Nes kommuna og Nes bygd (Eysturoy)

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Nes er gomul kirkjubygd við prestagarði og kirkjugarði og eini lítlari lending, sum bleiv nógv brúkt fyrr. Tann gamli grámálaði prestagarðurin frá 1863 sæst í forgrundini. Nes kirkja frá 1843 er varðveitt, men verður bara brúkt við serlig høvi. Tann nýggja sóknarkirkjan er Fríðrikskirkjan, sum er á Toftum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Nes kommuna

Tá ið tann gamla Nes kommuna var sundurbýtt í 1967 var tann nýggja Nes kommuna markatalsbygdirnar Nes og Toftir og niðursetubygdin Saltnes, sum eru vaksnar saman til eina samanhangandi bygd. Eystnes er syðsta punkt í Eysturoynni, og á Eystnesi standa fleiri vindmyllur.

Nes

Nes, nevnd í Hundabrævinum, er 20 merkur festijørð, upprunaliga kirkjujørð. 360 fólk búgva í bygdini. Garðurin Torkilsheyggjur hevur síðani 1632 hoyrt til prestagarðin á Nesi. Seyðatalið er 400 áseyðir.

Frá gamlari tíð hevur prestagarður verið á Nesi. Eftir siðaskiftið bleiv Heini Jónsson, kallaður Heini Havreki, fyrsti lutherski prestur í Føroyum. Hann bleiv innsettur sum prestur á Nesi í 1541, og í 1558 gjørdist hann eisini fyrsti lutherski próstur í landinum. Hann var eisini faðir at kaparanum Magnusi Heinason.

Føroyar, sum gjørdust sjálvstøðugt biskupsdømi í 1990, høvdu 34 próstar áðrenn ta tíð, av teimum búðu 14 í prestagarðinum á Nesi. Tann síðsti prósturin á prestagarðinum sat í starvinum 1900-1917, og tað var presturin, politikarin og yrkjarin Fríðrikur Petersen, føddur í Saltnesi.

V.U. Hammershaimb, sum gjørdist sóknarprestur á Nesi í 1862 og var próstur tíðarskeiðið 1867- 78, læt í 1863 byggja ein nýggjan, nútímans prestagarð, sum fekk týdning fyri byggisiðin. Prestagarðurin varð brúktur, til ein nýggjur varð bygdur í 1979, og hann er í dag bygdarsavn og mentanarhús.

Kirkjan á Nesi, sum er granni hjá tí gamla prestagarðinum, varð bygd í 1843 og var høvuðskirkja í sóknini til 1994, tá ið Fríðrikskirkjan á Toftum varð vígd. Kirkjan er friðað og verður brúkt við serstøk høvi.

Blákrossheimið, sum hevur viðgerð fyri fólk við rúsevnis- og alkoholtrupulleikum, læt upp í 2014.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum