í 1800-talinum, samstundis sum størri partur av haganum bleiv lagdur inn sum traðir og veltur, og samstundis sum niðursetubygdirnar Saltnes, Runavík og Æðuvík vórðu grundaðar.

Tá ið fríhandilin kom, fingu fiskarí og klippfiskur stóran týdning her eins og aðrastaðni í Føroyum, og handlar og virki vórðu latin upp. Til mitt í 1900-talinum var handils og reiðaravirkið D.P. Højgaards eftirkomarar eitt av størstu virkjum í landinum.

Í 1968 varð flakavirkið Nykur stovnað á havnarlagnum, og tað var til fyrst í 1990-árunum týdningarmesta arbeiðsplássið. Havnarlagið er útbygt fleiri ferðir, og pláss er fingið til fleiri virki í fiskivinnu og sigling, m.a. M.J. Saltsøla, sum selur salt til skip og virki. Her er eisini høvuðssæti hjá Fiskamarknaði Føroya, uppboðssøla Føroya, sum var sett á stovn í 1993.

Toftir fingu sín fyrsta skúla í 1895. Núverandi skúli, sum Niels Pauli Hansen hevur teknað, læt upp í 1958. Hann er seinni vorðin umbygdur og endurnýggjaður, seinast í 2008, og hevur undirvísning frá 1. til 10. flokk.

Nýggja kirkjan í kommununi, Fríðrikskirkjan, varð tikin í nýtslu í 1994. Høgni Larsen hevur teknað bæði kirkjuna og innbúgvið.

Heimamissiónin hevur missiónshúsið Tabor, og brøðrasamkoman hevur salin Nebo.

Eldrasambýlið Vesturskin læt upp í 2004 og er partur av tí kommunala samstarvi, sum er samskipað í felagsstovninum Roðanum. Heimið hevur 16 pláss.

Ítróttarøkið á Svangaskarði, sum er bæði til fótbólt og frælsan ítrótt, var liðugt í 1992 og var tey fyrstu árini heimavøllur hjá landsliðinum í fótbólti. Økið er í dag venjingar- og skeiðsdepil hjá Fótbóltssambandi Føroya og heimavøllur hjá fótbóltsfelagnum B68.

Bæði barnagarður og vøggustova eru í økinum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum