Oyrarbakki

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Niðursetubygdin Oyrarbakki varð grundað í 1924, og í dag búgva har 173 fólk. Júst í Túni byrjaði sum tann fyrsti laksa– og sílaaling síðst í 1960-árunum, og fyrst í 1970-árunum gjørdi Fiskaaling sítt egna virki á Oyrarbakka; tað er tó seinni hildið uppat aftur. Av tí at Oyrarbakki er so nær brúnni um Streymin, er hann vorðin miðstillaður í Sunda kommunu, og her er kommunala fyrisitingin savnað. Umframt felagsskúlan er her brandstøðin í kommununi og felagshúsið hjá ungmannafelagnum Eydnuni.

Tætt við bygdina er eitt 130.00 m2 stórt frítíðarøki, sum m.a. hevur eina viðarlund við 70.000 trøum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.