Við Norðskála búgva 323 fólk, og har eru 4 merkur, 8 gyllin eru festijørð hjá einum festara, og 3 merkur og 8 gyllin eru óðalsjørð. Bygdin eitur Norðuri við Skála í 1584. Seyðatalið er 320 áseyðir.
Í sundinum uttan fyri Norðskála hevur frá gamlari tíð verið ein grynna við kræklingi. Tað hevði ikki bara týdning sum matur har, men gav eisini inntøku, tí tey avreiddu krækling í Havn.
Brúgvin um Streymin og tað, at Norðskáli saman við Oyrarbakka liggur so mitt í kommununi, hevur gjørt, at bygdin hevur ment seg til handilsmiðdepil við fleiri virkjum og nýggjari búseting.
Kirkjan er frá 1931 og er bygd úr pussaðum betongi við reyðmálaðum asbesttaki, H.C.W. Tórgarð hevur teknað. Í 1977 varð hon longd og fekk ein útbygning hvørjumegin. Tann fyrsti skúlin varð bygdur í 1898, men í dag ganga børnini í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes kommuna og Nes bygd (Eysturoy)
- Norðragøta
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum