Oyri

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Á Oyri búgva 166 fólk, og har eru 12 merkur av festijørð, og festini eru trý. Seyðatalið er 442 áseyðir.

Eystan fyri bygdina í 200-300 metra hædd er ein háslætti, har ið tann sonevnda Eysturoyarsyllin er sjónlig. Sunnanfyri bendist sillin uppeftir og endar í tí eyðkenda Reyðafelstindi.

Oyri fekk nýtt vinnugrundarlag, tá ið O.C. Joensen, sum byrjaði sum vanligur handilsmaður, seinni fór í holt við fiskarí og framleiðslu av rækjum og skeljadýrum. Virkið, sum seinni er yvirtikið av P/F Thor í Hósvík, hevur síni egnu skip til skeljafiskiskap. Eitt annað virki, sum nú er niðurlagt, var Garnavirkið, sum framleiddi gørn og fiskiútgerð.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.